týdning fyri vitanina er, at hon er fjølbroytt, at hon er breitt grundað og umfatar øll øki, segði Heðin Mortensen. - Eg havi sagt tað so ofta, at tað er ikki av tilvild, at fleiri tungumál hoyrast í havnargøtum [...] trivnaði, sum náttúrliga dregur fólk til sín. At rúma hesum ymiskleika krevur tolsemi, segði Heðin Mortensen. - Ein part av hesum tryggja vit við at hava eitt sera stórt læraratilfeingi - við fleiri enn [...] í Føroyum, at tit í størri mun kenna hetta at hoyra til og vera partur av eini heild, segði Heðin Mortensen í heilsan síni til útlendsku næmingarnar á Kvøldskúlanum, ið, sum fyrsti flokkur nakrantíð, fekk
hevur ligið í kortunum, at Tórshavnar Býráð skal taka góðar 40 milliónir í láni næsta ár. Men Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað verður ikki neyðugt, tí ætlanin er at selja bygningin hjá gamla [...] verið í samráðingum í eina tíð um at løgreglan í Føroyum fær bygningin til nýggja høvuðsstøð. Heðin Mortensen sigur, at tað liggur eisini í kortunum, at bygningurin skal byggjast út, antin við eini hædd [...] myndugleikarnir heilt slept ætlanini at byggja eina fyribils politistøð við Karlamagnusarbreyt. Men Heðin Mortensen leggur dent á, at bygningurin skal undir øllum umstøðum seljast næsta ár, verður tað ikki til
skulu ikki longur sleppa at parkera í Skálatrøð, ella nakra aðrstaðni í miðbýnum. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Í fleiri ár hevur Tórshavnar Býráð roynt at fáa ræðið á parkeringini í [...] skulu ikki verða upptikin av bilum, sum standa har fyri dagin, ímeðan eigarin er til arbeiðis. Heðin Mortensen sigur, at tey, sum brúka bil til arbeiðis, skulu tvørturímóti vísast til parkeringspláss í Gundadali [...] í Havnini, oman í býin - ella fólk nýta høvi til at fáa ein friskligan gongutúr um morgunin. Heðin Mortensen sigur, at ístaðin skulu parkeringsplássini niðri í Havnini brúkast til tey, sum eru niðri í Havnini
- Í kvøld skal vera liðugt við larmi í Vágsbotni! Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn Fyrr í dag staðfestu vit á in.fo í fyrr í dag, at tað elvdi til so nógvan larm, at grót verður brotið í [...] í sambandi við húsabygging í Vágsbotni, at Kaffivognurin mátti lata aftur. Vit spurdu Heðin Mortensen, borgarstjóra, um tað er rímiligt, at vinnuvirki skulu noyðast at steingja av larmi frá byggivinnuni [...] annað, sum larmar so illa, at tað ikki er verandi í Vágsbotni, skal vera liðugt í kvøld, sigur Heðin Mortensen. - So eg bæði vóni og vænti, at í morgin árini skuldi aftur verið friður í Vágsbotni, og Kaffihúsið
Tórshavnar Býráð hevur nú sett vakmyndatól upp ymsastaðni í Havn. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, fyri in.fo Men hann vil hvørki siga hvussu nógv tey eru, ella hvar tey eru sett upp. Tað var eftir [...] fólk skulu ikki vita, hvar tey eru, men tey eru á ávísum økjum, sum kommunan varar av, leggur Heðin Mortensen dent á Hann sigur, at talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Ongin sær myndirnar og tað er ikki [...] Men endamálið er at fyribyrgja herverki, sum hava verið alt ov nógv í tali í seinastuni, sigur Heðin Mortensen. Á Dátueftirlitinum fæst einki svar. Har tekur eingin telefonina. Tað einasta, ið ljóðar í horninum
Handilsskúlan, og hallirnar í Smiðjugerði, frá landinum, skal prísurin vera nøktandi. Tað staðfestir Heðin Mortensen borgarstjóri. Skal ætlaði skúladepilin í Marknagili byggjast, skal Løgtingið játta 64 milliónir [...] Av tí sama hevur Mentamálaráðið biðið Tórshavnar kommunu um samráðingar um bygningarnar. Men Heðin Mortensen staðfestir, at talan verður als ikki um, at Tórshavnar Kommuna fer at keypa bygningar fyri nakað [...] taka vit tað haðani frá. Men semjast vit ikki um ein prís, lata vit vera við at keypa, sigur Heðin Mortensen. - Vit fara sjálvsagt ikki at rinda ovurprís fyri bygningarnar, bara fyri at hjálpa landinum
37 tímar um vikuna. Tað er Javnaðarflokkurin, sum fer at leggja uppskotið fyri Løgtingið, og Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sigur, at tað verður einaferð nú í vár, at uppskotið verður lagt fram. Í løtuni [...] Hetta var eisini eitt mál, Javnaðarflokkurin lovaði í valstríðnum upp undir løgtingsvalið og Heðin Mortensen heldur, at tað hoyrir nútíðini til at arbeiðsvikan verður stytt. Og hann heldur eisini, at hetta [...] hann heldur, at politikarar skulu hugsa um heildina, og ikki einstakar bólkar í samfelagnum. Heðin Mortensen sær ikki fyri sær, at at arbeiðsvikan skal lækkast niður í 37 tímar í einum, men hann hugsar
skal átaka sær at røkja ein part av ferðafólkasambandinum út í oyggjarnar í Tórshavnar Kommunu. Heðin Mortensen, sum tekur við sum borgarstjóri á nýggjárinum, sigur, at tað er ein sannroynd, at siglingin hjá [...] er at gera mismun á fólki í kommununi, at nólsoyingar og tey í Hesti ikki hava nakað samband. Heðin Mortensen sigur, at tí umhugsar býráðið at taka um endan og at leiga Ternuna og Teistan til at gera nakrar [...] Landsstýrið ikki sigga at lúka hendan partin av flutningsskylduni, má býráðið taka um endan, sigur Heðin Mortensen. Tí fer býráðið nú at tosa við tey í Hesti og í Nólsoy um, akkurát hvørjar túrar tað eru, sum
politikararnir, ið skuldu skorið ígjøgnum, krógva seg heldur aftan fyri embætisfólkini. Tað sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum spyr, hvar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss er? – Og hvar [...] tær seg, heldur enn at finna loysnir, so ein endi kann fáast á alt ov drúgva arbeiðssteðginum? Heðin Mortensen sigur, at tað nyttar lítið at standa undir tinghúsinum og siga, meðan upptøkutólini hjá sjónvarpi [...] hetta kann greiðast til gagns fyri alt okkara samfelag, námsfrøðingar og hjálparfólk, sigur Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn og løgtingsmaður.
Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vil hava Rigmor Dam, mentamálaráðfrúu at siga sær, hvørja hugsan hon hevur um ætlanirnar hjá Ítróttarsambandi Føroya at bjóða Føroyar fram at húsa Oyggjaleikunum í 2023 [...] Nú eru so stig tikin til at royna aftur at fáa leikirnar til Føroyar, hesaferð í 2023, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at fyri Føroyar er hetta eitt átak, sum krevur nógv av nógvum fólkum, tí er sera [...] m, hesaferð í 2023, hevði verið áhugavert at hoyrt, hvør støðan hjá landsstýrinum er, sigur Heðin Mortensen í spurninginum til landsstýriskvinnuna.