Nú skal nýtt flakavirki byggjast á Tvøroyri.
Tað er Delta Seafood, sum áður hevur virkið á Sandi, í Skopun og á Tvøroyri, sum nú fer undir at byggja nýtt virki á Tvøroyri.
Arbeiðið at fyrireika byggingina er byrjað.
Talan er um at kommunan skal hækka eitt stykkið niðri á havnalagnum javnt við bryggjukantin og at fylla út.
Arbeiðið at fylla út skal verða liðugt hálvan mei og sjálvt virkið verður liðugt einaferð í summar.
Tá fer Delta at flyta virksemi sítt á Tvøroyri úr hølunum, sum tað nú heldur til í, yvir í nýggja virkið.
Tað nýggja virkið verður 15 x 60 metrar, ella 900 fermetrar stórt.
Tað fer at kosta onkustaðni ímillum tvær og tríggjar milliónir krónur at byggja.
ES krøvini gera tað neyðugt
Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sigur, at tað eru tey heilsufrøðiligu krøvini frá ES sum ger, at tað er neyðugt at byggja nýtt virki.
Delta Seafood byrjaði á Tvøroyri á sumri í 1995 og síðani hevur tað gingið framá.
Í 1996 tók felagið stig til at lata bæði virkið á Sandi og í Skopun upp.
Og virksemið á Tvøroyri gongur so mikið væl, at teir hætta sær undir nýggjan virkisbygning.
Magnus Jespersen sigur, at í nýggja virkinum fara tey at hava fleiri møguleikar at arbeiða enn tey hava í hølunum, tey nú húsast í.
? Har, vit nú eru, fáa vit ikki gjørt annað enn skorið fiskin til flak, og selt tey fesk, og arbeitt saltfisk.
? Men í nýggja virkinum fáa vit m.a. eisini fryst flakið í blokk.
Men harumframt síggja teir eisini aðrar møguleikar fyri sær, sum Magnus Jespersen ikki leggur í at siga nakað um enn.
2.000 tons um árið
Stjórin á Delta Seafood sigur, at teir roknað við at taka ímóti 2.000 tonsum av fiski um árið í nýggja virkinum.
Í virkinum sum er, arbeiða um 25 fólk og rávørunøgdin hevur eisini ligið um 2.000 tons um árið
Í fjør vórðu um 4 ,2 milliónir útgoldnar í lønum.
Í nýggja virkinum væntar Magnus Jespersen at tað verður eitt sindur meiri virksemi, enn tað er í virkinum, sum er.
Fiskin fáa tey ymsastað-ni frá.
Men hann vísir á, at Delta hevur eitt sera gott samstarv við Føroya Fiskavirking á Tvøroyri.
? Tað samstarvið gongur út uppá, at tá í Fiskavirking keypur eina last, tekur Delta Seafood ímóti fiskinum, sum Fiskavirking ikki brúkar, og øvugt, sigur Magnus Jespersen.