Haldið tíðarætlan fyri útbjóðing

Vit eiga ikki at útseta eina útbjóðing meira enn hægst neyðugt sigur Johan Mortensen, umboðsmaður hjá útlendskum oljufeløgum

-Vit mugu ikki víkja frá koyriætlanini fyri oljuleiting við Føroyar men halda okkum til ta tíðarætlan, sum er stungin út. Hetta sigur umboðsmaðurin hjá stóra oljufelagnum Amerada Hess í Føroyum, Johan Mortensen, nú tað frættist, at oljuprísirnir eru á veg niður eftir og tað um somu tíð er bíligari og lættar at koma framat oljuríkidøminum í Ruslandi og øðrum londum har nærhendis.

Johan Mortensen vísir á, at oljuprísurin er fallin nógv seinastu dagarnar og liggur nú á umleið 15.50 dollar. Orsøkin til hetta er m.a.:

Í desember 97 hækkaði OPEC framleiðslukvotuna pr. dag. Fíggjartrupulleikarnir í fjareystri gera, at minni verður keypt har av olju. Í vikuni gav ST Irak loyvi at byrja at útflyta olju fyri matvørukeyp. Veturin í Europa og USA er sera lýggjur og ger tað, at oljunýtslan ikki veksur sum vant er hesa tíðina.

Johan Mortensen sigur, at vanliga rokna oljufeløg við, at søluprísurin ikki skal fara undir 16 USD fyri tunnuna fyri at dekka útreiðslur og hava vanligan vinning.

Um ein tekur økið vestan fyri Hetland og setir tað upp ímóti lækkandi oljuprísinum, so ger t.d. ein prísur upp á 14 USD, at áhugin fyri at arbeiða í hesum økinum við teimum sera stóru útvinningsútreiðslunum verður at minka og er sera ivasamur.

Menn vænta, at prísurin fer upp aftur og verður tosað um ein meðalprís upp á 17 USD fyri 98.

Hvat gassmarknaðinum viðvíkur so er hann betri og meira stabilur og verður ikki handlaður dag fyr dag men byggir meira á eftirspurning og útboð.

Roknað verður við, at oljunýtslan verður at toppa um ár 2012 og verður avloyst av alternativum orkukeldum og gassi. Gass verður framtíðar brennievnið. Marknaðurin í Europa fer at vaksa við 70% næstu árini.

Av tí at nógv protein eru í olju verður eisini mett, at olja fer at verða nýtt sum føðievni í framtíðini.

Øll henda gongdin kann eisini fáa stóra ávirkan á, hvussu verður við eini framtíðar føroyskari oljuvinnu sigur Johan Mortensen.


Óttast gongdini

Hann vísir m.a. á, at russar hava liberaliserað oljumarknaðin sera nógv, soleiðis at útlendsk feløg nú kunnu eiga feløg í Ruslandi 100%. Nógv olja er til í Ruslandi og hon er bílig at fáa upp. Alt hetta kann vera ein ?hóttan? móti útviklinginum í Føroyum, har tað ræður um at koma í gongd við oljuleiting.

Umboðsmaðurin hjá Amerada Hess heldur tað hevur alstóran týdning, at vit føroyingar halda okkum til tíðarætlanina fyri eini útbjóðingarundu, sum skal vera til várs og soleiðis at oljufel øgini sleppa veruliga til arbeiðis longu í 99. Hesin koyriplanur er skilagóður og góðtikin av oljuverðini.

-Vónandi verður ikki víkt alt ov nógv frá hesum. Tað skal ikki nógv til, at áhugin fer onkra aðrastaðni. So eg seti vónina til, at oljulóggávan verður samtykt í januar, soleiðis at tað kann farast undir eina lisensrundu stutt eftir.

Johan Mortensen vísir eisini á, at vónirnar til at finna gass við Føroyar eru stórar og heldur hann, at tað hevði verið ótrúliga gott, um vit funnu nógv gass, sum helst fer at gerast fram-tíðar brennievnið.

-Finna vit gass á føroyskum øki, so merkir tað helst, at her verður gjørdur ein gassterminalur, ið fer at skapa nógv arbeiði og inntøkur til samfelagið.

Johan Mortensen heldur annars, at vit føroyingar mugu til at hugsa meira globalt ikki minst tá talan er um olju. Vit mugu til at fylgja við, hvat hendir á hesum øki aðrastaðni í verðini og spyrja hvørja ávirkan gongdin har hevur á okkum sum ein komandi oljuframleiðandi tjóð - hóast vit enn ikki hava funnið nakra olju. Men vit mugu til at hugsa sum ein oljuframleiðandi tjóð uppá longri sikt.


Góðar vónir um fiskvinnu

Johan Mortensen leggur aftrat, at tað sum kann stabilisera ein føroyskan búskap er ein oljuvinna og einki annað.

-Vit hoyra politikarar og aðrar siga, hvussu svikaligt tað er við fiskivinnuni og eftir 23 ár í fiskivinnuni kann eg bara taka undir við tí.

Johan Mortensen heldur tó, at vit fara at hava hækkandi fiskaprísir og er tí ikki samdir við teimum, sum halda, at fiskaprísirnir verða nógv ávirkaðir av støðuni í fjareysturi. Gjaldoyra er eisini við okkum, tí pundið er høgt í løtuni og tað ger, at vit fáa meira fyri okkara fisk. Eisini dollarin er høgur, so hetta kompenserar nakað fyri hækkandi oljuprísin.

Sum fyrrverandi fiskasølumaður so heldur Johan Mortensen tað var skilagóð avgerð at tálma útflutningin av feskum fiski av landinum. Tann skipanin tykist longu at virka væl. Tað hevur so eisini við sær hækkandi prísir í Bretlandi.

-Tvørturímóti rokni eg við, at hvat viðvíkur søluni av fiski verður 98 eitt gott ár. Men eg taki undir við teimum, sum halda, at rentan fer at hækka.

Johan Mortensen undrast annars yvir, at vit í Føroyum hoyra so lítið til búskaparligu kreppuna í fjareystri, sum er sera álvarslig. Hon kann fáa avleiðingar fyri búskaparligu gongdina í Europa eisini.

Hann heldur annars, at sum heild sær tað rættiliga áhugavert út fyri Føroyar í framtíðini. -Vit mugu so vóna, at danir meina tað teir siga, at teir vilja hjálpa okkum at fáa betri atgongd til ES. Ein bøtt avtala við ES hevði komið ótrúliga væl við hjá Føroyum. Men lat meg endurtaka - tað, sum hevur alstóran týdning í løtuni, er at vit fara undir eina fyrstu útbjóðing í ár sum ætlað.