gerð. Júst í løtuni fyrireikar hon seg til framsýningina, hon saman við sjey øðrum skal hava í Norðurlandahúsinum í summar. Framsýningin umboðar nútíðarlist í Føroyum, og fyrireikararnir miða eftir at fáa [...] Um Sigrun skrivar Rógvi Thomsen í einum riti, sum kom út í sambandi við ferð hjá fimm listafólkum til New York í 2000, at hon í mangar mátar gongur sínar egnu leiðir í mun til føroysk listarrák. Hjá henni [...] ov týðiligur í myndini. Tað er alla tíðina ein javnvág, listafólkið skal hugsa um. Fyri nøkrum árum síðani búði Sigrun saman við síni familju í Grønlandi í eitt ár. Íblásturin, hon fekk í Grønlandi, sæst
sum hon verður rópt í Kunngerðarblaðnum. Í kunngerðini eru ymiskar ásetingar og reglur, men í kapittli 3 um grindarakstur og grindadráp stendur ymiskt áhugavert, sum neyvan øll vita. Í grein 9 stendur, at [...] umstøðurnar tala fyri tí. Í grein 10 stendur, at tað er landsstýrismaðurin, sum kann áseta bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum. Men, so verður lagt aftrat í somu grein, grein 10: - Bannið [...] nevnda øki, ið hevur nóg mikið frammanundan. Hetta merkir við øðrum orðum, at øll grindaumdømi í Føroyum hava rætt til grind, áðrenn landsstýrismaðurin kann áseta bráðfeingis bann fyri grindadrápi.
Aftur í ár skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku. Tiltakið verður fríggjadagin 25. september í Granskarasetrinum iNOVA. Sum undanfarin ár verða allir granskingarstovnarnir í Føroyum við í tiltakinum [...] klokkan 22, og øll tiltøk eru ókeypis. - Í ár hava fara vit í samstarvi við Sosialin at gera eitt serligt temablað um Vísindavøkuna og um gransking. Blaðið verður borið í hvørt hús mikudagin 16. september, siga
06.1995. Í hesi kunngerð er ásett í §42, at tær donsku stakfyriskipanirnar, t. e. »Detailforskrifter for køretøjer« eru galdandi í Føroyum. Tann nýggjasta danska stakfyriskipanin er frá 1997. Í henni er [...] hevur tí kannað hetta málið, og hevur í tí sambandi biðið um eitt notat frá Sigmundi Poulsen, advokati. Sigmund Poulsen hevur svarað Fríðriki Bláhamar, at í grein 10 í ferðslulógini er m. a. ásett, at landsstýrið [...] útgerð og tilhoyr til akfør. Eisini er ásett, at landsstyrið kann seta í gildi tær stakfyriskipanir á hesum øki, sumeru galdandi í Danmark. ? Og landsstýrið hevur við hesi lógarheimild gjørt eina kunngerð
fíggjarliga ábyrgd av hvørjum. Avtalan varð undirskrivað í Mentamálaráðnum í kvøld av Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, og Heðini Mortensen, formanni í Kommunufelagnum. [...] Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotin hava í dag gjørt slóðbrótandi avtalu um føroysku netorðabøkurnar. Avtalan ímillum hesar tríggjar partar merkir, at [...] allar orðabøkurnar á heimasíðuni hjá Sprotanum verða tøkar øllum Føroya fólki og øllum heiminum annars. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta. Útlit eru til, at ein íslendsk
Støðan er nú so hættislig, at allur bjargafuglur í Føroyum átti at verði settur í undantaksstøðu, og øll veiða átti at verði bannað í nøkur ár. Tað siga teir báðir fuglafrøðingarnir, Sjúrður Hammer og [...] friða lundan í eitt ávíst áramál, aðrar hava friðað hann í eitt ár í senn, og uppaftur aðrar hava ikki friðað hann, men loyva heldur sokallaða vísindaliga royndarveiðu. Teir báðir vísa á, at í Nólsoy er loyvt [...] kemur í, og stovnurin gongur upp. - Undir ongum umstøðum kann talan um fleyg, fyrr enn lundin hevur fingið pisur í minst trý ár á rað. Teir siga, at nýggjasta stovnsnetingin í Nólsoy, vísir, at í 1997 at
Í løtuni eru seks ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Skipini hava góðan fiskiskap. - Vit vænta, at eitt ísfiskalínuskip kemur [...] hini helst seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip eisini er undir Íslandi. Onkur línuskip, sum liggja, fara helst út aftur í næstum. Øll fry [...] frystilínuskipini fiska undir Føroyum. - Streymurin harðnar út á vikuna, men veðrið verður gott. Vit vænta tí, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa nógvan fisk, siga tey á Fiskamarknaði Føroya
bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. Annað skipið fiskar í íslendskum sjógvi, og hitt fiskar undir Føroyum. Helst koma bæði hesi skipini inn at landa í endanum av næstu viku. - Restin av ís [...] batnar. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at øll frystilínuskipini eru til fiskiskap. Trý skip fiska í Eysturgrønlandi, og tvey fiska undir Føroyum. Lagt verður aftrat, at streymurin verður [...] verður hampiligur, og veðrið verður skiftandi. Tó verður roknað við, at nógvur útróður verður í næstu viku.
boðar Atlantic Airways frá seinnapartin í dag. Flogið verður til Íslands komandi fríggjadag t. 21. august 2020, soleiðis at ferðafólk, ið ferðast í Føroyum ella í Íslandi, kunnu koma uppá pláss aftur, og [...] Í sambandi við, at íslendsku myndugleikarnir hava ásett krav um, at øll ferðafólk skulu í sóttarhald í minsta lagi fimm dagar frá 19. august 2020, er grundarlagið fyri ferðavinnu og harvið eisini flúgvingini [...] og eftir hetta verður øll onnur flúgving til Íslands í august mánaði avlýst. – Støða verður tikin so hvørt, um talan verður um fleiri avlýsingar, og hetta verður kunngjørt á heimasíðu okkara atlantic.fo
Eyjafjallajøkli í Íslandi hevur elvt til, at eingin flúgving er til og úr Føroyum fyribils. Eldgosið hevur stóra ávirkanin á flúgvingina á Vesturlandinum í Noregi, í Norðursvøríki, í Føroyum og í Skotlandi. [...] Vandin við at flúgva í hesum líkindunum er, at øskan úr eldgosinum kann elva til, at motorarnir í flogførunum steðga. Atlantsflog hevur steðgað allari flúgving fyribils í dag - men á heimasíðuni verður [...] klokkan 11. Atlantsflog heitir á ferðafólk um at verða heima og fylgja væl við dagføringum um støðuna í fjølmiðlunum.