Jólamenn á rennifjøl, jólasangir og hugnaligur nissutúrur

Í dag, Tollaksmessudag, er sannur jólafepur og vit hoyra um nógv jólalig tiltøk runt um í Føroyum samstundis sum jólatónleikurin rungar ymsastaðni.

 

Í Vági er einki undantak hesum viðvíkjandi, og seinnapartin fara jólamenn at reika runt fram við høvðusvegnum, og fjálga um og stuttleika sær. Hesir jólamennirnir, ið hava gingið um dalar og fjøll, hava til hjálpar leitað sær fram nakrar rennifjalar fyri at koma runt í bygdini.

 

Ætlanin hjá jólamonnunum er at byrja við nýggja skúlaheimið hjá Ítróttaháskúlanum, og hiðani liggur leiðin út eftir høvðusvegnum til Miðlatún, sum er kunningarstovan mitt í bygdini.

 

Tá ið komið er til Miðlatún beint áðrenn kl. 16.00, fara teir at lurta eftir jólatónleiki, sum kendi dansibandskongurin Hans Jacob Hjelm kemur at syngja. Men ikki er tónleikurin bert til tey eldru , tí eisini fara teir báðir Bergur og Finn at skemta og syngja, bæði fyri og saman við børnunum.

 

Til seinast í tiltakinum koma limir úr rørslufelagnum Hvistuni at bjóða okkurt til tey vitjandi, og síðani verður ein nissuheilsutúrur - vælkomin at hava nissuhúgvu við - har øll ganga, renna, súkkla ella trilla í 15 minuttir, áðrenn tey so venda og leggja leiðina aftur til Miðlatún, í alt einans 30 minuttir, og sum er í tráð við ABC-fyri sálarheilsu átøkini um at vera virkin, saman og hugbundin.

 

Endaliga skráin fyri tiltakið í Vági í dag sær soleiðis út:

 

Tiltakið byrjar umleið kl 15, tá ið jólamenn fara á ferð, og eru teir við Miðlatún beint áðrenn kl. 16, tá ið tónleikur og sangur fer at merkja næsta hálva tíman. Kl. 16.30-17.00 er nissutúrur á skránni.

 

Øll eru vælkomin til partar av tiltakinum ella alt tiltakið, og ynskja fyrireikarnir at øll fylgja koronatilmælunum, og samstundis vilja jólamennirnir, tónleikarar og Hvistan ynskja øllum eini Gleðilig Jól, verður boðað frá í kunningarskrivi.