Suðuroyggin hevur eitt kroniskt problem

Tíðindi um at fiskaarbeiðspláss eru niðurløgd í Vági og í Hvalba frættust í seinastu viku. Politikkarar úr øllum ættum vóru ikki seinir at geva boð uppá hvussu Suðuroyggin skal hjálpast uppá føtur aftur. Tað er møguligt, at okkurt kann gerast at bøta um støðuna. Men eg eri ikki optimistiskur. Í dag liggur Suðuroyggin 2 tímar ov langt burturi.
Søguliga perspektivið
Í allari Verðini henda broytingar. Hvønn dag, og til allar tíðir. Skjótari í dag enn nakrantíð. Summar regiónir (økir) hava framgongd eina tíð, men so kemur stígur í. Tað kunnu vera nógvar grundir til tess.
Einaferð, í gamla bóndasamfelagnum, var Suðuroyggin einasta oyggj í Føroyum, har tað var møguligt at dyrka tað korn, sum skuldi etast har. Í dag er yvirhøvur eingin, sum veltir korn í Føroyum. Tá í tíðini var Hvalba størsta bygd í Føroyum (Vit rokna Havnina frá, sum yvirhøvur onga jørð átti, hon var handils-, umsitingar- og tingstaður). Tí Hvalba átti jørð, meira enn 96 merkur. Í dag liva færri fólk av landbúnaði í Føroyum, enn tað tá vóru íbúgvar í Hvalba. Og uttan studning hevði neyvan mjólk ella kjøt verið framleitt her á landi í dag. Tá, í bóndasamfelagnum var jørð fortreyt fyri lív og framleiðslu.
Tíðir broytast
So kom slupptíðin. Fólkatalið vaks í stórbygdunum. Hesar bygdir lógu har, sum havnirnar vóru, og har sum lendi var tøkt til traðir. Ein klassi av ognarleysum vaks fram. Vágur, Trongisvágur, Skálafjørður, Vestmanna, Fuglafjørður, Klaksvík. . Tvøroyri var eina tíð næststørsta bygd í Føroyum, aftaná Havnina. Mortensen og Thomsen vóru stór nøvn. Men tað mesta fór fallitt í 30-unum. Tað vóru eisini ringar tíðir yvirhøvur í Føroyum tá.
Seinni gjørdist fiskivinnan meira fjølbroytt. Feskfiskatrolarar, kraftblokka-skip, ídnaðartrolarar, línuskip. Eina tíð var næstan flakavirki í hvørjari bygd, sum hevði meira enn 350 íbúgvar. Tað var ein góð tíð fyri størru bygdirnar. Men seinastu 40-50 árini hava smábygdir í útoyggjum og onnur pláss í "útjaðaranum" verið í javnari afturgongd.
Nútíðin er viðbrekin
Í dag er samfelagið eitt annað. Bóndasamfelagið er farið, slupptíðin er farin, flakavirkistíðin er farin. Fólk seta onnur og nýggj krøv til samfelagið; bústað, arbeiði og møguleikar at velja. Samfelagið setir onnur krøv til fólk, útbúgving og førleika. Passa hesi krøv saman?
Í dag eru Føroyar at kalla eitt øki, har miðjan, centrið, trívist nøkurlunda; meðan útjaðarin, periferiin, trívist illa. Men hvat er periferi? Í dag hongur allur tann norðari parturin av Føroyum heilt væl saman. Nakrar útoyggjar tó undantiknar. Sandoyggin er so toluliga uppií. Men Suðuroyggin er tað einasta stóra problemið. Hví? Frástøða, ferðatíð, fólkatal og -samanseting, men kanska eisini kommunustrukturur og sundurlyndi?
Føroyar eru sum heild eitt lítið, kanska heldur eitt mikroskopiskt, øki. Viðbrekið í allar mátar. Krepp-an fyri 10-15 árum síðani setti síni djúpu spor.
Ymsar royndir, smá úrslit
Í 60-unum og 70-unum fingu nógv virkir góðan stuðul frá "Egnsudviklingsfonden". Landið stuðlaði uppá ymsar mátar. Loysnin var "Bygdamenning", sum øll tosaðu og skrivaðu um. Vegir, streym, tunlar, brýr og keiir. Men rákið í útjaðaranum er ikki vent. Afturgongdin í periferiini heldur fram. Tað kann kanska best lýsast við fólkatalinum, sum er úrslitið av ótalligum faktorum, sum hava virkað saman og móti hvørjum øðrum í langa tíð. Framgongd hava tey pláss, sum hava arbeiði, útbúgving, mentan og møguleikar at bjóða. Afturgongd er har sum hesi ting ikki eru fáanlig. Í myndunum eru tað langtíðartendensirnir, sum eru í kikaranum.
Fólkatalið,ovasta myndin
Landið er í hesum myndum so einfalt sum gjørligt býtt upp í fimm høvuðsøkir: 1: Suðuroyggin, 2: Tórshavn ella høvuðstaðarøki, sum eisini er vaksið við kommunusamanlegging, 3: Klaksvíkarøkið, 4: Skálafjarðarøkið ella sunnari partur av Eysturoynni, og so 5: Restin (Sandoy, Vágar, Norðurstreymoy, Norðureysturoy og partar av Norðoyum.
Har er eitt økið sum skarar framúr. Høvuðsstaðurin er vaksin úr 8.000 í 1960 uppí næstan 19.000 í dag. Bert eitt annað øki hevur eina lítla framgongd, og tað er Skálafjørðurin. Alt hitt stendur at kalla í stað ella minkar. Tað er eisini galdandi fyri landsins næst størsta bý Klaksvík, sum hevur havt eina lítla framgongd, men sum fekk eitt ordans høgg í 90-unum. Men tað fingu hini økini eisini. Suðuroy er í dag tað minsta av hesum økjum.
Procentbýtið millum økiniMyndin í miðjuni
Henda mynd vísir somu økir og sama tíðarskeið. Men her verða tær lutfalsligu broytingarnar, forskjótingarnar í stødd millum økini, tiknar fram. Aftur er eitt øki, sum vísir seg øðrvísi. Havnin hevði í 1960 eini 23 % av fólkinum í Føroyum, og tað var í 2003 vaksið til næstan 40 %. Restin ella periferiin minkar mest, úr 30 niður í gott 20 %. Tann serligi tendensurin í hesum báðum økjum árunum 2000-03, kemst mest av broytingum í kommunuskipanini.
Ein onnur samanberingNiðasta myndin
Í myndini er fólkatalið í økjunum sett til indextal 100 í 1960, og so ber til at seta samlaða fólkatalið í Føroyum inn at samanbera við (?Tilsamans?). Eitt fyribrigdi verður klárt drigið fram á hesi mynd: kreppan í 90-unum. Hon setti síni spor allastaðni, eisini í høvuðsstaðnum. Tá var afturgongd um alla linjuna. Men myndin vísir eisini, at bert tvey økir hava havt ein vøkstur, sum liggur oman fyri meðal, og tað eru aftur Havnin og Skálafjørðurin. Her kemur eisini klárt fram, at kreppan ella afturgongdin í Suðuroy ikki er nakað nýtt fyribrigdi.
Tvær viðmerkingar, at enda
Eg skilji væl at tingmenn úr Suðuroy berjast fyri at bøta um vinnukorini í oynni. Spurningurin er um teir brúka krútið rætt? Men, sum Henrik Old, at krevja alla nevndina í Framtaksgrunninum frá, tað er púra burturvið. Fyri tað fyrsta tí at løgtingsmenn skulu ikki blanda seg inní, hvussu virkir, sum ?landið? kanska eigur part í, verða rikin. Kann ein suðringur hesaferð fáa nevndina frá, so verður tað ein klaksvíkingur ella havnamaður næstu ferð. Tað næsta er, at Framtaksgrunnurin er ikki ein økismenningargrunnur, ella ?egnsudviklingsfond? sum vit høvdu einaferð. Navnið er faktisk rættiliga misvísandi. Tað er ikki nakar grunnur, sum pengar kunnu øysast úr til ymisk vælgerandi endamál. Tað er eitt "venture-felag", eitt vinnurekandi felag, sum hevur kapital og ekspertisu at bjóða. Meta teir í ?grunninum? at eingin vón er fyri stavn fyri ávísum felag - líkamikið um tað liggur í Havn ella Hvalba - so er tað teirra uppgáva at siga stopp. Kravið mátti heldur verið at fingið ein nýggjan ?egnsudviklingsfond?.
Hin viðmerkingin er, at nokk liggur Suðuroyggin tveir tímar av leið, tí hugt verður at tí frá miðøkinum. Men - skal tað vera fiskur - so liggur Suðuroyggin eisini tveir tímar nærri fiskamarknaðinum í Skotlandi og á meginlandinum. Annars hevur oyggin ongar serligar fyrimunir at bjóða í dag, (gott at eg ikki eri politikari, puha)

Keldur: Árbók fyri Føroyar. Føroya Landsstýri og Hagstovan. Ymisk ár