Almennur stuðul
?Kunnu politikarar lata pening til ymisk endamál, sum teir vilja?
Tað vil Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, nú hava at vita.
Tí hevur hon nú sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, nakrar fyrispurningar í tinginum um, hvussu politikarar brúka skattaborgarans pening.
Sum dømi nevnir hon filmin, Færøerne.dk, ið er ein filmur um samráðingarnar ímillum Føroyar og Danmark um fullveldi.
Hesin filmurin fekk stuðul úr sjálvsstýrisfyrisitingini undir løgmansskrivstovuni hjá Landsstýrinum og tað heldur Katrin Dahl Jakobsen, krevur eina nærri frágreiðing.
Hon vil hava at vita, hvussu ein umsting undir Landsstýrinum stuðlar einum filmi, sum annars ikki hoyrir undir økið hjá hesi umsiting.
Í fyrstu atløgu vil hon hava at vita, hvussu stórur stuðulin frá sjálvstýrisfyrisitingini var.
Hon vil eisini hava at vita, hvør gjørdi av, at filmurin skuldi fáa stuðul og av hvørjari kontu stuðulin er latin og eftir hvørjum reglum í hesi kontu, stuðulin varð latin. Samstundis vil hon hava at vita, um hendan kontan fevnir um annan listarligan ella mentanarligan stuðul.
Eiga at ansa sæl eftir
Hon vil eisini hava at vita, hvussu umsóknin varð viðgjørd, hvørjum fortreytum slíkar umsóknir verða viðgjørdar eftir, áðrenn avgerð verður tikin um, antin stuðul skal latast ella havnast.
Hon vil eisini hava at vita frá Høgna Hoydal, um tað nakrastaðni er lýst, at tað bar til at søkja um stuðul úr sjálvstýrisfyrisitingini til film.
Katrin Dahl Jakobsen heldur, at tað er munur á, um eitt tiltak ella eitt mentanarligt verk verður stuðlað úr privatum lummum, ella um stuðulin fer úr okkara felags kassa.
? Politikarar eiga ikki at leggja seg út í, hvat privat feløg stuðla. Men er talan um almennan pening, eiga vit at bæði at skjalprógva og grundgeva væl og virðiliga fyri hvørjari krónu hjá skattaborgaranum, sum verður latin og eftir hvørjum reglum, fortreytum stuðulin er veittur.
? Eru hesi viðurskifti ikki greið, eigur peningur ikki at verða latin.
Hon nevnir, at Mentanargrunnurin hevur greiða endamálsorðing og samsvarandi kunngerð, sum sigur, hvør ger av, um stuðul skal latast.
Katrin Dahl Jakobsen sigur, at vit eru farin meira og meira burtur frá, at landsstýrisfólk hava kontur, sum tey sjálvi ráða yvir og kunnu gjara út av, sum tey vilja.
Hon heldur eisini, at tað er stórur munur á, at ein umsiting stuðlar einum tiltaki, sum reint fakliga kann metast at hava áhuga hjá vikomandi umsiting.
Men hon heldur, at tað er løgið, at sjálvstýrisfyrisitingin stuðlar einum tiltaki, sum má metast at koma undir heiti mentan og list.
? Tá ið farið verður eftir pengum frá borgaranum, eiga saklig atlit at verða tikin, samstundis, sum vit mugu tryggja okkum, at øll eru líka fyri lógini.
Ikki nøgd
Høgni Hoydal hevur annars áður í Dimmalætting sagt, at stuðulin til filmin var eftir bókini og at hann átti at fingið enn meiri í stuðuli, enn hann fekk.
So vítt Høgni Hopydal minnist, fekk filmurin 200.000 krónur í stuðuli, sum vórðu tiknar av eini upplýsingarpulju, haðani arbeiðið við Hvítubók eisini varð fíggjað.
Men Katrin Dahl Jakobsen heldur ikki at hetta er nøktandi og vil hava at landsstýrismannin at útgreinað málið beinleiðis fyri Løgtinginum.