Um tríggjar vikur er ætlanin, at nýggja røktarheimið á Sandi skal lata upp.
Starvsfólkini eru ikki sett enn, tí neyðugt er at gera sersáttmála veið sjúkrasystrafelagið, av tí at setanarviðurskiftini verða øðrvísi.
Ætlanin er nevniliga ikki at hava sjúkrasystrar burturav at arbeiða á heiminum, men tær, sum frammanundan starvast í Heimarøktini, skulu eisini arbeiða á røktarheiminum. Tað sama við heimahjálparunum í Heimarøktini. Tær skulu eisini arbeiða á røktarheiminum.
Røktarheimið á Sandi hevur sent út umsóknarbløð, men enn eru fáar umsóknir komnar inn. Tað sifst, at soleiðis er altíð, tá eitt øki fær sítt fyrsta røktarheim, at fólk aftra seg við at søkja um at koma hagar at búgva. Men ikki plagar at ganga long tíð, til fullsett er, og bíðilistin haraftat er langur.
Níggju fólk sleppa inn á heimið at búgva, og haraftrat verða tvey umlættingarpláss. Ida sigur, at óneyðuga nógv rúm vórðu til umsiting, so tvær skrivstovur eru gjørdar um til umlætting
Hini bæði røktarheiminum í Sandoynni, í Skopun og í Skæalavík, er ætlanin at lata upp fyrsta ársfjórðing næsta ár.
Fimm føst pláss og tvey umlættingarpláss verða á hvørjum heimi.
Annað heimið fer at verða heim fyri senil dement, tey sum eru so nógv í ørviti, at tey eru strævin hjá øðrum at vera saman vi.
Triðja húsið hugsar Ida sær skal vera sum eitt sambýli fyri fólk, sum ikki eru heilt óhjálpin, klára seg so nøkulunda, men tora ella kunnu ikki vera einsamøll.
Hetta er ein royndarætlan, tí aðrastaðni í Føroyum hevur ikki verið vanligt at býta upp á henda hátt, og tað er eisini nýtt at samskipa røktarheim og heimarøkt.
Tað heldur Ida vera tað einasta rætta fyri at fáa sum mest burtur úr.
Men alt er treytað av, at røktarheimið, ella heimni, fær tað játtan, sum sett er av í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár