er, at ein kappingarneyti, sum ætlaði at eiga føroyska marknaðin einsamallur, er firtin um kappingina. Annað er, at føroyska spælið verður niðrað so álvarsliga, uttan at fyrireikararnir fáa høvi at koma [...] í somu grein. Í greinini verður m.a. sagt, at møguleiki er fyri »at snýta so nógv sum ein hevur hug til«. Kappingarneytin sleppur uttan mótsøgn at pástanda, at fyrireikararnir - altso antin SvF ella Depa [...] sjálva skipanina at framleiðsluni ella av spælinum at gera. Hvat er endamálið hjá Dimmalætting við at endurgeva ein kappingarneyta, sum einki innlit hevur í hetta málið? Sannleikin er, at Skrubban verður
eisini fer at syngja aðrar sangir, m.a. sangir hjá Alex Bærendsen. Ljóðið og tí tekniska fer E.D.J. Sound at taka sær av, so tað skuldi verið í lagið. Kostnaðurin verður 50,- fyri vaksin, 40,- fyri lesandi [...] fer til at stuðla hesum arbeiði. Seinni parturin av konsertini verður framførdur av Magna Christiansen & Band. Hann hevur fyri kortum sent fløgu á marknaðin og er hon sera væl móttikin. Hann fer at spæla [...] tónleikarar, so framførslan hjá honum verður Live. Samtíðis sum hann fer at syngja og spæla fer felagsskapurin Misjon uten Grenser, at vísa myndir v.m. gjøgnum multimedia á skýggja sum verður uppsettur. Misjon
er hon kollveltandi, og er við til at beina fyri teirri málrøktarkós, sum teir, ið góvu Føroysku-donsku orðabókina út. Gongur útvarpið ikki hesum á møti, fara vit at siga útvarpsgjaldið frá okkum. Freistin
dagarnar, av tí at veðurlagið hevur verið við filmsliðnum. Fríggjadag fyrrapart var filmsliðið umborð á ?Jóhonnu³, har ætlanin var at taka upp úti á Lónni í Saksun, men tá viðraði ikki. Ístaðin fyri vóru upptøkurnar [...] fotografur, sigur, at tað er eitt dreymastað at arbeiða í Føroyum. Fimlurin ?Dansurin³ er stórfilmur eftir norðurlendskum viðurskiftum. Hann varir í 90 minuttir og kostar umleið 12 mió. krónur at gera. Frumsýningin [...] er tað Elis Poulsen, sum hevur fingið uppgávuna at virka sum loka-framleiðari. Hann skal síggja til at hóskiligur ?pallur³ er til upptøkurnar, eins og at leita fram føroyskar leikarar og statistar, sum
pengar at halda sær opnar. Hvør tá skal verða syndabukkur er ilt at ímynda sær, helst danir, teir eru vanir við slíkt. Vit mugu vóna, at tjóveldið ikki fær fleirtal í Tinginum fyri hesum ørskapi, og at eingin [...] ímóti, við tí frágreiðing, at tað er heilt natúrligt, at umsitingin er í Havn. Havnin er ikki einans býurin hjá havnarfólki. Havnin er høvuðsstaðurin hjá okkum øllum. Men at fara at niðurleggja fleiri stovnar [...] verður hugsað um posthúsini) fyri at spara eina millión, og samtíðis í ramasta álvara skula yvirtaka fólkakirkjuna, sum vit vita kemur at kosta fleiri milliónir, tað er ikki lætt at skilja. Teir prestar, sum
bráneyðugt at umhugsa at skilja farmaflutning og ferðafólkaflutning sundur. Á hvønn hátt hetta skal gerast dugi eg ikki at siga beint nú, men møguliga eigur vinnan sjálv at finna loysnir fyri farmaflutningi [...] m fiski av landinum, men mítt boð uppá ferðafólkaflutning, er, at hann, í nógv størri mun, eigur at fara fram við tyrlu. Vit mugu til at útbyggja tyrlutænastuna í øllum førum.
umsóknir komnar inn. Tað sifst, at soleiðis er altíð, tá eitt øki fær sítt fyrsta røktarheim, at fólk aftra seg við at søkja um at koma hagar at búgva. Men ikki plagar at ganga long tíð, til fullsett er [...] verið vanligt at býta upp á henda hátt, og tað er eisini nýtt at samskipa røktarheim og heimarøkt. Tað heldur Ida vera tað einasta rætta fyri at fáa sum mest burtur úr. Men alt er treytað av, at røktarheimið [...] ætlanin at lata upp fyrsta ársfjórðing næsta ár. Fimm føst pláss og tvey umlættingarpláss verða á hvørjum heimi. Annað heimið fer at verða heim fyri senil dement, tey sum eru so nógv í ørviti, at tey eru
prestur, halda røður. Til hetta haldið plaga umboð fyri feløgini, sum hava við sjógvin at gera, at verða umboðað, og næmingarnir á Sjómansheiminum plaga eisini at vera við. Aftaná haldið verður farið niðan í [...] vestan fyri Esbjerg 24. apríl. Hálvdan Andreassen úr Fuglafirði, 61 ára gamal. Hann druknaði í Fuglafirði 11. oktober. Minningarhaldið í Havn Í Havn er tað Tórshavnar Sjómansheim, sum skipar fyri haldinum [...] prestur signar haldið. Fyrr løgdu eisini onnur at leggja krans alla halgannadag við minnisvarðan, men nú verða tey innbodnu til haldið í staðin biðin um at lata Eikjugruninum eina peningagávu. Minningarhald
viðgjørd á ein slíkan hátt, at tey ikki hava dirvi at krevja sín rætt. Við teimum stovnum og teimum ráðgevum, sum eru komin, er tað ein fyritøka fyri tað vanliga fólkið at fáa at vita, hvat teirra rættur [...] roynir at fremja eina nýggja skipan við einari trygging fyri tey, sum hava møguleika at gjalda og so skulu hini bara klára seg sum best. Veruleikin er tann, at ongantíð meira enn nú er brúk fyri einum [...] ført fram, so mugu vit sanna, at nakað er í tí, ið skrivað hevur verið. Tað er, og eg má siga natúrliga, at tað er javnaðarflokkurin, sums tendur fyri skotum. Tað er rætt, at okkara flokkur er broyttur frá
Felags fyri hesar ætlanir, sum hava verið frammi, er, at eingin er at fylgja teimum upp. Einstøku virkini makta tað ikki, og stovnar sum Menningarstovan hava alt ov nógv annað arbeiði til at fylgja einari [...] láglønarlondum, og tí eiga vit at stimbra nýggja vinnu, ið ikki er tengd at lønarkostnaði sum kappingarparametur. Tað kunnu vera serlig økir ella serligar støður, sum tala fyri, at stuðul kann veitast til [...] ferð við, at tey góðu hugskotini líða vøggudeyðan. Um ein royndur prosjektleiðari varð settur at arbeiða við einari slíkari verkætlan burturav, t.d. í eitt 2 ára skeið, ivast vit ikki í, at ítøkilig úrslit