samstundis sum at arbeitt verður við at útvega býarsavninum eitt framsýningarhøli eisini. Hon heldur, at tað er stór skomm, at tað ikki langt síðani er gjørt, men at ætlanin nú er at gongd skal vera í málinum [...] halda, at tað er burtur úr vón og viti, at Tórshavnar Býráð fer undir enn eitt leigumál. Serliga átala teir, at leigumálið er bindandi í tíggju ár. Tróndur Sigurðsson heldur, at, at tá er betri at varðveita [...] Musikkskúlan og at brúka hann til goymslu, men kommunan eigur eisini onnur høli á Hjalla við hita í. At býráðið bindur seg til ein leigusáttmála í tíggju ár, ljóðar ikki sum um at endamálið er at gera nakað
Tað er heldur ikki loyvt at hava rør við konfetti við til dyst, tí hetta dálkar illa, og tað er trupult at fáa upp av vøllinum aftur. Umframt hetta verður gjørt vart við, at áskoðarar ikki sleppa inn á [...] á vølli at fegnast saman við sínum liðið, er forboðin. Úti í heimi hevur hetta onkuntíð verið ein trupulleiki, men fólk, sum In.fo hevur tosað við, vísa á at hetta sjáldan er ein trupulleiki í Føroyum [...] á vøllin eftir dystirnar, skrivar Fótbóltssambandið í tíðindaskrivi í kvøld. Sambært keldum hjá In.fo, so er hetta ikki fallið í góða jørð hjá fjepparafeløgunum, sum fyri langari tíð síðan hava fyrireikað
meira tað at fólk koma saman at dansa og hugna sær, sigur Vagnur Mikkelsen. Hetta árið er seytjanda árið, at Aftur í 60?ini er á skránni. Væntandi verða næstan tvey túsund fólk at síggja tilsamans í høllini [...] stevnurnar. Fólk fara á ólavsøku fyri at ganga oman og niðan og heilsa upp á fólk. Tað sama er galdandi, tá fólk fara Aftur í 60?ini, nevniliga hetta her við, at tey koma at dansa og práta við fólk, sigur Vagnur [...] Hetta vikuskiftið stendur stóra dansitiltakið Aftur í 60?ini fyri durum. Vagnur Mikkelsen, samskipari, sigur, at tað er tiltakið sjálvt, sum dregur øll fólkini. - Tað er ikki so nógv sjálvur tónleikurin
óvist, hvat ið fór at henda. Tíðindini gingu um, at bretar fóru at koma inn á fjørðin at forða týskarum í innrásini. Tí kundi hetta fara at gerast vandamikið hjá teimum. Tískil varð avrátt at øll manningin [...] Thomas var Jógvan Olsen í Króki, mamman var Súsanna, ættað av Geilargarði í Skúvoy. Hetta merkti, at Thomas kom at ferðast nógv til Skúvoyar sum drongur. Hann minnist seg at hava verið í Skúvoy, síðan hann [...] skalli. Hetta mið var so lítið, at tað rakk bert til at draga snørið tríggjar ferðir, tá mátti rógvast aftur á aftur. Men tað var stórur fiskur, og tá var skjótt at fylla upp í bátin. Tá ráddi um at dylja
urnar, tey hava. Hetta er so órímuligt, at løgtingið kann ikki gera annað enn at broyta hetta – men tað kom bara í ljósmála, tí at Sosialurin og Rás2 tóku málið upp fyrr í vikuni. Vit vilja [...] á, at hann ikki peikar eftir øðrum, so tað eitt týðuligt tekin um, at løgmaður hevur málað seg upp í ein krók. Men at løgmanni tørvar hjálp er nú eyðsýnt, og vit vilja fegin hjálpa honum við at finna [...] Hetta vistu tó øll frammanundan. Eisini løgmaður visti hetta, hóast hann lætst ikki gera tað – hann vildi bara ikki viðganga, at lyftið hansara var fullkomiliga úti av øllum proportiónum, og
hugnaliga kjallaranum standa "dukkur" í klæðum, sum Shop-In selir, og hetta eru mótaklæði við rætta sniðinum og litunum, sum er frammi í dag. - Hetta er ikki ein jólaframsýning, tí hon byrjar umleið hálvan november [...] Framsýning Í dag lata Sámal Erik Djurhuus og Anette Sonne, sum hava blómuhandilin, Orkis á Glyvrum, upp framsýning í kjallaranum í handilshølunum. Hetta er ein forvitnislig og áhugaverd framsýning, har [...] hillar, myndir í rammu og innbúgv av ymiskum slagi, umframt mangt annað, sum torført er at seta røttu orðini á. Framsýningin er skipað saman við klædnahandlinum, Shop-In, sum er í sama bygningi. Í hugnaliga
vón um at vinna Premier League hetta kappingarárið. Síðani september 1996 hevur Arsène Wenger sitið í venjarasessinum hjá London-felagnum, men nú eru fleiri og fleiri, ið eru av tí áskoðan, at fraklendingurin [...] sum í Bretlandi er kendur sjónvarpsvertur og fyrrverandi blaðstjóri hjá Mirror. Hann sigur seg vita, at Arsenal hevur boðið Wenger nýggjan sáttmála. - Eg havi fingið at vita frá álítandi keldu, at Arsenal [...] verið sum nógv av teimum undanfarnu. Í fyrru helvt av kappingarárinum var Arsenal-oddalið og bleiv av mongum spátt at vera besta boðið upp á ein enskan meistara, men í seinnu helvt hevur liðið lorkað nógv
ein túr í Norðradali í dag, har elektroniski festivalurin The Fairy Island Festival verður alt vikuskiftið. Hetta er fyrsti elektroniski festivalurin í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, at ein festivalur [...] festivalur er í Norðradali. Sigast kann ikki annað, enn at dalurin riggar stak væl sum karmur fyri ein festival, og hetta er eisini tað, allir festivalgestirnir siga, tá vit spyrja teir, hvussu teimum dámar [...] tó nakað av vindi í dag, men tað leggja festivalgestirnir ikki so nógv í, tí tað er allíkavæl lýtt. Nógvir av festivalgestunum eru útlendingar, sum eru komnir til Føroya bara fyri at uppliva hendan festivalin
tað finst ikki eitt hús í landinum, sum ikki hevur okkurt tól, sum kann taka útvarps- ella sjónvarpssignal. ? Við øðrum orðum: Hetta er ikki ein tænasta, sum fólk kunnu velja at rinda fyri. Hetta er nakað [...] ld" í prinsippinum er sunt, so er nýggja kringvarpsgjaldið hjá ABC-samgonguni burtur úr vón og viti! ? Nú skal tann, sum ikki vil rinda, prógva at hann ikki hevur nakran móttakara. Og øll vita, at tað [...] skulu gjalda. Hetta er ein skattur! ? Til tess at tryggja, at fólk síggja hvat tey rinda fyri, kundi hetta verið gjørt sum ein "kringvarpsskattur" (tað hevði mint um kirkjuskattin) soleiðis at øll, alt eftir
mær í felagnum fer altíð at metast sum tað besta á yrkisleið míni, sigur hann og heldur fram: - Eg hevði ikki ímyndað mær at vinna 15 steyp og eg fari avgjørt ikki at gloyma fantastiska kvøldið í Moskva [...] Moskva (Champions League-sigurin í 2008, red.). Minnir, sum fara at liva í mær og fjepparunum í allar ævir. Tó, so havi eg gjørt av at fara víðari við endan á hesum kappingarárinum. Eg vil royna meg av nýggjum [...] Manchester United. Hann slær fast, at hann ikki umhugsar at verða verandi í Onglandi, tí – sum hann sigur – so er Manchester United einasta felagið hann vil hava umboðað í Onglandi. 32 ára gamli Nemanja Vidić