um fiskiskipi, ið hevði siglt á ein boða uttan fyri Føroyingahavnina við 84 monnum umborð. Tá var trongt í lugarinum á Viðoynni. 2 ár seinni var hann við Skálanes, tá hon brendi og sakk á Fyllabank. Aftaná [...] um í Havn. Eftir lokið prógv var hann stýrimaður hjá DFDS fyrst við Prinsinum og so við England, ið tá sigldi uppá Føroyar um summarið. Ørvur var verandi hjá DFDS, har hann gjørdist ein av yngstu kapteynunum [...] Ørvur er í hesum døgum í Norðsjónum, men niðurteljingin er byrjað. Tá hann fer í land komandi summar, hevur hann verið á sjónum í 45 ár, og tá kann hann í øllum veðri sita fjálgur innandura og síggja hvørt
Uppsagnartíð Tá ið ein handverkari ikki virðir uppsagnartíðina, hevur meistarin rætt til at halda lønini aftur. Hetta hevur Føroya Rættur nú staðfest. Leggjast kann afturat, at dómurin er ikki skotin inn [...] øðrumegin, og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hinumegin, stendur, at tá ið handverkari hevur verið í arbeiði styttri enn tvey ár hjá sama arbeiðsgevara, er uppsagnartíðin fimm [...] viðmerkingar til málið. Men hann sigur kortini heilt stutt, at sum gamal fótbóltsspælari veit hann, at tá ið farið verður eftir manninum, heldur enn eftir bóltinum, endar oftani galið.
sama gjørdu menninir í norðaru havnini, tá »Blikur« ein túr seinni kom í Ravnsoynna eftir teimum. Einasti bátur eftir í oynni var »Birita«, sum var fyrstu bátur, ið var bygdur til grønlandsútróður. Birtu [...] til Føroyingahavninui fór yvir við "Tjaldrinum" hjá Skipafelagnum fyrst í mei. Teir møttu ísinum, tá teir komu á Hvarvið, og sigldu norður við einari ísbrúgv, men væl lá fyri at sigla inn í Føroyingahavnina [...] hugsingur um at fara suður í Ravnsoynna, so tey blivu í fyrsta umfari búgvandi umborð á »Tjaldrinum«. Tá »Tjaldrið« fór avstaðaftur síðst í mei, vórðu tey koyrd í land og fingu innivist á Sjómansheiminum
av, tá íð lastbilurin skal halda av. Annars haldi eg ikki at hetta er eitt mál fyri Mortan, men heldur fyri løgregluna. Løgreglan bíðar bara eftir at ein ólukka hendir, tá fyrst hevur hon eina sak, sum [...] at løgreglan á Tvøroyri sá ikki nakran trupulleika við ferðsluni. Eg spyrji: Hví sær hon ikki tað, tá ið vit øll onnur síggja tað? Er tað tí at eingin er deyður enn? Jú Mortan, víst eru vit rædd. Ferðin
sigur: »Vit hava eina sak, tað hava danir ikki«. Henda tankagongd man vera vanlig hjá nógvum tjóðveldismonnum; ein religiøs trúgv uppá at teir hava eina sak. Og ikki bert eina sak, men sakina, tað einastu [...] ð í filminum, bæði tá hann kemur politiskt til orðanna, og sum ífyllu-bíløt, har hann stendur hugsunarsamur í onkrum vindeyga og guvar sær eina sigarett, Prince of Denmark. Ella tá hann fær Drotninga-besøk [...] Guttesen Hóast hampiliga góð ummæli í donsku pressuni, hevur hesin filmur ikki verið nøkur magnet, ið hevur drigið nógvar áskoðarar inn at hyggja. Hann hevur gingið í longri tíð í einum lítlum biografi
stuðlar einum tiltaki, sum má metast at koma undir heiti mentan og list. ? Tá ið farið verður eftir pengum frá borgaranum, eiga saklig atlit at verða tikin, samstundis, sum vit mugu tryggja okkum, at øll eru [...] tinginum um, hvussu politikarar brúka skattaborgarans pening. Sum dømi nevnir hon filmin, Færøerne.dk, ið er ein filmur um samráðingarnar ímillum Føroyar og Danmark um fullveldi. Hesin filmurin fekk stuðul
at hendingin við línuskipinum, Jógvani Norði, sum í heyst sakk vestanfyri, tíbetur er nakað, sum hendir ógvuliga sjáldan. Veðrið var gott, tá ið skipið í stutt fyri midnátt fór at leka. Sjógvurin fossaði [...] ringt, tá ið skipið fór at leka, er ikki vist, at skipsbrotið hevði spælt so væl av, sum tað gjørdi. Mundi sokkið Sosialurin hevur tosað við fólk, sum vita at siga, at tað, sum hendi Jógvan Norði, tá ið eitt [...] ventilin, er hent áður. Íslendska nótaskipið, Torsteinn, mundi nevniliga sokkið av sama breki fyrr í ár, tá ið wc-rørið, sum gongur út úr maskinrúminum, fór at leka. Skipið sendi boð eftir tyrluni, sum kom við
fyri, men tann eini fekk ilt í beinið, tá ið hann leyp niður í bjargingarbátin. Skiparin sigur, at tað gekk skjótt og væl hjá Klakki at finna bjargingarbátin, tá ið teir komu á leiðina. Undarlig sjón - Tað [...] Skipsbrot Línubáturin, Jógvan Norði, var staddur einar 10 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi, tá ið maskinmeistarin, Jógvan Jacobsen, legði til merkis, at skipið var farið at leka í maskinrúminum. - [...] tí sjógvurin í maskinrúminum vaks so skjótt. - Tað sigur eitt sindur um, hvussu skjótt alt gekk, tá ið vit bert hálvan tíma seinni noyddust av skipinum, sigur hann. Góður fiskiskapur Karl Martin sigur
tí hann tókst við. Tá ið farið var burtur í torv, hevði hann ein heldur sermerktan vogn at koyra torvið heim við og hendan vognin stuttleikaðu børnini sær óført við. Nú fyri kortum, tá tað bleiv gjørt eitt [...] lívsviðurskiftum, bæði á tí tímiliga og á tí andaliga økinum. Og væl dámdi honum, tá ið hann kundi samla øll síni kæru rundan um seg til Guds orð og at syngja nakrar sangir saman. Við hesum orðum vilja [...] hann hevði tað best, um hann kundi gera okkurt gott fyri onnur og serliga um tað var fyri Guds ríkis sak. Hetta bera eisini allar hansara dagbøkur boð um, sum hann hevur skrivað ígjøgnum tey mongu árini hann
Kvinnuhondbóltur Tey, ið høvdu væntað, at ársins fyrsti toppdystur skuldi koma undan kavi vesturi á Vágseiði sunnudagin, fingu eitt satt vónbrot. Tað var bara annað liðið, ið livdi upp til toppheitið, [...] gongd. Tær løgdu fyri við tryggum útisigri á Neistanum, ið tykist hava eitt gott lið í ár, og sunnudagin hildu tær fram við stórum heimasigri á VÍF, ið var størsta og einasta hóttanin móti VB undanfarna k [...] sanniliga eisini sína sak fyri í Vestmanna, har VÍF vann greitt. Tó eru tekin um, at VB ikki hevur eitt veikari lið í ár enn í fjør ? heldur tvørturímóti. Fleiri av stuðulsspælarunum, ið ikki vóru við í fjør