annað úr Sandvík og Dali at hjálpa til. Bjargalínurnar vóru ymiskar til longdar. Tann longsta, nevnd Stóralína, var 120 favnar. Tað skuldi hegni til at síga í Dímun. Nógva staðni er loft í berginum, og tá [...] at fuglatíðin endar seinast í august mánaði við at farið varð eftir náta og líra. Seinast í juni var skarvsungin farin at gerast so stórur, at tað lønti seg at fara upp í skarvaurðarnar. Reiðrini vóru [...] fingu teir fatur á ungunum, sum lógu í reiðrunum inni ímillum teir stóru steinarnar. Tað eru eisini fleiri mans, sum eru deyðir í bjørgunum. Johannes Johannesen nevnir í síni bók nakrar tilburðir. Á sumri
Tvøroyri í 1901 og Hjarlgrim í 1902 og 1903. Í 1904 var Dánjal Pauli við Suðuroynni hjá Hans Jacob Joensen á Borg á Argjum, sum var ættaður úr Svínáum. Í 1905 førdi hann Orion hjá Sofus Evensen í Havn. Í 1906 [...] sjálvur fimti við. Hann seldi bátin í 1914 til Absalon Jacobsen í Syðrugøtu. Í 1914 førdi Dánjal Pauli hvalabátin Reykjavík av Ísafirði, í 1916 hvalabátin Egil og í 1920 norska hvalabátin Heklu III. S [...] Freydis Poulsen Páll J. Nolsøe Í komandi parti verður greitt frá Charlottu og Peter Hans Sørensen. Hann var dóttir skraddaran í Dali í fyrri giftu, og hann var úr Byrginum í Søldarfirði.
Rasmus í Rennuni í Dali, elsti beiggi langabba, Óla Jákup, hevði tað arbeiði burturav at sita hjá neytum. Hann var vist ikki heilt fullførur. Hann endaði sínar dagar sum neytadrongur í Dímun í 1880-unum [...] Mamma sat á garðinum Seinasti partur endaði við, at Óla Jákup, stjúkpápi mín, í 1941 doyði av eini spreingivanlukku í Dali. So nú sat mamma aftur einkja. Tá var hon 41 ár. Børnini vóru framvegis ung. Eg [...] Zakarias Bech í Havn. Sjálvur borin til garðin Men eg var so borin til garðin. Hetta merkti, at mítt lívsvirki gjørdist í Dímun. Men eg var so á háskúla veturin 1944/45. Símun av Skarði var deyður í 1942, og
deyðavanlukku, hesa ferð í Dali. Pápi doyði sum áður nevnt í 1924. Men í 1927 giftist mamma aftur við Óla Jákup í Toft úr Dali. Hann festi ongantíð men virkaði tó sum bóndi í Dímun. Mamma sat sjálv við [...] ára gamli Hans, sonur Jóannes í Malthúsi í Dali, druknaði í Brimgjónni. Eg var um sjey ára gamal tá, so eg minnist tað væl. Hetta var í rituungatíð, teir vóru nakrir farnir eftir rituungum. Hans saman við [...] ræning í einum sigi í Fútagili, sum eitur Flágin yvir Loftshill Gunnar í Toft úr Dali var í línuni. Hetta var beint við gjónna við lendingina. Óla Jákup, stjúkpápin, og eg sjálvur vóru settir soleiðis
tapti greitt fyri HB í Gundadali. EB/Streymur er steypaliðið í Føroyum fyri tíðina. Fjorða árið á rað eru teir í steypafinaluni, sum verður á Summarfestivalinum í Klaksvík. B36 B36 hevði í fjør eitt vánaligt [...] koyrandi og eru nú á einum fimta plássi. Víkingur vann í fjør steypakappingina og bronsu, men í ár verður tað møkuliga til hvørki. Taptu fyri ÍF í hálvlfinluni í steypakappingini og eru sjey stig frá triðja plássinum [...] uppá heilar níggju dystir. Har ímillum ein 3-0 sigur á Toftum, ein 5-1 sigur í Gundadali í móti B36 og ein 2-0 sigur í oddabrakinum ímóti HB á eystanstevnu. Stóri leikarin hjá NSÍ hevur verið liðskiparin
17. juni fingu Tóra Winther Reinert og Domenico Stefania eina dóttur á sjúkrahúsinum í Tønsberg í Noregi. Dótturin hevur fingið navnðd Freya Loredana Winther Stefania. Hon var 48 cm long og vigaði 3545 [...] vigaði 3800 gr. 29. juni fingu Elsa Maria og Jógvan í Beiti, Klaksvík, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3300 gr. 29. juni fingu Gudrun og Steinbjørn Zachariassen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 [...] vigaði 2050 gr. 21. juni fingu Alice Hofgaard Sørensen av Tvøroyri og Ingi Hansen úr Vági, búsitandi í Svendborg, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3110 gr. 24. juni fekk Ísak ein lítlabeiggja, sum
fatur í upptøkum frá einum dysti hjá Gefle IF, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, sum nú leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til heimadystin, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali í annaðkvøld [...] at gloypa, so átti Gefle IF ikki at verið so ræðandi, eftirsum liðið í fjør var nummar 10 í Allsvenskan og í ár liggur á ellivta plássi. – Eg dugi illa at meta um, hvussu sterkt liðið er, men eg havi so [...] føroysku feløgunum, sum henda næsta mánaðin skulu spæla í europeisku kappingunum, má NSÍ á pappírinum sigast hava fingið besta lutakastið. Hóast eitt lið í bestu svensku deildini óivað er ein stórur biti at
Hon er úr Haldarsvík; hann úr Tjørnuvík. Tey giftust í 1978 og fluttu í nýggj hús í Tjørnuvík í 1980. Meðan hann sigldi sum dekkari við kubabáti í nógv ár, var hon heilt fram til 1995 heima hjá børnunum [...] er gott. Hon sigur, at í løtuni er bert ein útlendingur á virkinum, ein russi, sum býr í Føroyum og tosar føroyskt. - Í mínari tíð hava verið upp í tríggir útlendingar á virkinum í senn – russin, ein kvinna [...] sum vardi í einar fimm mánaðir, sigur hon. Syngja Kingo Eitt, sum kanska sermerkir heimið hjá Jónhildu og Steinbjørn í Tjørnuvík eitt sindur í mun til eitt vanligt føroyskt heim, er, at maðurin í fleiri ár
Helenius Andreasen, føddur 17/9-1857 í Havn, og Elsu Birgittu Debess, fødd í Havn 9/9-1853. Hon var av Hambersheimsættini. Abbin í faðirættini var Andreas, skraddarin í Dali, og omman var Anna Elisabeth, dóttir [...] vatnmeistari í Havn. Hann lat í 1914 upp blikk- & rørsmiðju. Fýra tey fyrstu árini arbeiddi hann í kjallaranum heima hjá sær sjálvum undir Glasheyggi. Hann hevði sítt virki í Perluni í nøkur ár, áðrenn [...] flutti niðan aftur undir Glasheyggj. Hann gavst í 1951. Verkstaðurin hjá Nyholm var í ovastu hædd í Perluni. Í niðastu hædd hevði Vágsbotnshandilin goymslu, og í miðhæddini var handilin Thorshavns Pianomagasin
tekur EB/Streymur hesa ferð ímóti Víkingi, sum hinvegin hevur havt mótbrekku í ein mánað, har tað bara er blivið til eitt stig í fýra dystum, umframt at liðið reyk úr steypakappingini – bara ein dyst frá [...] skal í sínum lagi leygardagin spæla á útivølli á Sandi, har eitt skert B71-lið tekur ímóti, tí liðformaðurin, Símun Hansen, varð útvístur mikukvøldið og nú hevur karantenu. Grannauppgerð er í Gundadali [...] skaddur – og tað verður í øllum førum ikki Evrard Ble, ið ger tað hesa ferð, tí hann hevur karantenu sunnudagin. Í síðsta dystinum skal svingandi og formveika B68 á Svangaskarði taka ímóti niðasta liðnum,