Tað plagar at verða tikið til, at tað er stríggið og ikki altíð so takksamt at manna nevndarsessirnar í ítróttarfeløgum og sersambondum. Undantøk eru, og eitt av teimum tykist vera Róðrarsamband Føroya.
Á ársaðalfundinum leygardagin stóðu formaðurin f?ra tey síðstu árini, Hannis Joensen, og nevndarlimirnir Hans David Hansen og Háldan Haldansen fyri vali. Háldan bar seg undan afturvali, og eftir tilmæli frá nevndini varð Sjúrður Gullbein valdur í nevndina. Hannis og Hans David vóru í uppskoti at verða afturvaldir, og tá eingi onnur uppskot vóru til nevndarvali, varð alt valið friðarval, sum tað plagar at verða tikið til.
Hannis Joensen hevur verið í nevndini í RSF í fjúrtan ár, og Hans David Hansen hevur verið í nevndini í tíggju ár. N?valdi Sjúrður Gullbein kemur frá róðrarfelagnum Knørri.
Hinir nevndarlimirnir í RSF eru Dánjal Petur Olsen, sum varð valdur í fjør, men sum í áttati árunum var í RSF í fleiri ár og Niels Nielsen, sum hevur verið í nevndini í fimm ár.
Í dómsnevndini stóðu formaðurin, Ólavur Jákup Kristoffersen, og næstformaðurin, Hákun Steingrímsson, fyri vali, og teir vórðu báðir afturvaldir. Eykalimirnir hjá teimum báðum vórðu eisini afturvaldir.Teir eru Rodmund Andreasen og Jóhanna í Horni. Triðji limurin í dómsnevndini er skriviarin, Steinfinnur Mittelstein. Eykalimur hjá honum er Edvard Olsen.jh