fakfeløgini at avgera Hetta er so satt, sum tað er sagt. Men tað er eisini ein veruleiki, at leiðslan skal útinnast á tí grundarlagnum, sum er avrátt millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hoyrir við til [...] farið upp um 24 næmingar. Avgerð um hetta skal verða tikin í samráði við YF?« 2.»at seta meiri pening av enn higartil til dagføringar av útbúgving læraranna?« 3.»at ein langtíðarætlan verður gjørd um flokkatal [...] øki ? og YF og LSF samráddust um, hvussu hetta kundi lata seg gera. Úrslitið var, at lærararnir hilu frí í eina viku uttan løn á heysti í 1992. Í hesum sambandi eydnaðist YF formliga at fáa sligið fast
omman, hóast als ikki er staðfest, at hon yvirhøvur er smittað. Eina aðra vón hava tey kortini, sigur omma viðgjørdu gentuna við Sosialin. Og tað er, at Harrin, sum sterkari er enn allir læknar, fer at [...] við. Omma gentuna sigur, at hóast tað er ávíst, at gentan hevur fingið blóð frá hesum HIV positiva persóninum, hava tey vón um, at smittan ikki hevur fest seg. Tað er soleiðis, at gentan fekk rættiliga nógv [...] ein lítil partur av øllum. Ríkissjúkrahúsið hevur fingið heiligvág úr Svøríki, sum gentan er viðgjørd við. Hetta er nýggjur heiligvágur, sum, eftir hvat skilst, ikki hevur verið royndur í Danmark fyrr. Av
skjal, enn tá ein situr yvir av einum øðrum persóni, sum spyr um líkt og ólíkt. Ester Larsen heldur, at ein slík samrøða fer at skilja ivasamar donorar frá. Henning Sørensen, yvirlækni, sum er leiðari [...] umhugsa, um blóðbankarnir skulu fara at spyrja hvønn einstakan blóðdonor um kynslívið hjá viðkomandi, fyri á tann hátt at finna tey, sum hava verið fyri møguligum smittuvanda. Tilburðurin týsdagin er annar [...] vanlukkuligi blóðflutningurin týsdagin, hevur fingið danskar myndugleikar at taka málið um blóðgevarar upp av nýggjum. Málið er komið í Fólkatingið, har formaðurin í Heilsunevndini, Ester Larsen úr Vinstraflokkinum
hanga saman, men hann vónar, at hetta fer at bera til. Er væl fyri Tá prátið snýr seg um møguleikarnar hjá Jákupi at vinna plássið millum stólparnar á besta liðnum í Herfølge, er Jákup Mikkelsen sær sjálvum [...] sína tíð í Herfølge kappast við Kai Larsen um málverjuplássið, og skulu vit døma út frá tí, sum Jákup sjálvur sigur, so er í løtuni lítil ivi um, at hann er sjálvskrivaður til besta málverjuplássið. Kai [...] higartil vant á grúsvøllum, og tað er als ikki so hugaligt, sum tað er at venja og spæla á grasi. Vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna á grúsi, og tvær ferðir um vikuna hava vit vant konditión innandura
skaða í lærkrikanum. Tað er ikki greitt, um hann heilt fer at gevast sum fótbóltsspælari, tá hetta kappingarárið er av, og so leingi sum tað ikki er greitt, so er í hvussu so er ein teoretiskur møguleiki [...] ætlanir um at gevast. Verður hann ikki skaddur, so fer hann undir HM kappingini í Fraklandi í summar í hvussu so er at koma upp á síðuna av metinum hjá Mortani Olsen, og um Danmark røkkur víðari enn innleiðandi [...] nevndini, og har mammubeiggin, Ebbe Skovdal, var og er venjari. Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tað hevði passað sum fótur í hosu hjá fjølmiðlunum, um Michael Laudrup nú hevði boðað frá, at hann fer at
sjónvarpsavtalu, sum var 1,9 milliónir. Hetta er tað, sum FSF fekk frá UFA í 1997. Fyri rættindini at sjónvarpa fekk FSF 209 túsund krónur, og tað er væl minni, enn árið frammanundan, tá upphæddin var 2 [...] at siga, at landsliðið er avtikið, men at tað fyribils er lagt stilt. Í FSF hevur verið stórur áhugi fyri at seta eitt U-21 landslið á stovn, men fyri kortum varð greitt, at hetta verður ikki gjørt, so [...] ði 8. juni var áskoðarafjøldin metstór, 6.642, og tað er størsta orsøkin til góðu framgongdina á hesum posti, sjálvt um dystartalið var lægri, enn tað var árið frammanundan. Sponsorarnir hjá a-landsliðnum
fram uppskot um stjórnmálanevnd. Hetta er aðru ferð, at flokkurin leggur slíkt uppskot fram, men fyrru ferð fekk uppskotið ikki undirtøku. Orðaskiftið fríggjadagin gav tó eina ábending um, at málið ikki [...] órógvaði Tað var tó beinanvegin greitt, at løgtingslógirnar um stýrisskipan Føroya í sermálum og um umboðsvald Føroya ikki fóru at vera nóg góðir karmar um fyrisiting av einum munandi øktum sjálvstýri. Sostatt [...] Úrslitið var lógaruppskot um tílíka nevnd, løgtingsmál nr. 42/1996. Hetta uppskot vann ikki frama á tingi. Eiga at finna felags støðu Støðan hjá politisku flokkunum, tá tað snýr seg um spurningin sjálvstýri-samband
professionellari, enn vanligt. M.a. er ætlani nat gera nógv burturúr marknaðarføringini. Men teir fara eisini at leggja stóran dent á, at báði framsýnarar og vitjandi fara at føla seg væl. Ætlanin er nevniliga [...] snúgva seg um sølu. Ætlanin er, at undirhaldið skal verða á høgum støði. Og m.a. verður arbeitt fyri at fáa eitt altjóða navn uttan úr heimi til Tvøroyrar at undirhalda á stevnuni. Men hetta var ikki heilt [...] sagt verið misjavnar í Føroyuum. Men nú halda fyrireikararnir, at tíðin aftur er búgvin at royna eitt slíkt tiltak. Tað er Tvøroyrar Bóltfelag, sum skipar fyri. Tvøramenn siga, at teir fara at leggja stóran
Tað er nú nakað síðani, at eitt samt stýrið fyri Norðurlandahúsið gjørdi av at søkja landsstýrið um skonkiloyvi. Hetta hevur verið umrøtt fyrr men ikki fyrr enn í 1997 varð so søkt. Tá svarið kom úr Tinganesi [...] um. Tí nettup hetta hús er karmur um so mong altjóða tiltøk. Og saman við slíkum tiltøkum hoyrir eitt skonkiloyvi. Tað halda bæði stjórin og ein samd nevnd. At slíkt skonkiloyvi ikki er ætlað at verða [...] verða misbrúkt er Bengt Gøransson, nevndarlimur eitt dømi um. Hann hevur leingi sitið sum formaður í Norðurlendsku fráhaldsrørsluni og er eisini fyrrverandi mentamálráðharri í Svøríki. Tá slíkir menn mæla til
eina fortíðarsøgu er ógvuliga týðandi fyri eitt fólk, og er hetta eisini galdandi fyri okkum føroyingar Søguligu virðini í Sigmundargøtu/ í Rættará ella við Vestaru Vág: Gamla hospitalið er ein søguligur bygningur [...] søguligu virðunum, sum eru har í grannalagnum: 1.søguliga grannahúsið er Müllers Pakkhús, ið er friðað. 2.søguliga grannahúsið er Skeiva Pakkhús. Á sjónum ? undir Skeiva Pakkhúsi, við høgukei liggur søguliga [...] frá sanginum »Her nógv er at gera« ella «til Havnar vit fara«). Grannahúsið hjá Østrøm í Rættará er húsið hjá Elias í Rættará, spell at slíkt hús fær loyvi at forfalla, tí húsið er serstakt, hugnaligt og