Tey tosa um føroyskan tónleik í Argentina

Kristian Blak, og bólkur hansara Shalder, hava verið á ferð í Argentina í eina góðan mánað. Landið er plágað av kreppu, men fyri tónleikararnar gjørdist ferðin væl eydnað við nógvum spælingum og við framførslum saman við lokalum tónleikarum

Nærum allan februar mánað, hava limirnir í Shalder Geo ferðast í Argentna. Teir fóru úr Føroyum síðst í januar og komu aftur fríggjadagin.

Føroyski bólkurin hevur luttikið á festivalinum í fjarskotna landinum Argentina, sum vit í løtuni hoyra so nógv um, tí búskaparkreppa herjar landið.
Men føroysku tónleikararnir høvdi eina góða ferð og vórðu væl fagnaðir.

Nógvar konsertir
Limirnir í Shalder eru Kristian Blak, klaver, Heðin Ziska Davidsen, guitar, Mikael Blak, bass og Brandur Jacobsen, trummur.

Saman við við Shalder leiktu eisini Ricardo Villar, saxofon og Miguel Nietzhe, alt klarinet og saxofon. Eisini leiktu føroyingarnir á ferðini við mongum argentinskum tónleikarum ymsu støðini, spælt varð.

Tifarið, ið Shalder spældi, var eftir Kristian Blak og Heðin Ziska Davidsen. Tilfarið tekur støði í norðurlendskum tónleiki, serliga føroyskum.

Ferðin hjá Shalder í Argentina varð fyriskipað av Society of Musicians in North Patagonia. Ferðin var væl fyrireikað og gjørdist tí væl eydnað hjá føroysku tónleikarunum.
Konsertirnar vóru nógvar í tali. Tann 1. februar í Trebol saman við mongum lokalum tónleikarum. Tann 2. og 3. februar í San Martin de los Andes. Tann 4. februar í Junin de los Andes. Tann 5. februar í Villa La Angostura. Tann 8. februar í Bariloche Jazz Festival. Tann 10. februar í Bariloche Jazz Festival. Tann 15. februar í Esquel. Tann 16. og 17. februar í El Bolsón. Tann 19. fébruar í Buenos Aires.

Umframt sjálvar konsertframførslurnar, so søgdu bløð frá konsertunum og festivalunum, eins og útvørp og sjónvørp varpaðu frá tiltøkunum.

Tosa um teir enn
Fleiri enn 1500 fólk hoyrdu Shalder á ferðini. Konsertirnar vóru ókeypis. Hetta avgjørdu fyrireikararnir, tí fíggjarligu vánirnar eru vánaligar í Argentina í løtuni og fólk hava ongan pening um hendi. Hildið varð eisini, at sum tónleikari er betri at hava nógv fólk til konsertirnar, enn at hava ein møguligan og lítlan vinning í huga.

Trupult er at skipa fyri konsertum í Argentina, vegna fíggjarstøðuna. Tónleikarar og fyrireikarar vóna tí, at stuðul fæst, so til ber at halda fram við slíkum virksemi, ið eisini inniber skiftistónleikarar, um ein kann kalla hetta so. Bólkar og tónleikarar hittast og vitja hjá hvør øðrum. Hetta er til gagn og gleði fyri tónleikin og tónleikarar, men eisini fyri fólkini í ymsu heimspørtunum.

Limirnir í Shalder eru glaðir og væl nøgdir við ferðina. Og tað skilst, at tað sama er galdandi í Argentina, har enn verður tosað um tónleikararnar úr Føroyum. Og møguliga fær Shalder vitjan úr Argentina í næstum. Júst ein slík vitjan var eisini orsøk til, at Shalder nú nú var á væl eydnaðari ferð handan hav.