TB hjartað bankar enn

Hann er eitt halgimenni í føroyskum fótbólti og hevur síni heilt serligu viðhaldsfólk. Hann hevur í góð tjúgu ár verið við til at mynda føroyskan fótbólt, men hevur eisini roynt seg sum yrkisspælara. Hann mundi eina ferð enda í kinesiskum fótbólti, er blivin sligin av Thierry Henry og trampaður á av Ruud Van Nistelrooy. Hann er drúgvasti landsliðsspælarin vit eiga og eitur Óli Johannesen

Óli Johannesen hevur eitt heilt serlig pláss í føroyskari fótbóltssøgu. Hann hevur við sínum 83 landsdystum spælt seg í hjørtuni á føroyska fólkinum, og kærleikin fyri barndómsfelagnum, TB, hevur eisini givið sterka miðverjanum eina serliga støðu í heimbýnum.

Hann hevur akkurát vant saman við hinum á TB liðnum. Tað er leygardagur og tað er kalt í veðrinum. TB húsið er ikki liðugt, so spælararnir skifta í Høllini í Trongisvági.
Til venjingina er Óli millum teir stinnastu. Hann rennur trúliga við, tá venjarin vil hava nakar drúgvar rennitúrar, og hann er ikki til at flyta, tá venjingardystur er móti endanum.

Ímyndin av Óla á vøllinum er, at hann er ein eirindaleysur verjuspælari, sum ikki er bangin fyri at brúka bæði kroppin og aðar snildir fyri at steðga mótstøðuni. Og so dámar honum ikki at tosa við fjølmiðlarnar.
Men tann Óli, sum hevur sett seg hinumegin borðið á matstovuni, er ein blíður og prátingarsamur maður, sum hevur roynt nógv í síðani hann á fyrsta sinni kom á vøllin fyri TB í 1988.

Sum 40 ára gamal tuskaði hann framvegis runt í Effo-deildini í fjør, og tað er ikki óhugsandi, at vit koma at síggja meiri til róligu og blíðu verjukepuna, men hann vil sjálvur finna hurðina.

Stóribeiggi
er fyrimyndin

Fyrstu níggju árini býr Óli Johannesen saman við familjuni í Danmark. Hann er smæðin og hevur ikki hug at spæla skipaðan fótbólt við donskum felagi. Tá dámar honum betri at sparka í garðinum, har mótstøðan er fýra ára eldri beiggin.

– Jón var og er mín størsta fyrimynd. Tað hevur ikki altíð verið stuttligt hjá honum at hava meg upp á sleip, men vit sparkaðu altíð í garðinum við einum sunnum kappingaranda, sigur Óli.

Eisini gongin verður brúkt sum fótbóltsvøllur, men tað dámar ikki teimum gomlu, tá Óli og Jón spæla fótbólt sunnumorgun klokkan 7, og hurðin til sovikamarið er málið.
Sum níggju ára gamal flytir Óli og familjan heim til Tvøroyrar aftur. Húsini liggja bara metrar frá vøllinum á Sevmýru og Óli meldar seg upp í TB.

– Tað var ikki nógv skipað venjing. Vit møttu og so spældu vit bólt. Tað gjørdu vit eisini á grasvøllinum, ið liggur millum vøllin og húsini hjá okkum. Tað er líka mikið um tað er regn, vindur og móra, sigur Óli Johannesen og vísur á málningi av vøllinum í Sevmýri, sum hongur í høllini, hvar húsini liggja.

Tað er lítið Óli og teir vinna í ungdómsárunum. Óli er framherji og tað dámar honum væl. Eitt minni hevur fest seg frá ungu døgunum. TB fer til Havnar at luttaka í kapping og kemur í finaluna.

– Tá vit koma suður aftur kenna vit okkum sum heimsmeistarar, sigur Óli og smílist.

Framherjin blívur til miðverja

Í 1988 gongur illa hjá TB. Felagið hevur havt sína stórheitstíð og tað byrjar at ganga skeiva vegin. Felagið roynir allar loysnir og í 13. umfari eru boð eftir 16 ára gamla Óla Johannesen. Hann verður tveittur í álopið frá byrjan og TB vinnur 1-0. Óli minnist seg hava eitt skot á mál, men serliga minnist hann eitt skump, sum sendi komandi landsliðsspælaran umkoll.

– Eg fekk eitt skump frá Meinhardti Dalbúð og fór ein ordans túr. Tað var nakað annað enn at spæla við dreingjum, greiðir Óli frá.

Fyrst í 90 unum er Finn Røntved venjari hjá TB og hann hevur ein øðrvísi ætlan við Óla. Hann umskúlar framherjan til miðverja.

– Hatta býtta, sigur Óli og flennir. – Tað er stuttligari at spæla í álopinum saman við eini legendu sum Henrik Thomsen, sigur Óli, sum vísir seg at verða væl egnaður til »sweepara« plássið, sum er tann aftasti av teimum trimum í verjuni.
Í 1995 fer Óli á læraraskúla í Havn og í 1996 skiftir hann til B36. Árið eftir vinnur hann meistarheitið við árstalsfelagnum. Tað er higartil einasta meistaraheitið hann hevur vunnið. Óli Johannesen hevur eisini sína søgu um Tomislav Sivic, sum kollveltið B36 tað árið.

– Vit vóru í Grikkalandi og skuldu spæla dyst. Vit búðu á einum flottum gistingarhúsið og tað var heitt uttanfyri. Vit høvdu besta hug at hugna okkum, men Tomislav vildi hava okkum at venja á eini grasfløtu beint við. Tað endaði við, at vit runnu runt í øllum hitanum við hvørjum øðrum á bakinum. Eg minnist ikki hvør hevði meg á rygginum, men stakkals maður, sigur Óli og flennir. Tað árið eru Óli Johannesen og Julian Johnsson í harðari innanhýsis kapping um hvør skjýtur fleiri mál. Ein kassi av øl stendur upp á spæl. Undan næst seinasta dystinum er Julian á odda 8-4, men upp á tveir dystir skorar Óli fýra mál.

– Julian fekk ongan kassa frá mær, men hann fekk ovmikið at drekka eftir at meistaraheitið kom í hús, sigur Óli smílandi.

Frá TB til AGF og víðari til Hvidovre

Eftir FM heitið flytir Óli aftur til Tvøroyrar, men honum er nú greitt, at TB er ikki tað, sum tað hevur verið fyrr. Mín hví so flyta aftur til TB?
– Onnur halda at tað er løgið, men fyri meg var tað eitt lætt væl. Eg eri uppvaksin her og mær dámar væl at vera á Tvøroyri, sigur Óli um skiftið.
Felagið fær bara átta stig og flytur niður. Óli kemur fyri atfinningum í 1999, tí hann spælir í næst bestu deildini og er á landsliðnum.

Um summarið í 1999 hevur Allan Simonsen, táverandi landsliðsvenjari, ein fingur við í spælinum, tá Óli Johannesen skiftir til AGF. Hann er 27 ár og kemur beint inn á liðið hjá AGF. Í næsta dystinum er hann við frá byrjan móti FCK og kemur á vikuliðið hjá fleiri donskum fjølmiðlum.
Í eitt gott ár livir Óli dreymin sum yrkisspælari. Hann fellir væl til og spælararnir taka væl móti føroyinginum, sum einki ringt hevur at siga viðspælarar.
Tað hevur hann hinvegin um venjaran, sum tekur við í 2000. Ove Christensen og Óli blíva ongantíð væl.

– Hann skuldi verða góður til at tosa við sínar spælarar, men tað merkti eg so einki til. Fleiri av spælarunum tosaðu seg bara á liðið, men eg eri ikki týpan, sum stillar seg at rópa upp, greiður Óli Johannesen frá.
Spælararnir í felagnum skilja einki og stuðla Óla, men tað nyttar einki. Í 2000 kemur Hvidovre við einum tilboðið. Danska landsliðslegendan, Peter Schmeichel, hevur keypt felagið og hevur stórar ætlanir. Aftur fellir Óli væl til og verður ein lyklaspælari, men stóru ætlanirnar hjá felagnum blíva aldrin til nakað og Peter Schmeichel tekur seg úr felagnum aftur.

– Tað var einki »her komi eg« yvir honum. Hann var bara ein vanligur maður, tá hann var saman við okkum, sigur Óli Johannesen um heimskenda málverjan.

Til Kina at venja

Í 2003 bjóðar umboðsmaður Óla at koma til royndarvenjing í Aberdeen, men á flogvøllinum fær verjukempan boð um, at hann ikki skal avstað alíkavæl.

– Tað var eitt stórt vónbrot. Eg fór suður aftur sum ein flongdur hundur, sigur Óli, sum tó skuldi fáa ein heldur øðrvísi møguleika stutt seinni.
Brádliga stendur Óla í boðið at fara til Kina at venja. Umvegis Keypmannahavn fer tvøramaðurin, sum als ikki hevur tað gott við at flúgva til Amsterdam. Har skal hann so flúgva víðari til Kina.

– Hevði eg tá verið Keypmannahavn, so hevði eg farið heima aftur. Eg ræðist so illa at flúgva og tað var eisini nær við, at eg græt á ferðini, sigur Óli.
Óli kemur fram í øllum góðum og fer til venjing. Hann minnist ikki navnið á felagnum, men hann minnist hvussu teir blivu stillaðir upp í rekkju.

– So kom ein lítil maður og ýldi eftir okkum á kinesiskum, sigur Óli og grínur. Venjingin er einstáttað og hvørt øvilsi er í 45 minuttir.

– Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað skal ein góður sáttmáli á borðið, um eg skal taka av, sigur Óli.
Skiftið blívur aldrin til nakað og Óli endar aftur í Hvidovre. Ongin er eftir frá seinast Óli var har, og felagið flytir niður.

Óli hevur nú rundað tey 30 árini og flytir heim til Tvøroyrar har hann hevur spælt síðani. Hann steðgar í eftir 2008 tí hugurin at spæla fótbólt vekk. Hann kemur tó aftur í fjør og sum 40 ára gamal umhugsar Óli at taka eitt tak afturat.

15 ár á landsliðnum

Óli Johannesen spælir sín fyrsta dyst við landsliðnum í 1992 og sín seinasta í 2007. Yvir tey 15 árini hevur hann verið kendur sum ein álítandi verjukempa, ið hevur stýrt verjuni. Mangan hevur staðið nógv á, men Óli hevur ongantíð bakkað ein tumma. Tað hevur givið honum nakrar upplivingar, sum hann í dag kann flenna eftir.

– Tá vit spældu móti Hollandi trampaði Ruud Van Nistelrooy vil við vilja niður á fótin hjá mær. Móti Fraklandi á Tórsvølli kom Thierry Henry rennandi aftaná mær og sló meg í høvdið við flatari hond, greiður Óli frá og leggur afturat; – Eg má hava dekkað teir nakað væl!

Tað er serliga ein dystur, sum Óli minnist væl á landsliðnum. Móti Wales á Svangaskarði í 1995 koma tvøramenn talsterkir norð. Teir eru allir í appilsingulum troyggjum har tað stendur Óli á. Gjøgnum allan dystin syngja teir, »Ole, ole, ole«. Eftir dystin fær Óli eina troyggju har allir fjepparnir hava skrivað á.

– Tað er tann troyggjan eg eri mest glaður fyri í landsliðshøpi, sigur Óli í ramasta álvara.
Óli er eisini fyri nógvum kritikki, tá hann spælir við TB í 1. deild, men samstundis er á landsliðnum. Tá spurningurin um hann ætlar at halda fram í TB um teir spæla í næst bestu deildini, svarar hann speiskur aftur, at hann hevði spælt við TB um teir vóru í 3. deild.

– Tað var ikki eg, sum hevði ein trupulleika, men landsliðsvenjarin. Úttekur hann meg, so møti eg sjálvandi upp – men eg spæli har sum eg havi hug, sigur Óli Johannsen.
Óli er nú 40 ár og venur við besta liðnum hjá TB. Hann hevur ikki tikið endaliga avgerð um at spæla komandi kappingarár.
– Um eg komi í form og kenni á mær, at eg kann geva nakað til liðið, so spæli eg møguliga. Men eg ætli mær ikki at koma sum ein avdankaður gamal spælari, sum ikki kann brúkast. Eg spæli bara um eg haldi tað er stuttligt, sigur Óli Johannesen at enda.