Axel var sørvingur. Tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969. Varð sama árið settur í lærarastarv á Føroya Specialskúla/Skúlanum á Trøðni. Tók prógv sum tali- hoyrilærari á DLH í Århus í 1973. Var aftur á árskeiði á DLH í Århus 1989/90. Luttók eisini í fleiri skeiðum, ið Fróðskaparsetrið skipaði fyri í føroyskum og bókmentum.
Í 1984 varð Axel settur settur í starv sum tali- hoyrilærari í Suðurstreymoy. Hetta starvið røkti Axel til hann fyri nøkrum árum síðani vegna sjúku varð loystur úr starvinum.
Sum lærari var Axel nærlagdur og hugaður. Hann brann fyri at menna og stuðla uppundir teir veikastu næmingarnar í skúlanum. Eisini var hann virkin innan áhugabólkar, ið virkaðu fyri at betra um korini hjá teimum veiku í samfelagnum. Í hesum arbeiði kom holli kunnleikin hansara til specialpedagogikk øllum til góðar, ið samstarvaðu við hann.
Axel var stillførur í dagliga yrki sínum. Men kortini hevði hann sínar meiningar um slíkt, ið var frammi í tíðini.
Axel var giftur við Gunnvá, f. Thomassen úr Miðvági. Í Bóndabrekku í Havn bygdu tey og teirra trý børn Jónhard, Sonja og Jákup eitt trykt heim.
Í takksemi og djúpari virðing lýsa vit starvsfelagar frið yvir minnið um Axel Haraldsen, og tað hann avrikaði í føroyska skúlanum.
Starvsfelagarnir á Sernámsdeplinum.