Sinnisbati kann ikki góðtaka, at svínakrím og niðurbrendar vaskimaskinur skulu seta dagsskránna fyri viðgerðartilboð til psykiatriskar sjúklingar í sjúkrahúsverkinum.
Tað vóru skelkandi tíðindi at frætta, at Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum av spariorsøkum verður noyddur at steingja tann vælvirkandi Deild 1 restina av árinum.
Hetta tí politisk kravboð eru komin um, at tað einasta sum hevur týdning er, at játtanin verður hildin -og peningurin til Landssjúkrahúsið strekkir ikki til. Við hesum verður ein veikur samfelagsbólkur fyri vanbýti og fær ikki ta viðgerð, sum teimum tørva.
Sinnisbati hevur fegnast um ta góðu gongd av viðgerðar- tilboðunum, sum hevur verið á Psykiatriska Deplinum, men sum nú verður fyri bakkasti, tí tað ikki finnist nøkur sum helst politisk raðfesting av psykiatriska økinum. Hetta má eisini líða fyri øðrum óvæntaðum sjúkum, sum einki hava við psykiatri at gera eins og óvantaðum útreiðslum, sum ein niðurbrend vaskimaskina.
Sinnisbati kann als ikki góðtaka, at ein heil seingjardeild soleiðis verður afturlatin og ein køvandi hond harvið verður løgd á ta góðu gongd og menning, sum hevur verið á økinum. Hettar setur nógvar sjúklingar, sum komandi mánaðir kundu fingið góða hjálp á Deild 1 í eina vánaliga støðu, eins og roknast kann við, at fleiri sjúklingar, sum annars høvdu kunna verið har, mugu á aðrar deildir. Umframt at tey koma á deildir, sum ikki eru gjørdar til teirra viðgerðartørv, so má roknast við, at tað verður yvirfylt av sjúklingum á hesum deildum, soleiðis at hetta gongur útyvir allar sjúklingar, sum verða innlagdir á psykiatriska depilin.
Yvirfyltar deildir gera viðgerðar-umhvørvið vánaligari, eins og roknast kann við at fólk verða útskrivað áðrenn tíð og at tað verður torførari at verða innlagdur hjá teimum, sum kundi hava tørv.
Alt hettar verður sett í verk sama dag, sum nýggja psykiatrilógin verður sett í gildi og kastar harvið daprar skuggar yvir henda dag, sum átti verið ein gleðisdagur fyri psykiatriina. Henda lóg fyriskrivar, at politiski mynduleikin skal skipa fyri góðum sjúkrahús-standardi og miðar eisini ímóti at minka sum mest um nýtsluna av tvingsli. Ov fá seingjarpláss og yvirfyltar seingjardeildir eru ikki góður standardur og kanska tað, sum økir mest um vandan fyri at meira tvingsul verður nýttur.
Sinnisbati harmast almikið um, at góðu politisku intentiónirnar við nýggjari psykiatrilóg, verða undirgravaðar av fíggjarligari svøltan av psykiatriska økinum og vil staðiliga mæla Føroya Løgting at syrgja fyri, at tað ber til at halda áfram vid teimum viðgerðar-tilboðum, sum eru í gongd - og at góða menningin á økinum ikki fær ein mønusting. Psykiatrisku sjúklingarnir mugu ikki fáa frátikið ein av teimum fáu møguleikunum tey hava.
Hetta kunnu vit ikki verða tjent við, Sinnisbati vil tí staðiliga mæla politikarum til, tað verði seg í samgongu og andstøðu, um at vísa, at tit eru tykkara uppgávu vaksin og gera tær neyðugu raðfestingarnar av psykiatriska økinum - sum eisini er tykkara uppgáva.