Øll frystilínuskipini undir Føroyum

Bæði línuskip og útróðrarbátar hava góðan fiskiskap undir Føroyum í løtuni.

Í løtuni eru seks ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Skipini hava góðan fiskiskap.

 

- Vit vænta, at eitt ísfiskalínuskip kemur inn at landa mánadagin, og síðan koma hini helst seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip eisini er undir Íslandi. Onkur línuskip, sum liggja, fara helst út aftur í næstum. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum.

 

- Streymurin harðnar út á vikuna, men veðrið verður gott. Vit vænta tí, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa nógvan fisk, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.