Vit kendu okkum vard

Føroyska Anja Skaale var stødd í Indonesia, tá flóðaldan herjaði. Hon var ongantíð í veruligum vanda, men visti als ikki, at tað sótu fólk í Føroyum, sum vóru bangin um hana og familjuna

Millum jóla og nýggjárs sat Óluva Anthoniussen hjartkipt heima við hús og væntaði tað ringasta. Dóttir hennara, Anja Skaale, var stødd í Indonesia á oynni Sumatra, tá ræðuliga flóðaldan herjaði. Mamman hevði onki frætt frá dóttrini og visti tí ikki, um hon hevði tað gott. Beint fyri nýggjár komu so boðini, at bæði Anja, maðurin og dóttirin høvdu tað fínt, og tey høvdu ikki verið í vanda.
- Í Indonesaia var alt ikki so uppblást sum her í Evropa, so vit vistu ikki beinanvegin, hvussu ógvusligt tað var. Millum annað vistu vit ikki, at tað vóru evropearar við, tí tað var ikki gjørt so nógv burturúr í sjónvarpinum, greiðir Anja Skaale frá.
Hon, maðurin og dóttirin vóru farin yvir til Indonesia fyrst í desember fyri at halda jól saman við familjuni hjá manninum, sum er ættaður haðani.

Onki samskifti
- Eg hugsaði ikki um, at tað var onkur í Føroyum, sum sat og var bangin um meg, greiðir Anja frá. Familjan er nú aftur í Tåstrup uttanfyri Keypmannahavn, har tey búgva.
Sjónvarpið gjørdi ikki so nógv burturúr í fyrstuni, og alt gekk fyri seg á indonesiskum, sum Anja ikki skilir.
Fartelefonin hjá Anju varð stjolin aftaná nakrar dagar í Indonesia, og tí fekk hon ikki givið nøkur boð frá sær. Harafturat búði familjan mitt inni í landinum, har tað var vónleyst at fáa samband við umheimin.
Tann dagin, flóðaldan kom, var Anja heima hjá verfamiljuni. Hon hevði ligið sjúk í nakrar dagar, og var inni í baðirúminum, tá alt byrjaði at ristast. Veggurin flutti seg aftur og fram.
- Eg helt bara, at eg var vorðin sjúk aftur, men so hoyrdi eg ýl og skríggj uttanfyri, og tey togaðu í dóttrina fyri at fáa hana út. Vit fóru so øll útum, og settu okkum á grasvøllin uttanfyri húsini at bíða.
Anja greiðir frá, at jarðskjálvtin kendist sum, tá tað rullar umborð á einum skipi. Tey sótu eina góða løtu á grasvøllinum uttanfyri og bíðaðu til alt varð yvirstaðið. Viðhvørt steðgaði tað at ristast, men so vendi tað aftur eina løtu aftaná.
- Eg hugsaði klárt allatíðina. Tað var ikki so ógvusligt har. Onkrar rivur komu í onkur hús, men hevði tað hent nakað, so hevði eg helst farið í panik. Og kensluna av at sigla hevði eg leingi aftaná jarðskjálvtin var yvirstaðin, greiðir hon frá.

Vard
Sjálvt um Indonesia var eitt av londunum, ið var harðast rakt av flóðalduni, so sigur Anja, at tey kendu seg ongantíð hótt, og hon var ikki bangin.
- Tað var sum vóru vit vard alla tíðina, sjálvt um alt var so tætt uppá.
Hon leggur afturat, at ætlanin hjá teimum var at ferðast runt í Indonesia fyri at síggja landið, men eftirsum hon gjørdist sjúk, so var ikki nakað gjørt burturúr tí. Um tey vóru farin at ferðast, so kundi vandi av álvara verið á ferð.
- Sjálvandi var tað ræðuligt at vera mitt í øllum hasum, men tá ein situr soleiðis mitt í meldrinum, so roynir ein at gera alt fyri at hava tað gott. Eg rokni við, at tað hevur verið nógv verri fyri mammu til dømis, sum hevur sitið so langt vekk og onki vitað, heldur Anja Skaale, sum er glað fyri, at tey eru komin aftur til Danmarkar í øllum góðum.