nevndarsessir at røkja. Hann er limur í norðurlandaráðnum, ið bert hevur fundir einar fýra ferðir um árið, og harafturat er hann í uttanlandsnevndini, ið hann ikki heldur hava so ógvuliga nógv at gera. Ætlar [...] millum stólar Jógvan við Keldu sigur, at hann metir seg vera føran fyri at røkja bæði størvini, men um hann fer at kenna, at hann ikki klárar at røkja bæði størvini til fulnar, so fer hann at umhugsa at [...] týdningarmiklu stólarnar, men heldur røkja arbeiðini við lít. Tó sigur hann, at hann hevur ætlanir um at fara at tosa við teir, ið høvdu gjørst varamenn hansara, bæði til løgtingssessin og til býráðssessin
sjálvandi ein spurningur um pengar, og tað er skiljandi, at Fótbóltssambandið ikki vil leypa út, har tað ikki grynnir. 1998 var soltið peningaliga hjá FSF, men roknað verður við, at árið í ár fer at geva nógvar [...] unum fyri góðum tíggju árum síðani, er landsliðsvirksemið hjá Fótbóltssambandinum fleirfaldað, og árið í ár verður eisini nógv merkt av landsliðsvenjingum og landsdystum. A-landsliðið hjá monnum er sum [...] sum vera man tað, sum hevur størsta áhuga, og her ganga Føroyar einum spennandi og vónandi gevandi árið á møti. Landsliðið skal í ár spæla fimm undandystir til EM-endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia
í at siga nakað um enn. 2.000 tons um árið Stjórin á Delta Seafood sigur, at teir roknað við at taka ímóti 2.000 tonsum av fiski um árið í nýggja virkinum. Í virkinum sum er, arbeiða um 25 fólk og rávørunøgdin [...] rávørunøgdin hevur eisini ligið um 2.000 tons um árið Í fjør vórðu um 4 ,2 milliónir útgoldnar í lønum. Í nýggja virkinum væntar Magnus Jespersen at tað verður eitt sindur meiri virksemi, enn tað er í virkinum [...] nú fer undir at byggja nýtt virki á Tvøroyri. Arbeiðið at fyrireika byggingina er byrjað. Talan er um at kommunan skal hækka eitt stykkið niðri á havnalagnum javnt við bryggjukantin og at fylla út. Arbeiðið
yvirskotið var uppá heilar 18,2 mió. krónur og vóru hesar søgur sannar, so var talan um eina øgiliga framgongd sammett við árið frammanundan, tá úrslitið var eitt hall uppá 5,6 mió. krónur. Tað er ikki so ofta [...] vildi siga so nógv meir í gjár, so er tað púra greitt, at hann er sera fegin um úrslitið. ? Jú, tað eri eg. Tað er eingin ivi um tað. Nevndin er eisini nøgd Eisini Bergur í Garði, nevndarformaður í Føroya [...] ? Tað sigur seg sjálvt, at vit eru væl nøgd við úrslitið. Tað kann altíð setast spurnartekin við, um úrslitið er nóg stórt sammett við umsetningin, men hetta er ein torførur marknaður og tí eiga vit at
tekin um, hvat altjóða elituítróttur veruliga hevur við sær. ? Doping hoyrir við til elituítróttin, vit kunnu als ikki krevja reinleika har. Elituítróttur snýr seg ikki um heilsu, hann snýr seg um at vinna [...] Klakstein Meðan avgerðin um, at ítróttarfólk á Oyggjaleikunum skulu kannast fyri doping, hevur ein satt ódnarveður verið á dopingøkinum í altjóða elituítróttinum. Seinasta árið hevur verið óvanliga ófriðarligt [...] ófriðarligt, og avdúkingar um miðvísa doping av súkklufólki undir Tour de France í fjør setti gongd í eina røð av dopingavdúkingum innan fleiri ymsar ítróttargreinar. Nærum eingin grein slapp snikkaleys,
tað verða torført at meta um, um nýtsla av ólógligum, stimbrandi evnum verður brúkt í oyggjaleikahøpi, og um nakað føroyskt ítróttarfólk kundi funnið upp á at dopa seg. ? Men um nakar føroyingur verður tikin [...] rnar hevur einki verið gjørt fyri at kanna, um ítróttarfólk hava nýtt ólóglig, stimbrandi evni, men oyggjaleikanevndin á Gotlandi hevur borið fram ynski um, at dopingkanningar skulu gerast á leikunum í [...] gjørt. Tað finst ein almennur listi yvir evni, sum ikki eru loyvd, og um stutta tíð fáa føroysku ítróttarfólkini eitt skriv frá mær um, hvussu tey skulu bera seg at fyri at sleppa undan trupulleikum undir
uttanlands, einsamallir føra heim av útlendskum gjaldoyra um árið. ? Hetta er eisini áleið sama upphædd, sum Tórshavnar Býráð hevur í lønarútreiðslum um árið. Eyðfinn Petersen sigur, at flyta vit øll arbeiði okkara [...] ? Tí annars noyðast vit at taka kappingina um lønarlagið upp við triðja heimin og tað ber ikki til, tí tað er dýrt at búgva í Føroyum. Hann spurdi eisini, um tað var frælslyntur vinnupolitikkur at flyta [...] búskaparfrøðingar koma til, veldst alt um, hvørjar fortreytir teir hava og, hvørjar upplýsingar teir hava at ganga út frá. ? Og tað kundi verið, at úrslitið hevði verið øðrvísi um teir fingu aðrar fortreytir og
Ársroknskapurin hja P/F Føroya Banka er liðugur og annað árið á rað vísir hann eitt yvirskot áðrenn skatt, sum liggur um tær fýrahundrað milliónirnar. Men eins og undanfarin ár, so stavar ikki alt úrslitið [...] verið til, hevur hann havt eitt samantalt úrslit uppá 1.269 mió. krónur. Ikki so illa farið um, tá ein hugsar um hvørjum standi bankin var í, tá byrjað var. Seinasta roknskaparár gav eitt avlop uppá uml [...] mia. krónur og hóast tað er nakað minni enn tað var um ársskiftið í 1997, so er gjaldføri bankans stak gott. Framgongd í rakstrinum Hóast talan er um stórar afturføringar av burturleggingum, so er tað ikki
1987 metir í síni frágreiðing um byggingina av Thulestøðini í 1953: »Tað er neyvan nakar ivi um, at tað ikki undir ella í sambandi við samráðingarnar hevur verið talan um, hvørjar avleiðingar byggingin [...] veiðiøki. Spurningurin er tó, um Grønland, tá flytingin fór fram, í praksis ikki var umfatað av donsku grundlógini, sum m.a. snýr seg um »boligens ukrænkelighed« og kravið um endurgjald við ekspropriatión [...] Tað veldst um, hvussu gamal og hvat starv hvør einstakur av teimum 81 Thulebúgvunum hevði, tá flytingin fór fram. Ein stórfangari hevur soleiðis krav um størri endurgjald enn ein nýføðingur. Um dómararnir
eina til tvær ferðir um árið í 10 ár. - Vit vóru eitt ættarlið av fólki, sum vóru intellektuell og sum hildu tað vera umráðandi at hava eitt tíðarrit, har vit kundu tosa breitt um mentan. Vit búðu í ymiskum [...] næstum søkja felagið um stuðul til eina ferð til útlandið. Hetta verður lýst í bløðunum. - Listafólk hava brúk fyri at fáa íblástur uttanlands. Fleiri av okkara limum hava søkt um stuðul til atelier uttanlands [...] og at misunna øðrum, sum fáa. Vit fáa tað øll betri um eitt nú mentanin á bygd fær tað betri og til dømis høli at sýna fram. Vit verða øll ríkari um Føroyar verða eitt land mentunarliga, og tað eru vit