NSÍ vendi kappingini á høvdið

vodafonedeildin - Tá fjórða umfar var liðugt lá NSÍ niðast við einum stigi, meðan B36 lá ovast við tíggju stigum. Tíggju umfør seinni liggur NSÍ á fyrsta plássi og megnaði milum annað at vinna níggju dystir á rað. B36 misti stevið og liggur á einum fimta plássi, átta stig aftanfyri NSÍ. ÍF hevur klára seg væl higartil og liggur á einum flottum triðja plássi. Teir hava eisini bókað sær eitt pláss í steypafinalui.

B36, Víkingur og B68 hava ikki megnað at liva upp til ambitiónirnar. B36 byrjaði væl, men megnaði ikki at toki koyrandi og eru nú á einum fimta plássi. Víkingur vann í fjør steypakappingina og bronsu, men í ár verður tað møkuliga til hvørki. Taptu fyri ÍF í hálvlfinluni í steypakappingini og eru sjey stig frá triðja plássinum. B68 byrjaði við at hólva B71 av, men síðani lítið verið at sæð til tað B68 liðið.
Í botninum er B71 komi best frá uppgávuni sum uppflytari, men tapið fyri FC Suðuroy á Jóansøku gera at tað er samband millum B71 og hini bæði botnliðini, AB og FC Suðuroy.

NSÍ
Teir kundu nær­mast ikki fáa eina verri byrjan. Eftir fýra umfør var bara eitt stig komi í hús og tað sá svart út í Runavík. Í fimta umfari komu so argjamenn á vitjan og tað var byrj­anin til eina sigursrøð uppá heilar níggju dystir. Har ímillum ein 3-0 sigur á Toftum, ein 5-1 sigur í Gunda­dali í móti B36 og ein 2-0 sigur í oddabrakinum ímóti HB á eystan­stevnu. Stóri leikarin hjá NSÍ hevur verið liðskiparin, Christian Høgni Jacobsen. Hann hevur ferð aftaná ferð verið avgerandi mun­urin tá NSÍ hevur sigrað. Hann er eisini langt fremst á toppskorara listanum við 12 málum, sum er tvífalt so nógv sum teir næstu á listanum.

HB
HB byrjaði árið við nýggjum venjara og fleiri nýggjum leikarum. Teir fingu ikki eina lætta byrjan, tí fyrst B36 í vegin í steypakappingini og síðani komu uppflytarnir úr Suðri til havnar og mundu tikið øll stigini við Smyril suður aftur. Síðani kom gongd á HB, sum legði seg á fyrsta plássi við einum Fróða Benjaminsen sum stýrimanni. Stóar nýggja navni í føroyskum fótbólti í ár er Símun Samuelsen, sum er komin heim úr íslendskum fótbólti. Hann hevur saman við Fróða Benjaminsen spælt flest minuttir fyri HB higartil.

ÍF
ÍF er eitt av liðnum, sum hevur stað­ið seg betri enn væntað. Teir spældu seg í steypafinaluna við at vinna 3-0 í Gøtu ímóti Víkingi og hava higartil skavað heili 25 stig sam­an á triðja plássi. ÍF er í nógvar mátar eitt sindur ringt at rokna út. Til tiðir spæla teir sum eitt oddalið, ið veruliga kann bjóða av í oddinum. Tað vísa millum annað sigarnir á HB og Víking og ikki minst gongdin í steypakappingini. Men so eru tað eisini dystirnir, tá ÍF spælir sum eitt lið, ið ikki hoyrir heima í oddinum. Millum annað 5-0 tapið fyri B36 og ikki minst 4-4 javnleikurin leygar­kvøldið ímóti AB.

EB/Streymur
Eftir seks umfør hevði EB/Streymur bara fimm stig og var eitt av vónbrotinum í Vodafonedeilidini. Síðani kom EB/Streymur í ein góðan stima og vunnu fimm og spældu tveir javnar. Í seinasta umfarinum fyri summarferiuna, hevði EB/Streymur ein møguleika at av álvara blanda seg uppí oddastríðið, men tapti greitt fyri HB í Gundadali. EB/Streymur er steypaliðið í Føroyum fyri tíðina. Fjorða árið á rað eru teir í steypafinaluni, sum verður á Summarfestivalinum í Klaksvík.

B36
B36 hevði í fjør eitt vánaligt kapp­ingar ár, men teir megnaðu í harðari kapping við KÍ, at tryggja sær sæti í bestudeildini. Í ár skuldu aðrir bollar í suppuna og Sigfríður Clementsen var settur sum venjari. Til gongdin taldi millum annað Hjalgrím Elttør, Bárður Olsen og Dmitrjie Jankovic. Tað byrjaði við trimum sigrum, men síðani megnaði B36 ikki at vinna fyrr enn í 13. umfari, tá AB var á vitjan í Gundadali. B36 fór í summar­feriu við einum knúsandi 5-0 sigri á ÍF og einum fimta plássi. Fleiri vilja verða við, at B36 manglar ein fram­herja, teir hava nú tryggja sær Stig-Roar Søbstad úr AB. Er hann prikkurin, sum manglar í B36 pusli­spælinum?

Víkingur
Víkingur vann í fjør Løgmanssteypið og bronsu í landskappingini. Tí var væntað, at Víkingur fór at stríðast um gullheiðursmerki í ár, men frágongdin av Andreas Lava Olsen hevur havt størri týdning enn víkingar vónaðu. Byrjanin var á góð­ari leið, men seinastu dystirnar undan summarferiuni rapaði kort­husið hjá Víkingi. Teir mistu stevið í landskappingini og mistu final­usessin í steypakappingini til grannarnir úr Fuglafirði. Víkingur er heili 11 stig aftanfyri NSÍ, sum er á fyrsta plássi, so teir skulu byrja væl í seinnu hálvu, um heiðursmerki skal um hálsin aftur í ár.

B68
Toftamenn hava havt eitt trupult kappingarár, sum hevur bjóða uppá eitt áttinda pláss og nógvar skaðar. Kappingarárið byrjaði við einum knúsandi 5-0 sigri á B71, men síðani hevur gingið ilt við at finna spæla frá í fjør fram aftur. Í fjør endaði B68 á einum fimta plássi, 12 stig aftanfyri fremsta liðið. Aftaná 14 umfør í ár, eru toftamenn longu 14 stig aftanfyri oddaliðið. Tey góðu tíðindini av Toftum eru, at Ahmed Keita og Ndenda Adama Gueye hava longt sáttmálan til endan av komandi kappingararið.

B71
Sandoyingar eru komnir best frá uppgávuni sum uppflytarar. Teir hava skavað sær 13 stig saman og tað eru trý fleiri enn hin uppflytarin FC Suðuroy og AB. B71 hevði á jóan­søku ein gyltan møguleika at leggja sjógv millum seg og FC Suðuroy. Hevði B71 vunnið tann dystin, so vóru níggju stig á muni. B71 hevur í liðskiparinum og fremherjanum, Símin Hansen, sítt sterkasta kort. Hann hevur í ár víst sítt veru­liga viðrið. Skal B71 yvirliva er av­gerandi, at Símin heldur fram við góð spælinum.

AB
AB er eitt felag í framgongd, men tað gongur einki hjá fyrsta liðnum. Felagið hevur fingið skýlið og í løtuni verður nýtt grasslíki lagt á vøllin. Men hóp­urin hjá fyrsta lið­num tinnist so hvørt og fyri kortum eru bæði Tórður Thomsen og Stig-Roar Søbstad farnir úr felagnum og restin av leikarunum eru farnir niður í løn orsaka av fíggjarligu støð­uni í felagnum. Tað hevur bara eydnast AB at vunnið ein av teim­um fyrstu 15 dystinum og tann statis­tikkurin skal broytast, um AB skal hava lið í bestu deildini kom­andi ár.

FC Suðuroy
Suðuroyingar byrj­aðu kapp­ingina væl og lítið bendi á, at teir skuldi liggja nið­ast, tá fari var í summar­feriu. Tað byrjaði við einum av mest spenn­andi dystinum í lands­kapp­ingini higartil, tá FC Suðuroy vitjaði FM vinnarnir frá í fjør í Gundadali. Støðan gjørdist ein spannandi 4-4 javnleikur, har FC Suðuroy var omaná líka til 97 minuttir vóru leiktir. Mitt í kappingini megnaði teir ikki at fáa stig í seks dystum á rað og tí liggja teir niðast. Tað var av av­gerandi týdningi, at teir vunnu jóansøku dystin á B71 vestri á eið­inum.