Gravgangur eftir forskúlum kring landið

Næsta skúlaár ganga 135 børn í forskúlunum kring landið

Forskúlarnir kring landið hava fingið góðan byr.

Tað staðfestir Skúlablaðið.

Blaðið sigur, at fyri bara fýra árum síðan var bara ein forskúli í Føroyum, tað var forskúlin í Sankta Frans skúla, sum hevur verið í nógv ár.

 

Les eisini: Pedagogar í forskúlum fara í verkfall

 

Síðan kom forskúli í Leirvík, Skúlaspírin, og hann hevur slóðað fyri fleiri, tí í hølinum á honum eru tríggir forskúlar komnir við stuttum millumbili. Fyrst kom forskúlin í Skálafirði, har Keldan setti frískúla á stovn, síðan kom forskúlin á Skála fyri tveimum árum síðan, og frá næsta skúlaári verður eisini forskúli í Skúlanum á Argjahamri.

 

Sostatt eru fimm forskúlar í landinum nú.

Fyribils vita vit, at frá skúlaárinum 2015-2016 verður enn ein forskúli settur á stovn, og tað verður í Runavík, sigur Skúlablaðið.

Størsti forskúlin í landinum er eisini tann elsti, tí næsta skúlaár fara 51 børn at ganga í forskúla í Sankta Frans skúla, 28 gentur og 23 dreingir.

Næststørsti forskúlin er Skúlaspírin í Eysturkommunu við 33 børnum, 12 gentum og 18 dreingjum og síðani kemur Skúlin á Argjahamri við 30 børnum, 12 gentum og 18 dreingjum

 

Í forskúlanum á Skála ganga 12 børn, 6 gentur og 6 dreingir, og at enda er tað Frískúlin í Kelduni, har níggu børn ganga í forskúla, tvær gentur og sjey dreingir.

Tilsamans fara sostatt 135 børn at ganga í forskúlarnar kring landið eftir summarfrítíðina, og tað er áleið 10. hvørt barn í tí aldrinum.

 

Tað er eitt lítið ár síðano, at kunngerðin um forskúla kom í gildi, men nýggju forskúlarnir hava tó virkað eftir henni frá byrjan.

- Forskúlakunngerðin er fyrsta formliga stigið at skipa samstarv millum lærarar og námsfrøðingar, sigur Skúlablaðið.

 

Men sum vit frættu herfyri, er ivingarsamt, hvussu hetta hevur eydnast, tí pedagogarnir hava boðað frá verkfalli á landsins forskúlum eftir summarfrítiðina, tí teir vilja ikki arbeiða undir verri lønartreytum enn lærararnir.