Skála greiddi sín setning

Skála vann í dag 2-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi

Fyrsti dysturin í 18. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini varð tíðliga seinnapartin spældur í Streymnesi, har Skála var á vitjan.

 

Úrslitið var 2-0 til Skála, sum í hálvleikinum var frammanfyri 1-0. Tað var tætt og spennandi, og sigurin varð ikki staðfestur, fyrrenn tað restaðu fýra minuttir. Í skjótum mótálopi í vinstru varð Brian Jacobsen spældur leysur, men í staðin fyri at royna sjálvur ímóti málinum, so trillaði hann bóltin upp á tvørs til innskifta Karstin Justesen, sum hegnisliga setti bóltin framvið Jákup Andriasi Hansen í heimamálinum. Tá var EB/Streymur undirmannað, tí eitt korter undan leikloki sá Teitur Johansen reyða kortið.

 

Skála legði seg á odda í 20. minutti, tá ið Hallur Fláaberg skoraði. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Skála sigurin ber við sær, at tað er trýst á B68, sum er á Sandi, har fyrsta bríkslið var klokkan 15. Undan dagsins umfari vóru toftamenn trý stig frammanfyri skálamenn.

 

EB/Streymur er á niðurflytingarplássi, men avrikið í dag boðaði ikki frá, at teir í Sundalagnum ætla sær at flyta niður. Serliga í vinstra borði í álopspartinum  bjóðaðu teir ofta av, men í dag megnaðu teir ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Suna Ernstsson, sum er aftasti skansi hjá Skála.