Øll fuglaveiða má bannast í nøkur ár

Støðan er ikki ring longur-hon er hættislig, siga fuglafrøðingar

Støðan er nú so hættislig, at allur bjargafuglur í Føroyum átti at verði settur í undantaksstøðu, og øll veiða átti at verði bannað í nøkur ár.

 

Tað siga teir báðir fuglafrøðingarnir, Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen.

 

Teir eru væl og virðiliga greiðir yvir, at hetta ikki eru hugalig boð hjá veiðifólki kring landið.

 

- Men vit skylda okkara eftirkomarum, at vit ikki av berum gáloysni, og líkasælu, oyða lundastovnin undir Føroyum. Tímir, ella torir sitandi landsstýri tímir ikki at taka spurningin upp, vóna vit at onnur, sum geva sær far um føroysku náttúruna, minnast hetta, tá ið valið kemur, siga teir báðir bart út.

 

Teir vísa á, at støðan hjá lundastovninum er farin frá at vera ring til at vera hættislig orsaka av lundafleygi. Men hóast hetta, nokta myndugleikarnir at friða lundan og tað skilja teir ikki.

 

Sum støðan er nú, hava nakrar kommunur friða lundan í eitt ávíst áramál, aðrar hava friðað hann í eitt ár í senn, og uppaftur aðrar hava ikki friðað hann, men loyva heldur sokallaða vísindaliga royndarveiðu.

 

Teir báðir vísa á, at í Nólsoy er loyvt at fleyga lunda, tí viðtøkan á  grannastevnuni í 2013 um at friða lundan, varð ikki gjørd undir røttum fortreytum, og er sostatt ikki galdandi.

 

- Landsstýrið veit hetta, og tí elvir tað til enn størri undran, at viljin til at bjarga einum ikoni í føroyskari náttúru, ikki er til staðar hjá landsins hægstu avgerðartakarum, siga teir báðir fuglafrøðingarnir.

 

Teir báðir staðfesta, at stovnurin er so illa fyri, at fara bara nakrir fáir mans at fleyga lunda í Nólsoy, kann tað fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri lundastovnin.

 

- Einasti háttur at bjarga stovninum, er at friða lundan, geva tol og fara undir skynsama og burðardygga fleyging, um vend kemur í, og stovnurin gongur upp.

 

- Undir ongum umstøðum kann talan um fleyg, fyrr enn lundin hevur fingið pisur í minst trý ár á rað.

 

Teir siga, at nýggjasta stovnsnetingin í Nólsoy, vísir, at í 1997 at vóru eini 35.000 - 50.000 lundapør á oynni. Men tað er greitt, at síðani er stovnurin minkaður munandi og at so at siga ongin pisa er komin undan seinastu 13 árini.

 

- Ein varlig meting vildi verið, at stovnurin er  minkaður eini 3 prosent um árið og sostatt er stovnurin eini 20.000 - 28.000 pør í Nólsoy í dag.

 

Fara bara bara 20 mans at fleyga, og fáa millum 50-100 lundar í part, er hetta ímillum 3 – 5 prosent av bústovninum. Hetta er ikki burðardygt og tað merkir, at tað fer at taka longri tíð hjá stovninum at koma fyri seg, skuldi umstøðurnar við føðini batna í framtíðini.

 

- Tað er ein himmalrópandi andsøgn í, at ferðavinnan marknaðarførir Føroyar sum “unspoilt”  - óspiltar, samstundis sum vit eru í ferð við at oyða fuglastovnarnar, siga teir báðir, Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen.

 

Les meiri um sjónarmiðini hjá teimum báðum við at trýsta HER