er, at meðalaldurin á manningini í dag táttar í 43 ár. - Allir hava vit róð nógv við ymsum manningum millum ár og dag, og í fjør gjørdu vit av, at vit skuldu taka lut í old-boys kappingini. Vit vandu hampuliga [...] skommum í 10-mannafarsróðrinum. Og síðani í vetur hava vit veruliga lagt nógv fyri í royndunum. Bæði kostur og venjing eru løgd til rættis eftir málinum, og eitt av úrslitunum er, at báturin í dag er 60 [...] Men tað er einki at taka seg aftur í, at manningin á hvíta tíggjumannafarinum við drekastevninum telist millum tær eldru í landinum. Bróðurparturin av teimum, sum í dag manna føroyska kappróðrarflotan
lýti. Ísland fekk sína bíbliu í 1584, meðan føroyingar ikki fingu sína fyrrenn í 1949 og síðani aðra týðing 1961. Fyri nú 30 árum síðani, sat eg á fyrilestri í Kópavogi í Íslandi, har ein av kendu íslendsku [...] fyri at taka tað inn í skatti sum tíðin og vælferðin tá loyvdu og kravdu”. Søguliga kann í øllum førum prógvast, at verður tikið meiri og meiri inn í skatti og gjøldum, fer hetta út í øktan rakstur. – So [...] náddi tær hæddir, hann hevði vónað og roknað við. Hann gevur háskúlans monnum og Kristini í Geil sum vera mann, og sum hesir eisini hava uppiborið, góðan karakter fyri víðskygni, fyri góðan argumentativan
Brúdleyp Leygardagin 6. oktober kl. 15 giftast í Nøvling kirkju í Aalborg, Súsanna Sømark, Skálavík og Kim Christensen, Aalborg. Veitslan verður fyri innbodnum í felagshúsinum á Næssundvej 50. Føðingar Tann [...] Nes, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4700 gr. 28. sept. fingu Karina Arge Gregoriussen og Jákup Gøthe, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 29. sept. fingu Anna Maria og [...] Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3500 gr. 3. okt. fingu Elisabeth Petersen og Jákup Lamhauge, Kollafjørður, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. 3. okt. fingu Marin og
Hann doyði í januar 1911. Føroyskt og danskt Michelsen var eisini við í almenna kjakinum í Føroyum, og sum skúlamaður var tað sjálvsagt spurningurin um danskt og føroyskt. Í Berlingske Tidende í 1908 var [...] blandaður uppí, og í Dimmalætting avsannar hann so staðiliga, at hann hevur nakað sum helst við hetta at gera. Hann er so eisini komin til ilnar við Kristin í Geil og skrivar m.a. í Dimmalætting: “For [...] kærdi um ymiskt í skúlanum, serliga tey ringu heilsuviðurskiftini. Nátthúsini vóru út av lagi vánalig. Klagur komu eisini frá foreldrum, lærarum, heilsunevndini og læknum. Hann var lærari í rokning, matematik
Seinastu 25 árini er fólkatalið í Húsavíkar kommunu minkað rættiliga nógv, og í Húsavík býr í dag júst sama tal av fólki, sum búði í Dali fyri 25 árum síðan. Hyggja vit í yvirlit hjá Hagstovu Føroya, síggja [...] (117). Gongdin í bygdunum, Húsavík og Dali, hevur verið á leið hin sama, og hesi árini eru báðar bygdirnar nógv minkaðar í íbúgvaratali. Hin 1. januar í 1990 búðu 114 fólk í Húsavík og 70 fólk í Dali, og 25 [...] seinni - hin 1. januar í 2015 - búðu ávikavist 70 fólk í Húsavík og 34 fólk í Dali. Hóast afturgongd í fólkatalinum hesi árini, er íbúgvaratalið á Skarvanesi vaksið. Her búðu 5 fólk í 1990 - men 13 fólk 25
stevnu í Genova seinasta vikuskiftið við somu tíð, sum Biedermann vann við í Berlin. Biedermann og Agnel bardust um gullið í 400 metra frí í EM í Budapest í summar, so teir eru favorittar at vinna í morgin [...] – Aftaná stórdystin í Budapest í summar, sleppa vit at síggja næsta partin av Rouault vs Joensen. Í einum av bestu dystunum í evropameistarakappingum var Pál Joensen á odda fyrstu 1350 metrarnar, men [...] Pál Joensen. Birita Debes og Magnus Jákupsson taka eisini lut á stevnuni í Stokkhólmi. Tey venja miðvíst fram móti norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup í desember.
Føroya Læraraskúla í 1969. Varð sama árið settur í lærarastarv á Føroya Specialskúla/Skúlanum á Trøðni. Tók prógv sum tali- hoyrilærari á DLH í Århus í 1973. Var aftur á árskeiði á DLH í Århus 1989/90. Luttók [...] Luttók eisini í fleiri skeiðum, ið Fróðskaparsetrið skipaði fyri í føroyskum og bókmentum. Í 1984 varð Axel settur settur í starv sum tali- hoyrilærari í Suðurstreymoy. Hetta starvið røkti Axel til hann [...] Axel var stillførur í dagliga yrki sínum. Men kortini hevði hann sínar meiningar um slíkt, ið var frammi í tíðini. Axel var giftur við Gunnvá, f. Thomassen úr Miðvági. Í Bóndabrekku í Havn bygdu tey og teirra
Olsen, sum varð valdur í fjør, men sum í áttati árunum var í RSF í fleiri ár og Niels Nielsen, sum hevur verið í nevndini í fimm ár. Í dómsnevndini stóðu formaðurin, Ólavur Jákup Kristoffersen, og næst [...] Joensen hevur verið í nevndini í RSF í fjúrtan ár, og Hans David Hansen hevur verið í nevndini í tíggju ár. N?valdi Sjúrður Gullbein kemur frá róðrarfelagnum Knørri. Hinir nevndarlimirnir í RSF eru Dánjal Petur [...] seg undan afturvali, og eftir tilmæli frá nevndini varð Sjúrður Gullbein valdur í nevndina. Hannis og Hans David vóru í uppskoti at verða afturvaldir, og tá eingi onnur uppskot vóru til nevndarvali, varð
men avrikið í dag boðaði ikki frá, at teir í Sundalagnum ætla sær at flyta niður. Serliga í vinstra borði í álopspartinum bjóðaðu teir ofta av, men í dag megnaðu teir ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri [...] Fyrsti dysturin í 18. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini varð tíðliga seinnapartin spældur í Streymnesi, har Skála var á vitjan. Úrslitið var 2-0 til Skála, sum í hálvleikinum var frammanfyri 1-0. Tað [...] sigurin varð ikki staðfestur, fyrrenn tað restaðu fýra minuttir. Í skjótum mótálopi í vinstru varð Brian Jacobsen spældur leysur, men í staðin fyri at royna sjálvur ímóti málinum, so trillaði hann bóltin
Navn: Jákup á Borg Bústaður: Viljormsgøta 2 í Hoyvík Aldur: 27 Starv: Stjóri í Bilrøkt Frítíðarítriv : Familjan, fótbólturin og hundurin Nær fært tú summarfrí í ár? Vit skulu spæla Evropa Cup í fótbólti [...] Canaria um heystið í fjør, og hetta ætli eg mær at royna aftur. Eg vænti tó at halda summarfrítíð í Føroyum í ár, men kanska eg fari uttanlands eftir fótbóltskappingina. Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið [...] ov lítið í Føroyum. Nú hevur man hoyrt so nógv um at ferðast í Føroyum í samband við SamVit, so hetta ætli eg at gera meir við. Hvat er títt dreymaferðamál? Einki slær eitt hotel sum Hilton í Keypmannahavn