Tænasta ongan týdning longur

Millum bankadeildirnar, sum Eik Banki hevur gjørt av at lata aftur, er deildin í Norðskála, og ta avgerðina skilir borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen, ikki.

- Vit hava varhugan av, at nógv fólk løgdust afturat sum kundar í Eik Banka, tá Bank Nordik stongdi sína deild her fyri fáum árum síðan. Í Sundalagnum átti sostatt at verið eitt gott grundalag at arbeitt á, og og tá hugsað verður um, hvussu væl økið við Streymin liggur fyri hjá øðrum kundum, er afturlatingin púra óskiljandi, sigur Heðin Zachariassen við heimasíðuna hjá kommununi.

Hann leggur afturat , at ferðslan er stór í Sundalagnum, og at tað tí verður ringt at finna eitt betri stað at røkka kundunum.

-Men hetta hevur kanska ikki stórvegis at siga fyri Eik, tí tænasta og kundarøkt tykist ikki vera nakað, sum hevur hevur týdning longur, sigur borgarstjórin. Hann sigur tað vera serliga hugstoytandi, at pengastovnarnir soleiðis kvetta á stokkinum og stongja seg inni í Havn.

-Ein minsta mark átti at verið fyri, hvussu vánaligar sømdir tú kanst bjóða tínum kundum. At bankarnir varðveittu deildir kring landið, møguliga við avmarkaðum upplatingartíðum og við minni manning, hevði bæði verið sømiligari og víst fyrilit fyri teimum kundum, ið bankarnir hóast alt liva av, sigur Heðin Zachariasen í viðmerking til avgerðina hjá Eik Banka at lata deildina í Norðskála aftur.