Øll flúgving til og úr Føroyum steðgað

Øskan úr eldgosinum undir Eyjafjallajøkli í Íslandi hevur elvt til, at eingin flúgving er til og úr Føroyum fyribils. Eldgosið hevur stóra ávirkanin á flúgvingina á Vesturlandinum í Noregi, í Norðursvøríki, í Føroyum og í Skotlandi.

Vandin við at flúgva í hesum líkindunum er, at øskan úr eldgosinum kann elva til, at motorarnir í flogførunum steðga.

Atlantsflog hevur steðgað allari flúgving fyribils í dag - men á heimasíðuni verður sagt, at nærri boð verða at frætta klokkan 11.

Atlantsflog heitir á ferðafólk um at verða heima og fylgja væl við dagføringum um støðuna í fjølmiðlunum.