Tað er sagt nakrar ferðir fyrr, men Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, er ikki so glaður fyri tíðindafólk, sum eru ov nærgangandi.
Hetta kom eisini tíðuliga til sjóndar, á fundinum í Nóatúni í gjár. Hann segði millum annað, at hann helt, at Sjónvarp Føroya, í teimum trimum sendingunum um kreppuna, hevði »yvirdramatiserað« rættuliga nógv.
Hann legði tó afturat, at hann ikki hevði sæð allar sendingarnar, men at hann hevði fingið ein samandrátt av teimum, og tí kendi innihaldið.
- Eg kann siga, at eg varð klókari av sendinginum. Nú skilji eg meira av kjakinum, sum er í Føroyum, um hetta mál. Er hatta tann einasta søgan, sum er frammi um, hvussu alt hendi, so skilji eg væl, hví føroyingar eru illa við.
- Tað er ikki hvønn dag, at Danmark verður lagt undir, at verða ein bananrepublik, við einum einaræðisharra, sum eitur Poul Nyrup Rasmussen. Hatta er nýtt fyri meg, tað má eg siga.
- Fyrsti parturin sendingin var um, hvussu Føroyabólkurin fyrireikaði kreppuna í Føroyum. Annar parturin var um, hvussu Nyrup legði felluna út fyri føroysku myndugleikarnar, og triðji parturin var um, hvussu føroyingar fóru í felluna.
- Lat meg sláa fast, at bankahúsagangurin ikki var ein orsøk til kreppuna, men eitt úrslit av henni.Tí kenni eg ikki innihaldið í sendingunum aftur.
- Eg vóni, at bankafrágreiðingin sigur søguna, sum hon er, soleiðis at vit kunnu sleppa av við allar myturnar, og byrja at tala saman aftur. Tað er, eftir míni meting, av allarstørsta týdningi fyri okkum øll
.
Høgni Hoydal
rættar Nyrup
Høgni Hoydal, sjónvarpsmaður, sum var ein av teimum sum gjørdi sendingina sigur, at hann partvís er samdur við forsætisráðharranum í tí, hann sigur, men Høgni leggur afturat:
- Sendingarnar viðgera ikki, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av kreppuni. Vit hava ikki givið dønum, ella føroyingum, ábyrgdina fyri kreppuna. Vit hava víst á, hvussu danir valdu at gera, júst í hesum máli, og hvørji krøv teir settu. - Tað undrar meg eitt sindur, at teir øsa seg so. Tað átti at verið ein fyrimunur fyri allar partar, um alt kom fram í hesum málinum. Eg haldi, tað er skeivt av Nyrup at geva okkum skyldina fyri nakað, sum helst. Vit eru bara boðberi í hesum føri, og tað kann so ikki verða okkara skyld, um okkurt skeivt er gjørt.
Høgni Hoydal sigur víðari:
- Um onkur beinleiðis feilur var i sendingunum, onkur faktuellur feilur, so rokni eg við, at teir høvdu gjørt vart við tað. Tað hava teir ikki gjørt, og tað kunnu teir heldur ikki.
Poul Nyrup Rasmussen tosaði um mytur, og hvønn týdning tað hevur at fáa tær av vegnum. Til tað sigur Høgni Hoydal:
- Sendingarnar byggja ikki á mytur, men eru grundaðar á skjøl, sum vit hava fingið frá donsku ráðharrastovunum, og tað er stórur munur á
Annars sigur Høgni Hoydal, at hann er samdur við Nyurp um, at tað er sera týdningarmikið, at vit kunnu koma víðari.
- Vit kunnu ikki blíva við, at hanga í fortíðini. Men vit hildu, at tað var rætt at gera eina sendirøð, sum vísti, hvussu danir høvdu valt at handfara hetta mál.










