hjartkipt heima við hús og væntaði tað ringasta. Dóttir hennara, Anja Skaale, var stødd í Indonesia á oynni Sumatra, tá ræðuliga flóðaldan herjaði. Mamman hevði onki frætt frá dóttrini og visti tí ikki [...] - Í Indonesaia var alt ikki so uppblást sum her í Evropa, so vit vistu ikki beinanvegin, hvussu ógvusligt tað var. Millum annað vistu vit ikki, at tað vóru evropearar við, tí tað var ikki gjørt so nógv [...] togaðu í dóttrina fyri at fáa hana út. Vit fóru so øll útum, og settu okkum á grasvøllin uttanfyri húsini at bíða. Anja greiðir frá, at jarðskjálvtin kendist sum, tá tað rullar umborð á einum skipi. Tey
vanliga segði um tey farnu "ja onkur eigur tey". Onkur átti eisini mammu, og eru vit sum eftir sita, glað fyri at hava havt hana her hjá okkum. Mamma ynksti at verða jarðað í Føroyum, við síðuna av pápa [...] fingu sonin Hans Marner, vanliga nevndur Hansemann. Síðan arbeiddi hon á Landssjúkrahúsinum til 1971, tá familjan flutti til Hørsholm. Har vóru tey í eitt ár, og Alma starvaðist á Frederiksborg Amts Sygehus [...] soninum í gongd við egnan málingahandil í Havn. Hennara kunnleiki til fólk kom eisini væl við har. Tá maðurin, Finn Ejlert, gjørdist sjúkur, var hon nógv um hann í hansara sjúkratíð, og var hon honum ein
fólkatalinum, sum er úrslitið av ótalligum faktorum, sum hava virkað saman og móti hvørjum øðrum í langa tíð. Framgongd hava tey pláss, sum hava arbeiði, útbúgving, mentan og møguleikar at bjóða. Afturgongd [...] sum skuldi etast har. Í dag er yvirhøvur eingin, sum veltir korn í Føroyum. Tá í tíðini var Hvalba størsta bygd í Føroyum (Vit rokna Havnina frá, sum yvirhøvur onga jørð átti, hon var handils-, umsitingar- [...] liva færri fólk av landbúnaði í Føroyum, enn tað tá vóru íbúgvar í Hvalba. Og uttan studning hevði neyvan mjólk ella kjøt verið framleitt her á landi í dag. Tá, í bóndasamfelagnum var jørð fortreyt fyri lív
dent á, at alivinnan ? um hon ikki var farin so illa ? hev_i veri_ eitt kærkomi_ bein hjá føroyska samfelagnum at sta_i_ á aftrat, tá i_ vit vita, at ta_ altí_ ver_ur upp og ni_urgongd í fiskivinnuni annars [...] blí_ur og fyrikomandi ma_ur. Edmund Joensen er spentur til fólkatingsvali_, og hann drálar ikki, tá i_ vit spyrja, um hann letur seg stilla upp. - Jú, eg stilli upp til hetta fólkatingsvali_. Valfelagi_ [...] valevni og fólk sum heild troytt, og tá fara vi_urskiftini í longdini ofta at snúgva seg um líti_ vi_komandi og kunstig mál, sum eru uppi júst í tí tí_ini. Hann sigur seg hava varhugan av, at valstrí_i_ hesafer_
sær meira út sum eitt designstudie, enn tað sum vit vanliga ímynda okkum sum ein stationcar. Forgangarin hjá 407 SW er Peugeot 406 stationcar, men hesir hava so at siga einki við hvønn annan at gera. Meðan [...] í baklúkuni latast upp, so sleppast kann frá at lata sjálva baklúkuna upp, tá tað ikki er neyðugt. Av trygdarútgerð kunnu vit nevna t.d. ARS (antispinn), ESP (elektroniskt stabilitetsprogram), EBA (emergency [...] Tað var við stórum spenningi, at vit fóru at royndarkoyra nýggja Peugeot 407 SW 3,0 V6 við tiptronic automatgirum, ið er tann fínasta og dýrasta útgávan av 407 røðini við leðursetrum og allari hugsandi
siga tey, sum henda ætlanin kemur at raka? Tað hava vit spurt fýra næmingar úr Kirkjubø og Velbastað um. Og teirra meining er púra greið: -Vit vilja fegin læra enska málið, tí tað gevur okkum nógvar møguleikar [...] - Nei, tað úttalast ikki "oransj" á enskum, men tað eitur "órange". Vit eru stødd í skúlanum í Velbastað. Tað er ein vanligur hósdagur. Tey flestu skúlabørnini eru upptikin við annað, men trý teirra úr [...] so verður enskt kravd lærugrein í 3. flokki, tá farið verður í skúla eftir summarfrítíðina næsta ár. Nógvir politikkarar, skúlafólk og onnur skilafólk hava gjørt viðmerkingar til hesa ætlan. Men hvat siga
kalla klárur, og Føroyar hava so eisini fingið atgongd til íslendska børsin, men enn er ikki gongd komin á hetta. Okkara felag hevur so hóast alt nakrar royndir, nú vit í tvey ár hava verið partur av virð [...] amarknaðinum í London, og tí halda vit okkum hava nakrar royndir, sum kunnu vera áhugaverdar hjá øðrum. Kapitalsterkur marknaður Málið hjá føroyska oljufelagnum, tá tey valdu at fara á enska virðisbræ [...] almennum ognum eisini verið á breddanum. Men sambært Niels Sørensen, stjóra í Føroya Kolvetni, so hava teir onkursvegna hildið, at ov lítil ferð hevur verið á kjakinum. Og tað var eisini fyri at betra
siga tey, sum henda ætlanin kemur at raka? Tað hava vit spurt fýra næmingar úr Kirkjubø og Velbastað um. Og teirra meining er púra greið: -Vit vilja fegin læra enska málið, tí tað gevur okkum nógvar møguleikar [...] Mállæra - Nei, tað úttalast ikki ?oransj? á enskum, men tað eitur ?órange?. Vit eru stødd í skúlanum í Velbastað. Tað er ein vanligur hósdagur. Tey flestu skúlabørnini eru upptikin við annað, men trý teirra [...] so verður enskt kravd lærugrein í 3. flokki, tá farið verður í skúla eftir summarfrítíðina næsta ár. Nógvir politikkarar, skúlafólk og onnur skilafólk hava gjørt viðmerkingar til hesa ætlan. Men hvat siga
minningarorð um okkara høgt elskaðu mammu, sum vit elskaðu yvir alt á jørð og sum so brádliga bleiv tikin heim til Harran alt ov tíðliga, tí vit hildu, at vit høvdu stóran tørv á henni, og hon fylti so nógv [...] stillfør, hevði ikki nógv orð um alt, var altíð har tá vit høvdu tørv á henni nær á degnum tað var. Í heim okkara komu nógv fólk, sum børn og vaksin høvdu vit altíð vinir heim við, hon tók við gleði ímóti øllum [...] sum á nátt. Á páskum vóru vit øll heima, og tað dámdi mammu so væl, at øll familjan var savnað saman, bæði børn, svigarbørn, ommubørn og langommubarn, tí tá hevði hon tað best. Vit vóru øll saman kvøldið
neyðugt tá tú førir munnligt kjak. Her verða tíni orð skjótt gloymd, og um onkur roynir at ákæra teg fyri tínar meiningar, kanst tú bara halda uppá, at "tað havi eg ongantíð sagt", ella "tú manst hava misskilt [...] fólksliga almenningin í t.d. heimbygdini. Eg veit enntá dømi um at pør hava funnið saman á kjattinum og eru vorðin gift og hava fingið børn. Eitt annað fyribrigdi, sum er tað henda greinin í grundini [...] borgarliga almenninginum nú vorðin fjølmiðlaður. Øll hava møguleika at fylgja við í landsins viðurskiftum, og almenningurin er enntá víðkaður so mikið, at vit á okkara døgum mega tosa um ein "alheims almenning"