Flestu føroyingar munnu hava etið tvøst og spik, men tað eru neyvan øll, ið kenna kunngerðina um grind, sum hon verður rópt í Kunngerðarblaðnum.
Í kunngerðini eru ymiskar ásetingar og reglur, men í kapittli 3 um grindarakstur og grindadráp stendur ymiskt áhugavert, sum neyvan øll vita.
Í grein 9 stendur, at sýslumaðurin kann steðga einum grindarakstri ella grindadrápi, um hann metir, at umstøðurnar tala fyri tí.
Í grein 10 stendur, at tað er landsstýrismaðurin, sum kann áseta bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum.
Men, so verður lagt aftrat í somu grein, grein 10:
- Bannið verður ikki ásett, uttan at onnur grindaumdømi hava fingið høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi.
Sostatt er einki til hindurs fyri at halda grind til í grindaumdømum, har nóg mikið er av grind frammanundan.
Onnur grindaumdømi eiga nevniliga at fáa høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr nevnda øki, ið hevur nóg mikið frammanundan.
Hetta merkir við øðrum orðum, at øll grindaumdømi í Føroyum hava rætt til grind, áðrenn landsstýrismaðurin kann áseta bráðfeingis bann fyri grindadrápi.