ður, sum var ein av teimum sum gjørdi sendingina sigur, at hann partvís er samdur við forsætisráðharranum í tí, hann sigur, men Høgni leggur afturat: - Sendingarnar viðgera ikki, hvør tað er, sum hevur [...] grundaðar á skjøl, sum vit hava fingið frá donsku ráðharrastovunum, og tað er stórur munur á Annars sigur Høgni Hoydal, at hann er samdur við Nyurp um, at tað er sera týdningarmikið, at vit kunnu koma víðari [...] víðari. - Vit kunnu ikki blíva við, at hanga í fortíðini. Men vit hildu, at tað var rætt at gera eina sendirøð, sum vísti, hvussu danir høvdu valt at handfara hetta mál.
1997. Av tí at vit nústani hava fingið hendur á frímerkinum ? virði kr. 3,70 og kr. 25,00 ? sum meira er keipumynd av landsfaðirinum Einar Gerhardsen, kemur søgan nústani. Einar Gerhardsen, sum manna millum [...] millum eisini varð nevndur »onkel Einar« varð forsætismálaráðharri 1946-51, 1955-65. Hetta er brævið: »EINAR GERHARDSEN, mangeårig statsminister i Norge, gikk i vanlig omtale under navnet ONKEL EINAR. Når
uppsparingin hjá landskassanum økjast. Serliga tí, at tað eru viðurskiftir uttanífrá, sum vit onga ávirkan hava á, sum gera, at likviditeturin hjá landskassanum knappliga broytist til tað verra. Finnbogi [...] Ísaksson fílist eisini á, at tann almenna umsitingin í Tinganesi er økt so øgiliga nógv síðani 1994. - Eg eri púra samdur í, at almenna umsitingin skal broytast og mennast. Men tað er mátin, sum tað er gjørt [...] nakað, sum er komið uttanífrá. Landsstýrið hevur ikki havt møguleika at ávirka hesi tiltøk á nakran hátt. - Og tað fýlist eg á. Løgmaður kann ikki vísa á eitt einasta tiltak frá Landsstýrinum sum hevur
nýggjársrøðu løgmans, hava vit biðið Helenu Dam á Neystabø, úr Sjálvsstýrisflokkinum um nakrar viðmerkingar. - Tað var tunt soð, og flysa vit sjálvrósið burturav, so stóðu vit eftir við ófrættadámi. Tað [...] sparingum og skattahækkingum komandi ár. - Tey sum skulu taka við eftir Edmund Joensen, fáa eina tunga byrðu at lyfta, skulu vit koma burturúr tí skuldarhafti, sum Edmund Joensen ikki hevur megnað at gera avtalu [...] Fyrst finst hann at teimum smærri broytingunum, sum fóru fram í fíggjarnevndini í fjør, samstundis sum hann ikki, við einum einasta orði nevnir, at eisini løgmaður beint undan jólum góðtók, at minka munandi
teimum, sum halda, at fiskaprísirnir verða nógv ávirkaðir av støðuni í fjareysturi. Gjaldoyra er eisini við okkum, tí pundið er høgt í løtuni og tað ger, at vit fáa meira fyri okkara fisk. Eisini dollarin [...] næstu árini. Av tí at nógv protein eru í olju verður eisini mett, at olja fer at verða nýtt sum føðievni í framtíðini. Øll henda gongdin kann eisini fáa stóra ávirkan á, hvussu verður við eini framtíðar [...] stutt eftir. Johan Mortensen vísir eisini á, at vónirnar til at finna gass við Føroyar eru stórar og heldur hann, at tað hevði verið ótrúliga gott, um vit funnu nógv gass, sum helst fer at gerast fram-tíðar
85 ára gamal, meðan vit, húsfólkið var inni. Tá var eg 10 ár, og so løgið tað kann ljóða, so minnist eg tað sum eitt hugnaligt kvøld. Gomul fólk fara, yngri koma til og verða eisini gomul. Soleiðis er [...] onkur vera við, knapt 18 ár. Navnið bleiv tó eitt sindur sjálvsamt: Leonia. Tað var abbi hennara, sum hevði lisið um eina kvinnu við hesum navni, og hann var vorðin hugtikin bæði av henni og av navninum [...] týðiligur í minninum. Situr á torvkassanum við kørum í hondunum; á komfýrinum liggur ein ullarúgva, og vit sita rundanum ella uppi á komfýrinum og nappa. Tað, at eg nevni abban, er tí, at hann, saman við tykkum
ljós - og harvið sloppið okkum føroyingum undan hesi vanærisligu skommini, sum liggja í hesi samanberingini - sum tíverri eisini koma at skaða umdømi Føroya uttanlands, av tí at so nógv fremmand tíðindafólk [...] hesa sera óhepnu samanbering, sum gjørd varð á trettandi - eg vil hervið siga alment frá, at eg teljist als ikki millum teir føroyingar, sum taka undir við tílíkum orðavali, sum ber brá av rasismu, danahatri [...] Zakariasi Wang o.ø., so hava vit føroyingar lítið gott í væntu, um tann dagur skuldu upprunnið, at Zakarias og hansara líkar fáa makt, sum teir hava akt! Og hvussu verður við tí, sum eitur ærumeiðing, ella bara
læknahjálp. Eg eri eisini fyri, at tað lítla av tilfeingi, sum er í Føroyum, kemur øllum borgarum í landinum til góða. Her eru nógv mál, sum eg ivist í at øll loysingarhuga eru samd um. Og taka vit so við, at [...] verður burturbeindur. Men eg eri eisini fyri einara demokratiskari skipan í einum frælsum Føroyum. Eg eri fyri at vit skulu hava politivald og dómsvald. Eg eri eisini fyri, at børn míni kunnu fáa skúlagongd [...] villurnar í tíðindunum, so sum at løgmaður konsekvent verður nevndur »færøsk statsminister« og at formaður javnaðarflokksins verður nevndur »Jannes Eidesgaard«. Men hetta eru smáting, sum vanligi danski útva
Hvat hava vit fingið burtur úr teimum pengum, sum vit hava fingið fyri okkara undirbrotligheit? Í tjúgunum fóru vit á húsagang, í tríatiárunum fóru vit á húsagang, í fimmtiárunum fóru vit á húsagang, [...] harrunum. Duga vit ikki at húsast? Men so segði hann, at tað vóru vit sjálvi, sum ikki høvdu dugað at húsast við teimum pengunum, sum komnir vóru úr Danmark, og at tað tí vóru vit, sum høvdu allan feilin [...] eru so reinir sum lambið. Sambandslygnin Tað sum er galið við teimum, er at teir eru villleiddir til at halda, at tað, sum er til fyrimun fyri teir, eisini er gott fyri tjóð okkara. Teir sum hava villleitt
fruktirnar av tí, sum hann var við til at leggja lunnar undir, geva úrslit. Mínir tankar leita í kvøld til tykkara, sum hava mist. Fyrst og fremst til tín Karlu og børnini Paulu, Fróða og Svein, sum hava mist [...] ein stjóri, sum var bangin fyri at smoykja upp um armar. Krisjan var ein sera tolin maður, og nú tankarnir leita aftureftir, so var hann kanska í so tolin. Tá kreppan kom, rakti hon eisini Sosialin sera [...] Fleiri av bløðunum, ið Sosialurin prentaði, fóru á heysin, og sum fyritaksstjóri nívdi gongdin Krisjan sera nógv. Hann var ein persónur, sum ikki dugdi at leggja arbeiðið eftir á arbeiðsplássinum, tá hann