borgarstjóran í Vestmanna upp úr stólinum. Og tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, var avgerin hjá Eik í farnu viku at avhøvda tríggjar deildir á bygd aftur, nevniliga deildina í Vestmanna, í Fuglafirði og [...] deildini á Sandi verður skert so nógv, at har verður nú bara opið ein dag um vikuna. Nú er nokk Hesari gongdini vil borgarstjórin í Vestmanna ikki finna seg í longur. Á aðalfundi í Føroya Kommunufelag um vikuskiftið [...] valdur í nevndina og har hevur hann nú tikið málið upp. Í hesum sambandi er hann farin í holt við at kanna um tað ikki ber til at fáa aðrar peningastovnar at fíggja kommunurnar enn vanligu bankarnar í Føroyum
sveinaroyndina hevði Petur og dyggiliga tað. Hann keypti partabrøv í Tórfelagnum í Havn, og fór við “Tór 1”. Haðani flutti hann í 1939 umborð í “Tór 2” saman við Jákupi á Trøðni, sum var skipari. Eitt legg [...] hesum í ókomnum døgum. Seks dagar fyri Fólkaatkvøðuna í 1946 giftist Petur Elsu Mariu, Essemiu, sum vit rópa hana. Skemtiliga lýsti Bjartalíð hendingina í kirkjuni hendan dagin í desember, hvussu leikur [...] sterkur í síni trúgv. Petur var kirkjumaður av tí góða gamla slagnum, hann átti í sær ein magnfullan Guðsótta, sum var ósvitandi. Hetta sæst eisini aftur í lýrisku royndum hansara, eitt nú í nógv sungna
lata aftur, er deildin í Norðskála, og ta avgerðina skilir borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen, ikki. - Vit hava varhugan av, at nógv fólk løgdust afturat sum kundar í Eik Banka, tá Bank Nordik [...] hugstoytandi, at pengastovnarnir soleiðis kvetta á stokkinum og stongja seg inni í Havn. -Ein minsta mark átti at verið fyri, hvussu vánaligar sømdir tú kanst bjóða tínum kundum. At bankarnir varðveittu deildir [...] Nordik stongdi sína deild her fyri fáum árum síðan. Í Sundalagnum átti sostatt at verið eitt gott grundalag at arbeitt á, og og tá hugsað verður um, hvussu væl økið við Streymin liggur fyri hjá øðrum kundum
vóru komnir inn í Kirkwall at kroka og at fáa tett ein leka, men at fáa lekan tettan var ikki gjørligt. Andreas heldur áfram við frásøgnini: Aftur í illveður Vit lógu nú í Kirkwall í fleiri dagar fram [...] fingu eitt rep niður í stórseglið. So fer ein maður upp at skera lissuna í. Hann klagar um, at hann finnur ongar kósir at fáa lissuna í, tí tað var so myrkt. Hann hevði so fingið lissuna í til endan, men tá [...] vit høvdu í hondini, og bitu í av og á. Tá ið vit komu norð aftur fyri Nípubakkan, nú er vestfall aftur í Suðuroyarfirði, so tað bar ikki til at fara at krússa vestfallið. Vit komu ikki inn í Suðuroy uppá
prátingarsamur maður, sum hevur roynt nógv í síðani hann á fyrsta sinni kom á vøllin fyri TB í 1988. Sum 40 ára gamal tuskaði hann framvegis runt í Effo-deildini í fjør, og tað er ikki óhugsandi, at vit [...] verða væl egnaður til »sweepara« plássið, sum er tann aftasti av teimum trimum í verjuni. Í 1995 fer Óli á læraraskúla í Havn og í 1996 skiftir hann til B36. Árið eftir vinnur hann meistarheitið við árstalsfelagnum [...] eina serliga støðu í heimbýnum. Hann hevur akkurát vant saman við hinum á TB liðnum. Tað er leygardagur og tað er kalt í veðrinum. TB húsið er ikki liðugt, so spælararnir skifta í Høllini í Trongisvági. Til
Keisarin Augustus vildi telja øll fólk í heiminum (Romararíkinum). So hetta mátti kunna dokumenterast í álítandi keldum. Men hvat – ? 1. Tað er ongastaðni, hvørki í romarskum ella øðrum keldum, nakað [...] Eysturlondum, barnamorðini í Betlehem, flýggjanin til Egyptalands. Og somu viðferð verður teimum í lut, hatta eru mytur og vanligt ’pynt’, sum man brúkti í ríkiligari mongd tá í tíðini. Úr Nazaret til Betlehem [...] (132). Keisari, kongur og stórmenn sum gudar Spurningurin er, hvussu fólk fyrr í tíðini hugsaðu sær, at ein gudur var? Vit vita at Faraonar í Egyptalandi vóru hildnir at vera gudar. Men eisini keisarar og
dreingjalótirnar. Fyrstu árini gingu við at spæla á Tvørabakka ella har um leiðir. Gingu nógv í mølini ella uppi í haganum og kannaðu býin, so hvørt sum okkara radius gjørdist størri. Onkuntíð varð farið [...] at mennast og ansa eftir okum sjálvum. Í skúlanum gingu okur í sama flokki fyrstu 4 árini, inntil okur, av einari ella aðrari merkiligari orsøk, vórðu koyrdir í hvør sín flokk. Kanska ikki so pedagogiskt [...] kvøldarnar ella at fylgja við TB í 70´unum. Okur vóru skótar í skótaliðnum FLØTT og fóru at rógva kapp við Huldu og seinni við Tvørabátinum, har okur mundu blivið føroyameistar í 1980. Eg havi ofta hugsað, at
honum frá mínari søgu, sigur Njál Djurhuus. Njál er føddur og uppvaksin í Havn, og um 9 ára aldur hevði hann funnið út av, at hann – í mun til onnur born – ongan papa hevði. Eg vaks upp hjá ommu og abba, [...] rættiliga vaksin í hugaheimi. Eg mátti so sláa meg til tols við hesum. Mamma var blaðung, tá hon átti meg, og eg skilti, at hon ikki vildi tosa so nógv um hetta, sigur Njál Djurhuus. Hann var borin í heim 15. [...] beiggi okkara. Soleiðis kom eg inn í eina familju, sum longu framman undan taldi 10 børn, sigur Njál Djurhuus. Hann hevur altíð havt tað gott í sínum uppvøkstri, og hann hevði í veruleikanum tvær mammur og ein
mat og matgerð. – Fólk vita alt ov lítið, um tað, tey eta. Summi vita nóg illa av, at búffurin á borðiskinum stavar frá einum djóri, sigur Teitur Christensen. Hann býr í Keypmannahavn, har hann dagliga [...] dagliga starvast sum kokkur og varastjóri á matstovuni Les Trois Cochons á Vesterbro. – Hóast nógv fólk í dag eru tilvitað um at vera sunn og spara, so tykist tað, sum tey ikki altíð vita, at góður matur [...] kjøtrættir, og í bókini verður víst, hvussu allir partar á djórinum kunnu brúkast. – Vit brúka veruliga alt, sum kann etast. Eisini innmatur og annað, sum stóru handilsketurnar ikki kenna til, men sum í roynd og
náttina í Havn. Fekk sær ein platform í Klubbagarðinum mitt í høvuðsstaðnum og hevur síðani verið virkin í náttarlívinum. Seinastu fimm árini hevur hann eisini fóðrað føroyingar við fastfood og kaffi í søl [...] byrjað, er Havgrímur leysur av øllum virksemi í SMS og í Klubbagarðinum. Innan stutta tíð við ársenda í fjør, fekk hann tilboð upp á bæði virksemið í SMS og í Garðinum. - Tað er rættiliga tilvildarligt, [...] og fólk tóku sera væl ímóti hesum. Tað, sum vit eru von við og krevja í náttarlívinum nú, var als ikki vanligt fyri 10 árum síðani, sigur Havgrímur. Sera læruríkt Tá ið virksemið var í hæddini í 2007