Ongin torir at muta ímóti Heðini

Heðin Mortensen ræður einsamallur í býráðnum, heldur Jan Christiansen, ið øtast yvir raksturin hjá Tórshavnar Kommunu, sum seinastu árini er vaksin ógvusliga.

Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, er ikki nógv fyri at leggja seg út í nakað kjak um leiðsluna í kommununi, sum hann misti til Heðin Mortensen eftir valið í november 2004. Men beinleiðis spurdur um, hvat hann heldur um leiðsluháttin, sigur Jan Christiansen:
- Sum eg síggi tað, so er tað Heðin, sum bestemmar alt 100 prosent. Ongin torir at muta ímóti honum av ótta fyri at verða sett uttanfyri. Onkuntíð síggja vit onkran sprella eitt sindur, men tað er bara spæl fyri gallarínum. Nevndarsessirnir geva eftir øllum at døma ov nógv til, at nakar vil seta nakað upp á spæl.
Aktuelt undrar tað hann eisini, at býráðið á sama fundi, sum 2014 fíggjarætlanin varð samtykt, eisini samtykti, at sama fíggjarætlan skal endurskoðast longu eftir nýggjár.
- Hatta havi eg ongantíð sæð fyrr. Gaman í er tað ikki óvanligt við eykajáttanum, og at ein fíggjarætlan verður broytt, men tá er tað gjørt orsakað av støðum, sum eru íkomnar aftaná, at hon er samtykt. Og sjálvt um lógin ásetir, at minst tvær viðgerðir skulu vera av fíggjarætlanini, so er onki í vegin fyri at hava fimm, seks ella tíggju viðgerðir, um tað er tað, sum skal til fyri at lenda á tí rætta. Men her sær tað út, sum at tey hava samtykt eina fíggjarætlan, ið tey ikki rættiliga kunnu standa inn fyri kortini, sigur Jan Christiansen.

Øll samd við Heðin
Hann heldur ikki, at breiða samgongan, sum fevnir um alt býráðið, gagnar opinleikanum og demokratinum.
- Á pappírinum ljóðar tað so væl, at øll eru so samd so samd, og fíggjarætlanin varð einmælt samtykt. Men at tey eru samd merkir, at tey øll eru samd við Heðin. Henda støðan tykist prógva, at um tú ikki hevur eina aktiva andstøðu, so sleppir alt at koyra eftir høvdinum á tí eina manninum, sum bestemmar alt, sigur Jan Christiansen.
Hann heldur, at opinleikin samanumtikið ikki hevur havt tað serliga gott, síðani Heðin Mortensen setti seg í borgarstjórasessin.
- Eitt tað fyrsta hann gjørdi, var at avhøvda opnu postlistarnar. Teir hevði Leivur Hansen innført, tá hann fór undir at lata kommununa upp, og eg haldi, at teir virkaðu væl, sigur Jan Christiansen.
Hóast hann heldur, at Heðin Mortensen minnir um ein einaræðisharra við sínum leiðslustíli, so ásannar Jan Christiansen, at stýrið er effektivt.
- Ja, og eg haldi eisini, at diktatur er besta stýrið, ið finst, um tú hevur rætta mannin til tað. Tess færri, ið eru um at taka avgerðirnar og fremja tær í verki, tess effektivari og skjótari gongur alt fyri seg. Í so máta er Heðin væl egnaður. Men tað er bara tað við tí, at diktatorar hava tað við at gloyma uppgávuna og veruliga málið, tá teir hava sitið í nøkur ár, og byrja at hugsa meira um seg sjálvar og sítt vald, sigur hann.

Ræðist raksturin
Tann gongdin, sum tó ræðir fyrrverandi borgarstjóran mest í Tórshavnar Kommunu, er stóri vøksturin í árliga rakstrinum. Hann er vaksin við næstan 170 milliónum krónum, síðani Heðin Mortensen setti seg í borgarstjórasessin 1. januar 2005. Raksturin var 312 milliónir krónur í fíggjarætlanini fyri 2004, sum var seinasta árið, Jan Christiansen var borgarstjóri. Í fíggjarætlanini fyri 2014 er raksturin 480 milliónir krónur.
- Eg haldi, at raksturin er vorðin óhugnaliga høgur, og eg tori ikki at spáa um, hvat hendir, um skattainntøkurnar knappliga svíkja. Tað er skjótt og lætt at fáa raksturin upp, men tað kann verða sera torført at fáa hann niður aftur. Míni ráð skulu vera, at man nú stingur út í kortið og roynir at minka raksturin við einum ávísum prosenttali hvørt ár, til hann er komin í eina meira náttúrliga legu. Tað er helst tað, tey ætla nú við hasi endurskoðanini, men eg skilji bara ikki, hví tað ikki er ein partur av sjálvari fíggjarætlanini, sigur Jan Christiansen.
Hann heldur, at tað eigur at bera til at minka raksturin so mikið, at skattaprosentið eisini kann lækkast.
- Skattaprosentið var hækkað í sambandi við, at Boðanesheimið varð bygt. Í fjørð varð so eitt hálvt prosent skarvað av aftur, men eg haldi, at tað kann lækka eitt prosentstig afturat, um tað verður gjørt yvir til dømis fýra ár, sigur Jan Christiansen.