Russland setti í gjár nýggja lóggávu í gildið, sum frátekur koyrikort og rættin til koyrikort frá fólki við sinnissjúku. Tað merkisverda er, at nógvar av lógarfestu sinnissjúkunum í Russlandi, vanliga [...] lúringartrongd eisini eru nú at rokna sum sinnissjúkur, ið gera fólk til vandamiklar bilførarar. Russiska stjórnin sigur seg fara at leggja herðslu á heilsukanningar at avdúkar hesar líðingarnar, av tí [...] tí, at ov nógv ferðsluóhapp koma fyri. Kunngerðin kemur eftir, at russiskir myndugleikar hava verið fyri hørðum atfinningum, tá ið teir í 2013, gjørdu tað ólógligt at hava 'óvanligan lívsstíl'. Russiskir
síðan var bara ein forskúli í Føroyum, tað var forskúlin í Sankta Frans skúla, sum hevur verið í nógv ár. Les eisini: Pedagogar í forskúlum fara í verkfall Síðan kom forskúli í Leirvík, Skúlaspírin, og hann [...] Størsti forskúlin í landinum er eisini tann elsti, tí næsta skúlaár fara 51 børn at ganga í forskúla í Sankta Frans skúla, 28 gentur og 23 dreingir. Næststørsti forskúlin er Skúlaspírin í Eysturkommunu við [...] 18 dreingjum Í forskúlanum á Skála ganga 12 børn, 6 gentur og 6 dreingir, og at enda er tað Frískúlin í Kelduni, har níggu børn ganga í forskúla, tvær gentur og sjey dreingir. Tilsamans fara sostatt 135
Í dag, Tollaksmessudag, er sannur jólafepur og vit hoyra um nógv jólalig tiltøk runt um í Føroyum samstundis sum jólatónleikurin rungar ymsastaðni. Í Vági er einki undantak hesum viðvíkjandi, og seinnapartin [...] koma runt í bygdini. Ætlanin hjá jólamonnunum er at byrja við nýggja skúlaheimið hjá Ítróttaháskúlanum, og hiðani liggur leiðin út eftir høvðusvegnum til Miðlatún, sum er kunningarstovan mitt í bygdini. [...] beint áðrenn kl. 16.00, fara teir at lurta eftir jólatónleiki, sum kendi dansibandskongurin Hans Jacob Hjelm kemur at syngja. Men ikki er tónleikurin bert til tey eldru , tí eisini fara teir báðir Bergur og
Í Ukraina hava fleiri milliónir fólk tikið til rýmingar eftir russisku innrásini og í hesum døgum taka nógv lond í Evropa ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Eisini myndugleikarnir í Føroyum boðaðu frá, at [...] har fólk flýggja undan kríggi og hungursneyð. Afghanistan er eitt dømi um tað, men í tí sambandi er hjálpsemi úr Føroyum ikki so stórt. Løgmaður sigur, at tann avgerandi munurin er, at Ukraina er í Evropa [...] landsstýrið er í samstarvi við Reyða Kross um flóttafólkaspurningin og í hesum sambandi skal Reyði Krossur at skráseta tey, sum koma higar út Ukraina og at halda skil á, hvussu nógv tey eru í tali. Hann sigur
limirnir í Shalder Geo ferðast í Argentna. Teir fóru úr Føroyum síðst í januar og komu aftur fríggjadagin. Føroyski bólkurin hevur luttikið á festivalinum í fjarskotna landinum Argentina, sum vit í løtuni [...] vóru nógvar í tali. Tann 1. februar í Trebol saman við mongum lokalum tónleikarum. Tann 2. og 3. februar í San Martin de los Andes. Tann 4. februar í Junin de los Andes. Tann 5. februar í Villa La Angostura [...] Angostura. Tann 8. februar í Bariloche Jazz Festival. Tann 10. februar í Bariloche Jazz Festival. Tann 15. februar í Esquel. Tann 16. og 17. februar í El Bolsón. Tann 19. fébruar í Buenos Aires. Umframt sjálvar
broyting hendi, og konufólk í størri mun enn menn tóku læraraprógv. Í Føroyum hendi hetta í 1980'unum, meðan í Danmark hendi hetta longu í 1960'unum. Hetta var eitt rák, sum sást eisini í hinum norðurlondunum [...] broytingunum var, at linjufak vórðu sett í gildi. Tilsvarandi broyting varð sett í verk í Føroyum í 1938 (4). Fyri at lærarar skuldu kunna undirvísa í realskúlanum og í 8. og 9. flokki mátti læraraút [...] sum danir royndu at seta í verk í Danmark, riggaðu ikki til viðurskiftini í hjálondunum, og tí hildu vit fram munandi longur við ferðalærarum, bæði í Føroyum og í Íslandi, enn danir gjørdu
og tilráðingin kemur fyrst í næsta mánaða. Men -næstan sum vant- verður yvirhøvur mælt til niðurskurðir og skerjingar í fiskiskapinum eftir at kalla øllum sløgum. Vit fara í hesum sambandi at umrøða n [...] mælir ICES til, at veiðitrýstið eftir hýsu verður lækkað, so at vit í mesta lagi fiska 9.000 tons av hýsu komandi ár. Hetta er næstan at skerja fiskiskapin niður í helvt, tí í fjør fiskaðu vit 17.000 tons [...] næstu, sum í fjør, fer gýtingastovnurin í ár niður á 50.000 tons, næsta ár verður hann 44.000 tons og í 2000 verður hann bara 41.000 tons. Tí siga fiskifrøðingarnir, at komandi ár er tað í mesta lagi ráðiligt
var í gjár, verður eisini dagurin í dag. Fólk, sum hava sín arbeiðs-ella skúladag í Havn, sleppa ikki suður aftur í kvøld fyrr enn klokkan 20, tá Teistin byrjar at sigla eftir ferðaætlanini aftur. Í dag [...] aftur klokkan 20 í kvøld. Tey, sum skulu í Sandoynna aftur í kvøld - og ikki fara túrin av Gomlurætt klokkan 13.15 - verða tískil ikki við hús aftur fyrr enn klokkan 21 í kvøld. Eins og í gjár, ger Hasfjord [...] Í gjár vóru fólk í Sandoynni, sum arbeiða ella ganga í skúla í Havn, sein aftur til hús. Allan seinnapartin lá Teistin, tí veðurlíkindini og streymviðurskiftini vóru so vánalig og nakað soleiðis, sum dagurin
og leggur afturat: Les eisini: Ongar umberingar úr Aserbadjan - Vit eru í Føroyum. Tað er regn, vindur, kalt í veðrinum og fólk í ketildrakt á áskoðaraplássunum. Hetta er okkara heimavøllur og vit eru spentir [...] upp, tá teir fara í álop. Hetta er nakað, sum bæði føroysk lið í Evropa, og landsliðið hevur havt trupulleikar av. Tað skulu teir ikki sleppa, so helst fara vit at royna at mynda spælið í hesum dystinum [...] at áskoðararnir koma í góðum lag og í góðari tíð, tí tað verður teir, sum bóru okkum fram seinast, sigur Atli Gregersen. Føroyar spæla móti Aserbadjan í 3. umfari í Nations League í annaðkvøld klokkan 19
til menna fólkaræðið og Føroyar. At vit eru flutt í Miðlahúsið og miðvíst brúka hetta heiti í okkara tiltøkum er eisini ein ábending um, at fyritøkan í størri og størri mun ynskir at fevna um fleiri miðlapallar [...] Nógvar og stórar broytingar eru farnar fram í føroyska blaðheiminum hesi mongu árini. Eftir meira ella minni at hava verið politiskt málgagn broyttist blaðið so við og við til eisini at gerast eitt blað [...] blað við tíðindum og upplýsandi tilfari. Tað var tó ikki bara sum at siga tað at geva bløð út í Føroyum við undantaki av Dimmalætting, sum var blaðið hjá flest øllum føroyingum. Tíðirnar broyttust og bert