Sum støðan er í løtuni, gongur sáttmálin hjá NSÍ venjaranum, Trygva Mortensen út, tá kappingarárið er av.
In.fo skrivaði í seinastu viku samstundis eisini, at Heðin Askham kundi vera upp á tal sum nýggjur venjari í NSÍ.
Les eisini: Heðin upp á tal í NSÍ
Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ, sigur tó, at einki er avgjørt í samband við venjaraspurningin hjá NSÍ til komandi kappingarár.
- Vit avtalaðu við Trygva Mortensen við ársbyrjan, at vit skuldu seta okkum saman, tá kappingin er endað, fyri at snakka framtíðarsáttmála. Hetta hava vit hildið okkum til, og tískil fara vit at seta okkum saman ein av komandi døgunum.
Sostatt er einki avgjørt í NSÍ enn, hvat viðvíkur venjaraspurningi til komandi kappingarár.