Tað var við stórum spenningi, at vit fóru at royndarkoyra nýggja Peugeot 407 SW 3,0 V6 við tiptronic automatgirum, ið er tann fínasta og dýrasta útgávan av 407 røðini við leðursetrum og allari hugsandi útgerð.
Bilurin sær meira út sum eitt designstudie, enn tað sum vit vanliga ímynda okkum sum ein stationcar.
Forgangarin hjá 407 SW er Peugeot 406 stationcar, men hesir hava so at siga einki við hvønn annan at gera. Meðan 406 stationcar er ein regulerur rúmligur stationcar, er 407 SW meira sportsligur, spennandi og framkomin við nógvari nýhugsan og smartum designi.
Undirvognurin, róðurgreiðir og upphangini framman og aftan eru sera framkomin við t.d. multilink bakakslum, ið geva trygd og koyrieginleikar í serklassa.
407 SW hevur panorama-glastak, ið røkkur yvir tað mesta av takflatuni og gevur sera gott ljós inni í kabinuni. Undir glastakinum er ein el-gardina, sum kann dekka glastakið heilt ella lutvíst, alt eftir tørvi hjá teimum ferðandi í bilinum.
407 SW er praktiskt innrættaður, t.d. kann rúturin í baklúkuni latast upp, so sleppast kann frá at lata sjálva baklúkuna upp, tá tað ikki er neyðugt.
Av trygdarútgerð kunnu vit nevna t.d. ARS (antispinn), ESP (elektroniskt stabilitetsprogram), EBA (emergency brake assistant), EBD (elektroniska bremsukraft deiling), airbag framman, í síðunum, gardinairbag og airbag í rattstammuni, sum verjir beinini hjá bilføraranum.
Seks ymiskir motorar eru at velja ímillum, fýra bensin og tveir HDi diesel: bensinmotorarnir eru hesir: 1,8 litur við 116 hk, 2,0 litur við 136 hk, 2,2 litur við 158 hk, og 3,0 litur V6 við 211 hk. Dieselmotorar eru: 1,6 litur HDi við 109 hk og 2,0 litur við 136 hk, báðir hava teir innbygt FAP sótfiltur.
Bilurin við royndarkoyrdu hevði 6-trins automatiskan Tiptronic-girkassa við sportsfunktión og eini funktión til kavakoyring.
3,0 litur V6 motorurin við 211 hk er er ein uppliving í sær sjálvum, bæði tað at hann ljóðar gott, og at hann er so kvikur.
Bilurin hevur eisini t.d. 2-zonu-klimaanlegg við køling av handskarúminum, el-síðuspegl, sum el-drivin kunnu leggjast inn móti bilinum, fartpilot, viskarar við regnsensor, el-stilling av báðum forsetrunum o.s.fr.
Bíligasti Peogeot 407 SW, 1,8 SR við 116 hk, kostar 256.000 krónur.
Peugeot 407 SV 3,0 V6 SR
Motorurin3,0 litur V6 besnin við 211 hk
0-100 km/t 9,6 sek
Bensinnýtsla10,1 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd215/55-17
Stødd og vekt
Longd476,3 cm
Breidd181,1 cm
Hædd147,1 cm
Eginvekt1625 kg
Viðførisrúm448 litrar
Prísurkr. 342.000,-
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo