Kringvarpsgjaldið er ósakligt og órættvíst. Er tað eisini ólógligt?

Summi rinda tvey kringvarpsgjøld. Onnur rinda ein fimting av einum gjaldi. Tað verður gjørdur tilvildarligur og ósakligur munur á fólki. Tað er hamrandi órættvíst. Spurningurin er, um tað eisini er ólógligt

Tað er í grundregluni einki galið við, at fólk rinda beinleiðis fyri Kringvarpið. ? At vit fáa eina rokning, og sjálv skulu flyta eina stóra upphædd beinleiðis av okkara konto yvir til Kringvarpið, ger okkum tilvitað um, hvat vit fáa fyri pengarnar. ? Tí er kringvarpið eisini konstant í brennideplinum. Tað gongur ikki dagur uttan at fólk alment geva til kennar, um tey eru nøgd ella ónøgd um tað, tey fáa fyri sítt kringvarpsgjald. Hetta leggur eitt sunt trýst á stovnin, hansara leiðslu og hansara starvsfólk. ? Tað er lítil ivi um, at Kringvarpið hevði verið øðrvísi - og verri! - um fólk ikki rindaðu beinleiðis fyri hesa tænastu.

Aðrar rokningar...
Vit kunnu hugsa okkum hvussu almenna kjakið hevði verið, um vit eisini fingu rokningar, sum áløgdu okkum at rinda beinleiðis fyri til dømis fólkaskúlan, arbeiðseftirlitið, strandferðsluna, Skráseting Føroya, sjúkrahúsverkið og 100 onnur ting. ? Mundu slíkar rokningar ikki lagt trýst á, so tað hevði verið lættari at framt rationaliseringar innan tað almenna? ? Og hvussu við politisku skipanini? Hvussu hevði verið við tingmannatali, koyripengum, dupultum lønum, pensiónum og tali av aðalráðum, um fólk blivu tvingað til at flyta nógvar pengar av síni konto beinleiðis til politisku skipanina? ? Eg giti, at nógv hevði sæð øðrvísi út! ? Ein stórur vandi við tí sonevnda "vælferðarsamfelagnum" er, at vit ikki eru tilvitað um hvat tingini kosta og hvar skattapengarnar fara. Tað endar sum eitt krevjara-samfelag, har politikarar liva av at vera gávumildir við pengunum hjá øðrum. Fólk verða uppald til at halda, at almennar tænastur eru gávur frá politikarum. ? Uttan tá talan er um kringvarpið! Tá merkja fólk beinleiðis, at tey eru tey, sum rinda.

Ein skattur ?Men hóast eitt slíkt beinleiðis "brúkaragjald" í prinsippinum er sunt, so er nýggja kringvarpsgjaldið hjá ABC-samgonguni burtur úr vón og viti! ? Nú skal tann, sum ikki vil rinda, prógva at hann ikki hevur nakran móttakara. Og øll vita, at tað finst ikki eitt hús í landinum, sum ikki hevur okkurt tól, sum kann taka útvarps- ella sjónvarpssignal. ? Við øðrum orðum: Hetta er ikki ein tænasta, sum fólk kunnu velja at rinda fyri. Hetta er nakað, sum øll skulu gjalda. Hetta er ein skattur! ? Til tess at tryggja, at fólk síggja hvat tey rinda fyri, kundi hetta verið gjørt sum ein "kringvarpsskattur" (tað hevði mint um kirkjuskattin) soleiðis at øll, alt eftir inntøku, rindaðu eina upphædd til kringvarpið, meðan t.d. DIS'arar fingu serstakt girokort. ? Við hesi skipan hevði eingin kunnað snýtt, vit høvdu varðveitt tað sunna trýstið á stovnin, og tað hevði verið sosialt rættvíst. ? Ein slík loysn hevur verið á borðinum hjá landsstýriskvinnuni, men samgongan vrakaði hana. ? Í staðin verður kringvarpsgjaldið verandi tað, vit kunnu nevna ein "húsarhaldskattur" og ein "fyritøkuskattur".

Tilvildarligt og órættvíst
Hesin skattur rakar púra tilvildarliga og er hamrandi asosialur. ? Eitt er, at láglønt og hálønt rinda tað sama. ? Annað er, at ein persónur, sum er einsamallur í húsi, sjálvur skal rinda eitt heilt kringvarpsgjald. Men har fimm fólk eru í húsi, rinda tey eisini bara eitt gjald - tilsamans. ? Hevur persónurin, sum er einsamallur í húsi, eitt virki, skal hetta virkið eisini rinda kringvarpsgjald. Hann skal altso í veruleikanum rinda dupult gjald - meðan mong bara rinda ein brotpart av einum gjaldi. ? Órættvísari verður tað ikki...

ABC blokkerar
Tað er ikki meiriluti á tingi fyri at tí serstaka kringvarpsskattinum, sum eftir mínum heilt persónliga tykki hevði verið besta loysnin. ? Men tað er meiriluti fyri eini aðrari loysn, sum hevði verið betri enn tann, vit nú fáa: Nevniliga at krevja gjaldið gjøgnum vanliga skattin, og hava serstakt gjald fyri t.d. DIS'arar. Hetta setti Tjóðveldi fram uppskot um bæði í 2009 og 2010. ? Við hesum høvdu vit mist tað greiða gjøgnumskygni, ið beinleiðis gjaldið til Kringvarpið gevur. Men tað hevði verið bæði rættvísari og nógv, nógv einfaldari at umsita, enn tað, sum nú verður sett í verk. ? Og tað er altso eisini eitt sindur løgið, at vit hava eina serstaka, gjøgnumskygda skattaskipan fyri Kringvarpið, meðan allir aðrir almennir stovnar sleppa at "fjala seg" í teirri stóru skattapuljuni. ? At krevja kringvarpsgjaldið umvegis skattin er eisini tað, sum CHE-samgongan ætlaði at gera, so tað er lítil ivi um, at tað er meiriluti á tingi fyri hesi loysnini. Og tað er eingin sum helst ivi um, at flokkurin, sum nú hevur ábyrgdina av Kringvarpinum - Javnaðarflokkurin - heldur hetta vera tað besta. ? Hetta er tí tann vælkendan støðan: Tað er ein minniluti á tingi sum dikterar, hvat gerast skal!

Er tað lógligt?
Kringvarpsgjaldið er, sum sagt, í veruleikanum er ein obligatoriskur skattur. Tað hevur tað verið leingi, men við nýggju skipanini er als eingin ivi. ? Men hetta er ein skattur, har fólk, sum búgva einsamøll, verða skattað nógv harðari enn tey, sum búgva saman við øðrum. ? Hetta er altso ein skattur, har øll ikki eru líka fyri lógini. Og tann munur, sum verður gjørdur á fólki, er bæði tilvildarligur og ósakligur. ? Og tað reisir spurningin, um tað er lógligt. ? Hava vit loyvi til at skatta tey, sum búgva einsamøll, harðari enn tey, sum búgva saman við øðrum? ? Hesin spurningur er so prinsipiellur, at eg nú havi tikið hann upp á tingi.