Privatisering lykil til búskaparvøkstur í Føroyum

-Tað, sum hevur verið størsta íkastið til gongdina og vøksturin í Ìslandi, hevur verið privatiseringin av bankunum og teimum ymsu grunnunum sigur stjórin í Landsbanki, Halldór J. Kristjánsson, sum heldur, at føroyingar kunnu læra av íslendsku royndunum á hesum øki.

Hvat kunnu Føroyar læra av útviklinginum í Íslandi, har privatisering av bankum og grunnum fær æruna fyri stóra búskaparvøksturin í landinum seinastu árini. Tann spurningin settu vit stjóranum í næststørsta íslendska bankanum ”Landsbanki”, Halldór J. Kristjánsson.

-Tað, sum hevur verið størsta íkastið til gongdina og vøksturin í Ìslandi, hevur verið privatiseringin av bankunum og teimum ymsu grunnunum. Tað er nakað man kann læra av Íslandi. Kann eg geva mítt íkast við nøkrum, so eru tað ráðini um at gera hetta skjótt og væl. Ikki í ov smáum bitum men í stórum eindum og privatisera relativt skjótt, tí tá fær man tær nýggju kreftirnar inn í hesar sterku fyritøkurnar. Føroya Banki er ein sera sterkur og góður banki. Men við privatum íleggjarum hevði hann kunnað ment seg víðari júst sum íslendsku bankarnir og sum Landsbanki gjørdi í 2000.

-Um tú varð spurdur av føroyskum politikarum, um vit skulu privatisera 100% av Føroya Banka longu í morgin, hevði tú so svarað játtandi?

-Ikki neyðturviliga soleiðis. Men gerið tað so skjótt sum man følir ber til. Men ein má ikki geva politikarum ráð. Tað er ikki mín uppgáva. Eg kann bara siga, at royndirnar í Islandi eru tær, at man skal gera hetta kontrolerað. Gerið tað relativt skjótt men ikki yvir eina nátt. Tað skal fyrireikast væl.

Tað almenn og kapping
-Men eru tað ikki eisini fyritøkur í einum lítlum samfelag sum tí føroyska, har tað eisini er neyðugt at hava tað almenna við. Vit hava jú sæð bæði Smyril Line og Atlantic Airways, sum ikki vóru til var tað ikki fyri tí almenna eisini.

-Tað byggir sjálvandi á umstøðurnar í hvørjum einstøkum landi. Og tað má man so sjálvur gera av. Eg fari ikki at leggja meg út í, hvussu føroyingar skulu hugsa, kann bara siga tykkum, hvat vit hava gjørt og hvat vit hava fingið burtur úr privatiseringum. Tó kann eg siga so mikið sum, at tað, sum kappast á marknaðinum, eigur at vera á privatum hondum. Tað eru væl royndirnar í øllum londum. Hevur tú kapping á bankaøkinum, innan telecom osfr. so eigur staturin ikki at vera involveraður, men harfyri sigi eg ikki, at tað ikki kunnu vera uppgávur, sum náttúrliga skulu vera almennar. Og tað kann so vera ymiskt frá landi til land.

Landsbanki er næststørsta fyritøkan í Íslandi. Bara Kaupthing er størri. Halldór Kristjánsson heldur tað eisini kundi verið forvitnisligt at fortalt føroyingum, at fíggjarsektorurin í dag er nú tann størsti einstaki sektorurin í Íslandi, hann er størri enn fiskivinnan. Tað hendi í ár. Og hannn leggur aftrat: -Tað er gleðiligt fyri okkum at síggja, at fíggingarsektorurin - eftir privatiseringina - er vaksin so nógv, at hann er tann størsti einstaki sektorurin í Íslandi.

Lata upp deild i Føroyum
-Hava tit meira ítøkiliga ætlanir við tykkara íløgupolitikki i Føroyum?

-Ikki júst. Vit vilja halda fram við tí, sum er. Vit hava fingið ein umboðsmann og hava áhuga fyri at menna okkara hjáveru her. Hákup Steingrimsson er settur sum umboðsmaður hjá Landsbanki og er í ferð við at fyrireika virksemi her frá hølunum í Nólsoyarstovu í Havn.

-Verða tit harvið ikki kappingarneytar hjá Føroya Banka og Føroya Sparikassa?

-Vit vilja heldur komplimentera hvør annan, fara saman við øðrum um størri uppgávur og vera við í uppgávum, sum møguliga ikki kunnu gerast uttan, at útlendskir bankar eru við.

-Eiga føroyingar at leggja seg meira eftir tí fíggingarliga økinum eins og tit hava gjørt í Íslandi?

-Tað er so eitt av økjunum. Men tað mest týdningarmikla er diversitetur, fjølbroytni.

Órættvísar skuldsetingar
-Nú verður nógv gjørt burtur úr, at ein orsøk til, at tað gongur so væl í Íslandi, er hvítvasking av russiskum gangstarapengum. Er tað ein órættvíst skuldseting?

-Tað er fullkomiliga órættvíst at koma við slíkum skuldsetingum. Eg veit ikki, hví tað verður skrivað so, tí teir íslendsku bankarnir eru fíggjaðir á altjóða kapitalmarknaðunum á ein sera opnan hátt, við opnum lániavtalum við heimsins størstu og fremstu bankar. Tað er einki í hasum søgunum, og eg veit ikki, hví tær koma fram aftur og aftur. Halldór heldur, at tað er bert ein lítil partur av danskarum, sum tekur undir við slíkum skuldsetingum, tí í tístóra og heila eru teir sera væl móttiknir í Danmark.

Halldór J. Kristjánsson leggur aftrat, at tey í Íslandi hava gjørt sær stóran ómak við at kunna altjóða fíggingarmarknaðin um gongdina í Íslandi nógvu seinastu árini, hvussu samfelagið er ment og bygt út saman við teimum bestu partnarunum og bankunum í øllum heiminum, har opinleiki og skipað viðurskifti hava verið nøkur av lyklaorðunum. M.a. hevur IMF váttað hetta. –Hetta er nakað, sum íslendingar hava arbeitt hart fyri.