Navn: Jákup á Borg
Bústaður: Viljormsgøta 2 í Hoyvík
Aldur: 27
Starv: Stjóri í Bilrøkt
Frítíðarítriv: Familjan, fótbólturin og hundurin
Nær fært tú summarfrí í ár?
Vit skulu spæla Evropa Cup í fótbólti, og hetta liggur beint í summarfrítíðini, so har verður neyvan nøkur tíð til at halda summarfrítíð.
Hvussu fert tú annars at halda summarfrítíðina?
Eg eri akkurát fluttur inn í nýggj hús, so har er nokk at takast við.
Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið?
Ja, vit hava verið næstan hvørt ár uttanlands. Vit vóru ein túr á Grand Canaria um heystið í fjør, og hetta ætli eg mær at royna aftur. Eg vænti tó at halda summarfrítíð í Føroyum í ár, men kanska eg fari uttanlands eftir fótbóltskappingina.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið?
Nei, eg ferðist alt ov lítið í Føroyum. Nú hevur man hoyrt so nógv um at ferðast í Føroyum í samband við SamVit, so hetta ætli eg at gera meir við.
Hvat er títt dreymaferðamál?
Einki slær eitt hotel sum Hilton í Keypmannahavn, so har fari eg altíð, um eg skal ferðast víðari. Annars var eg við landsliðnum í USA í fjør, og hetta dámdi mær ótrúliga væl. Har kundi eg gott hugsa mær at fari aftur.