Hetta vikuskiftið stendur stóra dansitiltakið Aftur í 60?ini fyri durum. Vagnur Mikkelsen, samskipari, sigur, at tað er tiltakið sjálvt, sum dregur øll fólkini.
- Tað er ikki so nógv sjálvur tónleikurin, sum er miðdepilin, men meira tað at fólk koma saman at dansa og hugna sær, sigur Vagnur Mikkelsen.
Hetta árið er seytjanda árið, at Aftur í 60?ini er á skránni. Væntandi verða næstan tvey túsund fólk at síggja tilsamans í høllini á Nabb hetta fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Vagnur Mikkelsen sigur, at metingin er eini 800 fólk fríggjakvøldið og umleið 1.000 fólk legarkvøldið.
- Eg haldi, at Aftur í 60?ini kanska hevur fingið sama status sum ólavsøkan og allar stevnurnar. Fólk fara á ólavsøku fyri at ganga oman og niðan og heilsa upp á fólk. Tað sama er galdandi, tá fólk fara Aftur í 60?ini, nevniliga hetta her við, at tey koma at dansa og práta við fólk, sigur Vagnur Mikkelsen, samskipari.Tiltakið er bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið í høllini á Nabb, og byrjað verður klokkan tíggju um kvøldið.