Borgarstjórin beyð vælkomin í Reinsaríið, tá fyrstu útlendingarnir fingu prógv í føroyskum máli og føroyskari mentan, rundaðu ein nýggjan varða á lívsleið teirra inn í eina spennandi framtíð.
- Okkara týdningarmesta tilfeingi er vitan. Og tað, sum hevur størstan týdning fyri vitanina er, at hon er fjølbroytt, at hon er breitt grundað og umfatar øll øki, segði Heðin Mortensen.
- Eg havi sagt tað so ofta, at tað er ikki av tilvild, at fleiri tungumál hoyrast í havnargøtum, vit ynskja hetta margfeldið og vit eru púra samd um, at eitt opið samfelag við tolsemi skapar eitt umhvørvi, sum er merkt av trygd, frælsi og trivnaði, sum náttúrliga dregur fólk til sín. At rúma hesum ymiskleika krevur tolsemi, segði Heðin Mortensen.
- Ein part av hesum tryggja vit við at hava eitt sera stórt læraratilfeingi - við fleiri enn 135 lærarum á Kvøldskúlanum, tryggja vit eitt ómetaliga stórt fjølbroytni. Men vit hava ikki bert mest fjølbroytta lærarahóp í Føroyum - vit hava eisini mest fjølbroytta næmingahópin, segði borgarstjórin.
- Við yvir hálvttriðjatúsund næmingum av báðum kynum og í øllum aldri er sjálvsagt, at næmingahópurin er fjølbroyttur. Men so hava vit eisini tykkum, okkara nýggjastu borgarar, sum nú hava tilognað tykkum lykilin til okkara samfelag: Okkara mál og mentan!
- Málið er lykilin til mentanina - og mentanin er lykilin til samfelagið. Vónandi koma tit øll at kenna úrslitið: at dyr verða latnar upp fyri tykkum, at tit fáa brúkt tykkara útbúgvingar í Føroyum, at tit í størri mun kenna hetta at hoyra til og vera partur av eini heild, segði Heðin Mortensen í heilsan síni til útlendsku næmingarnar á Kvøldskúlanum, ið, sum fyrsti flokkur nakrantíð, fekk prógv í føroyskum máli og føroyskari mentan.
- Mín stóra vón er, at henda undirvísing, tit nú hava fingið, hevur víðkað tykkara sjónarring, økt tykkara møguleikar fyri sosialari samveru og betrað tykkara førleikar á arbeiðsmarknaðinum og á øllum teimum økjum, ið kunnu gera tykkara gerandisdag lættari, segði hann.









