VB vant burtur úr VÍF

VB-kvinnur plaga at vera sterkar á heimavølli, og sunnudagin staðfestu tær, at so er sanniliga eisini í ár. Tær vunnu ein óvæntað stóran sigur á VÍF, ið ongantíð fekk fótin fyri seg í dystinum

Kvinnuhondbóltur

Tey, ið høvdu væntað, at ársins fyrsti toppdystur skuldi koma undan kavi vesturi á Vágseiði sunnudagin, fingu eitt satt vónbrot. Tað var bara annað liðið, ið livdi upp til toppheitið, meðan hitt fekk av at vita.
VB-kvinnurnar, sum jú vunnu sær greipuna í fjør, hava veruliga hildið fast í rætta endanum, nú hondbóltskappingin hjá kvinnunum aftur er farin í gongd.
Tær løgdu fyri við tryggum útisigri á Neistanum, ið tykist hava eitt gott lið í ár, og sunnudagin hildu tær fram við stórum heimasigri á VÍF, ið var størsta og einasta hóttanin móti VB undanfarna kappingarár.
Líkt er til, at VB hevur tað sama í kvittanum í ár, sum gjørdist endin hjá teimum í fjør, tá tað annars við kappingarbyrjan var upp á tal als ikki at hava lið í 1. deild. Bæði vágbingar og øll onnur gjørdust tó klókari_

Sum í fjør?
Nú skulu vit sjálvandi ikki avgera kappingina, eftir at bert tvey umfør eru spæld, tí í fjør hendi í grundini tað sama í einum av dystunum millum VB og VÍF í Vági. Ta ferðina vann VB eisini sannførandi, men fekk so sanniliga eisini sína sak fyri í Vestmanna, har VÍF vann greitt.
Tó eru tekin um, at VB ikki hevur eitt veikari lið í ár enn í fjør ? heldur tvørturímóti. Fleiri av stuðulsspælarunum, ið ikki vóru við í fjør, eru komnir afturíaftur, og haraftrat er litaviska íkastið hesa ferð ikki minni gott!
VÍF í sínum lagi hevur so sjálvandi fingið Ioanu Rapa aftur, men dysturin sunnudagin var ikki ein av teimum, har hon fekk bjargað liðnum. Sóley Mikkelsen, ið ikki var við fyri viku síðani, var við í Vági, og hon gjørdist eisini toppskjútti hjá VÍF, men uttan at tað heldur fekk bjargað liðnum.

Verju- og kontraspæl
VB fekk eina góða byrjan í dystinum, har serliga annar av nýggju spælarunum, Aukse Vysmianskaite, fekk gjørt nógv um seg ? saman við Daivu Toumaite, ið als ikki sær út til at hava gloymt, hvussu málini skulu skjótast.
Tær báðar syrgdu við sínum álopsspæli fyrstu minuttirnar fyri, at VB kom á 6-0, áðrenn tað eydnaðist VÍF at koma upp á máltalvuna. Og tá verjuparturin hjá VB samstundis riggaði sera væl, gjørdist tað nokk so skjótt andróður hjá vestmannakvinnum.
Tað var nevniliga við sterkari verju og skjótum kontraspæli, at VB setti seg á dystin frá byrjan. Tá fyrstu tveir triðingarnir av fyrra hálvleiki vóru farnir aftur um bak, hevði VB longu lagt tíggju mál millum seg og VÍF.
Móti endanum á fyrra hálvleiki gjørdu vestmannakvinnur ein lítlan vørr, men tað tók VB lættliga innaftur fyrst í seinna hálvleiki, tá dysturin í grundini var liðugur og avgjørdur eftir fyrstu tíggju minuttunum.
Í verjupartinum eydnaðist væl hjá VB at halda bakkunum hjá VÍF frá at sleppa framat. Ta fyrstu løtuna við einari 5-1 uppstilling, sum næstan beinanvegin varð skift út við 6-0, ið vísti seg at vera nóg tøtt til at taka broddin av álopsspælinum hjá VÍF.

Ikki úr stað
So hvørt sum tað leið út á seinna hálvleik, gjørdist dysturin minni áhugaverdur, tí alt var í grundini longu avgjørt.
Eingi tekin vóru til, at VÍF kundi venda nøkrum, hóast tað í løtum í seinna hálvleiki var meira veiggj í VÍF, enn tað hevði verið fyrstu trý korterini.
Tá Daiva Toumaite mitt í seinna hálvleiki mátti út við skaða, valdi VÍF at pilka Aukse Vysmianskaite burturúr við mansverju, men tað gav ikki nóg mikið til at fáa vent spælinum og dystinum.
Hvørja ferð VÍF fekk eitt mál, svaraði VB aftur við einum, og tí kom VÍF ikki úr stað. Av tí sama gjørdist dysturin so líðandi bara ein avgreiðsluspurningur hjá heimaliðnum.
Uttan iva hevur dysturin givið VÍF bæði eitt og annað at hugsa um. Men kanska var hetta nú ikki annað enn tað sama, sum hendi í fjør? Tað mugu komandi dystir vísa, men í hesi fyrstu uppgerðini millum gull og silvur undanfarna kappingarár læt VB ongan iva vera um, hvat av liðunum var tað betra.

Dysturin í tølum
VB-VÍF 25-14 (15-8)
Málskjúttar
VB: Aukse Vysmianskaite 8 (1), Daiva Toumaite 7 (1), Gurið Mortensen 5, Rannvá Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Margreth Augustinussen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 5 (2), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Finngerð Jensen 2, Fríða Marjunardóttir 2, Ioana Rapa 2, Alis Høghamar 1
Brotskøst: VB 3, VÍF 3
Ávaringar: VB 2, VÍF 2
Útvísingar: VB 1, VÍF 1
Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen