Jónhilda ger mat á Krás

- Tá okkara børn vóru smá, keypti eg ikki nýggjar buksur ella hosur fyri tað, um hol kom á. Holini vórðu bøtt ella stoppað. Systkin fingu klæði, sum eldri systkin høvdu brúkt, tú gav klæðir frá tær, og tú fekst klæði frá øðrum, tá tey ikki passaðu meiri. Fólk fóru ikki bara í handlarnar at keypa nýtt, sigur víkarkvinna, sum býr í Tjørnuvík

TIL ARBEIÐIS

Hon er úr Haldarsvík; hann úr Tjørnuvík. Tey giftust í 1978 og fluttu í nýggj hús í Tjørnuvík í 1980. Meðan hann sigldi sum dekkari við kubabáti í nógv ár, var hon heilt fram til 1995 heima hjá børnunum, tey fingu. Tá yngsta barnið av fýra var fimm ára gamalt, fór hon fyri fyrstu ferð út á arbeiðsmarknaðin.
Jónhilda Magnussen, sum er 52 ára gomul, arbeiðir í dag á matvøruvirkinum Krás, sum P/F Poul Hansen eigur í Hósvík. Har hevur hon starvast í stívliga trý ár, og hon dylur ikki, at hon stórtrívist á virkinum.
- Eg arbeiddi á Rækjuvirkinum á Oyri í eini 10 ár, og mær dámdi sera væl. Hetta var eitt gott arbeiðspláss við góðum fólki. Væntaði ikki at finna nakað so gott arbeiðspláss aftur, men tað gjørdi eg, tá eg byrjaði á Krás. Hóast talið av arbeiðsfólki var nógv størri á rækjuvirkinum, kennist tað tó ikki keðiligt, at vit bara eru eini 9-12 fólk til arbeiðis á Krás – alt eftir, hvussu nógv er at gera. Hetta eru ógvuliga fitt og hjálpsom fólk, sum eru løtt at umgangast - og samanhaldið er gott.
Hon sigur, at í løtuni er bert ein útlendingur á virkinum, ein russi, sum býr í Føroyum og tosar føroyskt.
- Í mínari tíð hava verið upp í tríggir útlendingar á virkinum í senn – russin, ein kvinna úr Serbia og ein úr Thailandi, og eisini hetta hevur riggaði væl. Øll røsk og sera dugnalig fólk.

Eingin dagur eins
Jónhilda sigur, at tá Krás er eitt matvøruvirki burtur av, kann tað viðhvørt kennast eitt sindur kalt inni á virkinum.
- Men letur tú teg í eftir umstøðunum, er hetta eingin trupulleiki. Ein annar møguleiki er, at tú bara arbeiðir eitt sindur meiri, leggur hon brosandi aftrat.
Ein vanligur arbeiðsdagur á Krás byrjar klokkan 07, men mánadag verður byrjað klokkan 06.
- Eingin dagur í vikuni er eins, tí framleiðslurnar eru ymiskar hvønn dagin. Men taka vit viku eftir viku, eru vikurnar sjálvsagt rættiliga líkar – fyri ikki at siga eins. Eitt sindur ymiskt kann vera, hvussu langir dagarnir eru. Onkuntíð eru vit liðug klokkan 14, men vanliga arbeiða vit til klokkan 15, um ikki verður arbeitt yvir.
Sum blaðung arbeiddi Jónhilda eitt skifti í matvøruhandli í Haldarsvík og aftrat Rækjuvirkinum og nú Krás, arbeiddi hon eisini eitt skifti á fiskavirkinum í Haldarsvík.

Vildi uppala børnini
Eitt, sum er áhugavert við víkarkvinnuni, sum býr í Tjørnuvík er, at hon var heima og ansaði børnum og húsi øll árini, til tey elstu børnini vóru vaksin, og heilt til yngsta barnið var fimm ára gamalt og fór í dagrøkt í bygdini. Í Tjørnuvík býr eisini mamma Steinbjørn og omman til børnini, og her kundu tey eisini koma, tá tey vildu.
- Sama ár, sum vit giftust, fór maður mín Steinbjørn at sigla sum dekkari við kubabáti, og her var hann í eina fjórðings øld. Øll tey næstu árini passaði eg børn og hús. Hóast eg ikki var á arbeiðsmarknaðinum og tjenti pening, fingu vit tað at mala runt kortini. Vit kláraðu okkum í hvussu er við tí, sum maðurin tjenti.
Síðan Steinbjørn legðist uppi fyri eini 4-5 árum síðan, starvaðist hann fyrst eitt skifti hjá Føroya Tele og síðan hjá Articon, har hann framvegis er í starvi.

Segl eftir inntøku
Jónhilda sigur, at í dag, nú hon starvast hjá Krás, og hann er hjá byggifelagnum, eru bæði tímalønt, og tað gongur eisini.
- Jú, fíggjarliga rásarúmið er nakað størri nú, enn tá hann var einsamallur um at tjena. Eg havi lært, at neyðugt er at seta seglini eftir inntøkuni. Er ein inntøka, kanst tú ikki hava alt, og tá ber heldur ikki til at hava bil í túninum, samstundis sum ferðast verður uttanlands í heilum.
Hon vísir á, at ymiskt er, hvussu fólk liva.
- Tá okkara børn vóru smá, keypti eg ikki nýggjar buksur ella hosur fyri tað, um hol kom á. Holini á buksunum vórðu bøtt, og hosurnar stoppaðar. Systkin brúktu klæði, sum eldri systkin høvdu brúkt, tú gav klæðir frá tær, og tú fekst klæði frá øðrum, tá tey ikki passaðu meiri. Fólk fóru ikki bara í handlarnar at keypa nýtt.

Kanska gamaldags
Jónhilda Magnussen vísir á, at kanska er hon gamaldags, men hon vildi gjarna uppala børnini sjálv.
- Míni børn eru soleiðis ikki uppald av pedagogum, men kortini hava tey øll klárað seg væl. Eg havi slett einki ímóti pedagogum, men eg helt tað ikki vera rætt at fara út at arbeiða frá smáum børnum og koyra tey í dagrøkt. Í aðrar mátar er dagrøktin kostnaðarmikil, um tú hevur meiri enn tað eina barnið. Sjálv sá eg onga meining í at fara út at arbeiða – bara fyri at fara út, sigur hon.
Sjálv hevur Jónhilda onga útbúgving, og tað hevur maður hennara Steinbjørn heldur ikki.
- Eg gekk 7 ár í skúla, og tá 8. flokkur kom á Oyrarbakka, fór eg í skúla har. Eg tímdi ikki serliga væl at ganga í skúla og fór tískil ongantíð víðari. Einasti skúli, eg havi út yvir 8. flokk, er eitt skeið á Føroya Fólkaháskúla, sum vardi í einar fimm mánaðir, sigur hon.

Syngja Kingo
Eitt, sum kanska sermerkir heimið hjá Jónhildu og Steinbjørn í Tjørnuvík eitt sindur í mun til eitt vanligt føroyskt heim, er, at maðurin í fleiri ár hevur verið hugtikin av Kingosálmum.
- Steinbjørn er forsangari í Kingo-bólkinum, og í bólkinum syngur eisini ein av gentum okkara, sum eisini er hugtikin av hesum. Av bólkinum, sum telir eini 15-16 fólk, er umleið helmingurin kvinnur. Pápi Steinbjørn, Hans, sang eisini Kingo.
Jónhilda sigur brosandi, at tað er ikki so sjáldan, tá bólkurin skal út at syngja, at hon hoyrir mannin syngja Kingo, meðan hann er undir brúsuni.
- Jú, eg haldi, at hetta er hugnaligt. Sjálv syngi eg ikki Kingo, tí onkur skal vera áhoyrari, sum fryntliga kvinnan í Tjørnuvík tekur til.