Øll frystilínuskip eru til fiskiskap

Meðan øll frystilínuskipini eru til fiskiskap, eru bara tvey ísfiskalínuskip úti í løtuni.

Tað eru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. Annað skipið fiskar í íslendskum sjógvi, og hitt fiskar undir Føroyum. Helst koma bæði hesi skipini inn at landa í endanum av næstu viku.

 

- Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men skipini fara helst út aftur at royna, tá veðrið batnar.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at øll frystilínuskipini eru til fiskiskap. Trý skip fiska í Eysturgrønlandi, og tvey fiska undir Føroyum.

 

Lagt verður aftrat, at streymurin verður hampiligur, og veðrið verður skiftandi. Tó verður roknað við, at nógvur útróður verður í næstu viku.