Kappingarárið hjá Arsenal hevur verið sum nógv av teimum undanfarnu. Í fyrru helvt av kappingarárinum var Arsenal-oddalið og bleiv av mongum spátt at vera besta boðið upp á ein enskan meistara, men í seinnu helvt hevur liðið lorkað nógv stig burtur. Hóast Arsenal hevur spælt ein dyst færri enn oddaliðið Leicester, so eru 11 stig ímillum liðini, og tískil skal nógv henda ímillum himmal og jørð, um Arsenal skal gera sær nakra vón um at vinna Premier League hetta kappingarárið.
Síðani september 1996 hevur Arsène Wenger sitið í venjarasessinum hjá London-felagnum, men nú eru fleiri og fleiri, ið eru av tí áskoðan, at fraklendingurin skal leggja frá sær. Arsenal hevur ikki vunnið Premier League síðani 2004, og hóast felagið kvalifiserar seg til Champions League hvørt einasta ár, so krevja fjeppararnir meira enn hetta.
Ein av teimum, sum ikki dámar Wenger væl, er Piers Morgan, sum í Bretlandi er kendur sjónvarpsvertur og fyrrverandi blaðstjóri hjá Mirror. Hann sigur seg vita, at Arsenal hevur boðið Wenger nýggjan sáttmála.
- Eg havi fingið at vita frá álítandi keldu, at Arsenal hevur boðið Wenger nýggjan sáttmála. Um hetta passar, so er tað sera skammiligt. Hvussu kann felagið rættvísgera at geva Wenger nýggjan sáttmala, tá ið hugt verður eftir úrslitinum seinastu 11 árini?, spyr ein ónøgdur Piers Morgan.
Núverandi sáttmálin hjá Wenger fer úr gildi á sumri 2017.










