Vit vóru ein túr í Norðradali í dag, har elektroniski festivalurin The Fairy Island Festival verður alt vikuskiftið. Hetta er fyrsti elektroniski festivalurin í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, at ein festivalur er í Norðradali.
Sigast kann ikki annað, enn at dalurin riggar stak væl sum karmur fyri ein festival, og hetta er eisini tað, allir festivalgestirnir siga, tá vit spyrja teir, hvussu teimum dámar.
Sólin skínur, tónleikurin er for frá, og lagið er gott hjá bæði fyriskiparum, tónleikarum og festivalgestum. Tað er tó nakað av vindi í dag, men tað leggja festivalgestirnir ikki so nógv í, tí tað er allíkavæl lýtt.
Nógvir av festivalgestunum eru útlendingar, sum eru komnir til Føroya bara fyri at uppliva hendan festivalin. Serliga eru nógvir danskarar.
##med2##
Hesin vinarbólkurin er komin úr Danmark. Tey fingu eitt preið um festivalin og valdu at koma til Føroya ein túr. Tey lata heilt væl at The Fairy Island Festival higartil og gleða seg til komandi tímarnar og dagarnar.
##med3##
##med4##
##med5##
The Fairy Island Festival byrjaði í gjár 1. juli og heldur fram til 4. juli.
##med6##
##med7##
Bjørk Sjóðklett er fyriskipari, og hon hevur nógv um at vera í dag. Hon er sera væl nøgd við, hvussu tað hevur gingið higartil. Bjørk vónar, at festivalurin verður afturvendandi.
##med8##
##med9##