?Dansurin³ í Saksun

Í løtuni verða útiupptøkurnar til íslendska filmin ?Dansin³, sum á føroyskum merkir dansurin, gjørdar í Føroyum. Hetta er søga í stuttsøgusavninum ?Her skal danses³, eftir Willaim Heinesen. Eini 30 íslendskir leikarar og 30 føroyskir statistar, eru við í upptøkunum


Tað er kendi filmstjórin August Guðmundsson og kona hansara Kristín Atladóttir, sum hava skrivað leikritið.

Filmstjórin stjórnar sjálvur og kona hansara er framleiðslustjóri ella produsentur. Filmsfelagið ?Ísfilm³ stendur fyri filmsverkinum.

August Guðmundsson er kendur fyri sínar filmar. Eitt nú hevur hann gjørt ?Land og Synir³, ið var fyrsti filmur, tekstaður til føroyskt í SvF.

Í Føroyum skulu bert útiupptøkurnar gerast. Eins og í ?Barbaru³, verður hin parturin av filminum gjørdur í studio í Reykjavík.

Tilsamans eini 140 sjónleikarar eru við í filminum. Av hesum eru 30 leikarar við í Føroyum, umframt teir 30 føroysku statistarnir.

Tríggir føroyingar hava eisini fingið leiklut. Tað er Jógvan Ósa, ið hevur leiklutin sum prestur, Elis Poulsen og Kristina Hansen, sjónleikari.

Tá upptøkurnar í Føroyum eru av, fara føroysku leikararnir við til Íslands, har teir eru við í inniupptøkunum.

Tað hevur gingið væl í hond, seinastu dagarnar, av tí at veðurlagið hevur verið við filmsliðnum.

Fríggjadag fyrrapart var filmsliðið umborð á ?Jóhonnu³, har ætlanin var at taka upp úti á Lónni í Saksun, men tá viðraði ikki. Ístaðin fyri vóru upptøkurnar gjørdar í Tjørnuvík.

Myndamaðurin Ernest Vincent, kendur týskur fotografur, sigur, at tað er eitt dreymastað at arbeiða í Føroyum.

Fimlurin ?Dansurin³ er stórfilmur eftir norðurlendskum viðurskiftum. Hann varir í 90 minuttir og kostar umleið 12 mió. krónur at gera. Frumsýningin verður væntandi í mai 1998.

Í Føroyum er tað Elis Poulsen, sum hevur fingið uppgávuna at virka sum loka-framleiðari. Hann skal síggja til at hóskiligur ?pallur³ er til upptøkurnar, eins og at leita fram føroyskar leikarar og statistar, sum skulu luttaka í filminum.

Hesa uppgávu hevur Elis Poulsen flestu royndir við í Føroyum.

Hann hevði m.a. hetta arbeiði í SvF, tey fyrstu árini, og var framleiðslustjóri, tá Katrin Ottardóttir gjørdi ?Atlantic Rapsodi³, og tá Ulla Bøje Rasmussen gjørdi filmin ?1700 metrar frá framtíðini³. Elis var eisini við í fyrstuni, tá Malmros gjørdi fyrireikingararbeiðið til ?Barbaru³.

Ætlanin var eisini, at hann skuldi vera lokal- framleiðslustjóri, men av tí at hann fekk arbeiði í Útvarpinum um ta mundið, tá Malmros fór undir upptøkurnar í Føroyum, valdi hann starvið fram um freelancs arbeiðið.