Hinvegin er tað eitt, sum eyðkennir hesar mongu vitjanir, sum ikki er so gott, og tað er, at føroyski almenningurin ikki verður nóg væl kunnaður um hesar vitjanir og endamálið við teimum. Tað kemur sjáldan [...] vitjan. Besta kunningartólið er pressan. Hetta tól verður alt ov lítið brúkt. Visti ein ikki betur, so kundi ein hildið, at landsins myndugleikar als ikki vistu, at her í Føroyum er ein vælvirkandi pressa, [...] verða send út. Hetta er bæði óprofessionelt og løgið. Ein skuldi trúð, at so mætir gestir sum útlendskir parlamentarikarar og ráðharrar høvdu áhuga í at hitt føroysku pressuna. Føroyski almenninguirn hevur
ki er ikki bara Landssjúkrahúsið, men føroyski brúkarin, sum bert hevur hetta eina staðið at søkja sær heilsubót á hægsta fakliga støði, um hesin brúkari verður raktur av álvarsamari sjúku. Tað er burturvið [...] politiska illvilja móti okkara meginsjúkrahúsi. Er tað veruliga so, at lokalpolitisk áhugamál framvegis forða einum skilagóðum sjúkrahúspolitikki? Ella er hetta beisku fruktirnar av neiligari herferð, sum [...] Landssjúkrahúsinum? Er hetta eitt úrslit av trótandi vitan blandað við politiska líkasælu? Ella eru heilsa og vælferð bara ikki á dagskránni hjá hesari landsstýrissamgonguni? Ella er hetta kanska ein blanding
nú grønlendingar hava megnað at varðveita egin mál, tó at eru smátjóðir, er veruliga ein av styrkjunum hjá Norðurlondum. Tí er tað ein gáta fyri okkum, at annars siviliseraðu og mentaðu norðurlendsku tjóðirnar [...] tað verri er. Kári P Højgaard helt fyri, at Bretland átti at tikið upp dialog við Ísland, áðrenn tað legði hald á íslendskan banka í Bretlandi. Norðurlandaráðsfundurin kemur samtíðis, sum vit her heima av [...] ávirkanina hjá smærri tjóðunum í Norðurlandaráðnum í eini av nevndunum í ráðnum, Nordisk Sprogråd. Ætlanin er nevniliga, at eitt nú Føroyar skulu missa javnbjóðis limaskap í ráðnum og heldur fáa eygleiðarastøðu
sínamillum er 111.000 ferkilometrar til støddar, Noreg ger krav uppá 55.500 ferkilometrar, Ísland 29.000 og Føroyar 27.000 ferkilometrar. Avtalan fær onga ávirkan á, hvussu endaliga býtið verður. Tað er nevniliga [...] hetta økið. Tað er greitt, at tá slík avtala verður endalig og vit føroyingar fáa okkara part av landgrunninum, so ber hetta eisini í sær framtíðar vinnumøguleikar. Hóast lítið og einki er gjørt við at leita [...] risastóru økini í ein útsynning úr Føroyum, Rockall og Hatton háslættin. Hetta økið er nógvar ferðir størri enn tað norðanfyri, og her eru stórar vónir til at finna kolvetni. Londini, sum krevja rættin til økið
breið semja um, at útreiðslustøðið hjá landinum er ov høgt. Her verður hugsað um rakstrarútreiðslur og ikki um íløgur. Íløgutørvur er altíð, og serliga er tað umráðandi at tað almenna varðveitir eitt ávíst [...] raksturin er dýrur. Tað at blokkurin varð niðurskorin við 366 milliónum um árið ger, at tað neyvan slept undan sparingum í almenna rakstrinum. Verður tað illa dámt , so er at siga sum, at hetta er ein neyðug [...] tí at man eftir øllum at døma hevði gloymt, hvussu føroyski búskapurin var skrúvaður saman. Spurningurin við fíggjarlógaruppskotinum hjá landstýrinum er tó, um man hevur gjørt tær raðfestingarnar á útre
Andras Mortensen er maður í góðum árum og hartil sera væl útbúgvin søgufrøðingur og doktari í sínum faki. Í 2001 vardi Andras Ph.D heitið frá Fróðskaparsetri Føroya fyri ritgerðina Hin føroyski róðrarbáturin [...] Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Landsstýrismaðurin hevur gjørt eitt gott val, tí eingin ivi er um, at nýggi landsantikvarurin er sera væl skikkaður og hevur teir akademisku og leiðsluligu førleikar, ið krevjast [...] virðing í fakliga umhvørvinum úti sum heima. Føroya Fornminnissavn hevur uppiborið eina góða leiðslu. Her er talan um stovn av sera stórum týdningi fyri føroyska mentan og søgu, og harvið hevur stovnurin avgerandi
kann ljóða fyri okkum, er her ein líkheit, nevniliga hon, at bæði tey neokonservativu og ekstremu muslimarnir brúka sama vápn í royndunum at fáa og varðveita vald. Hetta vápn er ótti. At skapa ótta í einum [...] islamiskt samfelag. Um vit vilja tað ella ikki, so hava vit her við fundamentalismu at gera. Veruleikin, sum m.a. kemur fram í hesum BBC sendingum, er tann, at tú hevur religiøsar fundamentalistiskar kreftir [...] seta tveir sera konservativar dómarar er bara ein partur av hesi óhugnaligu gongd, sum skal geva teimum neokonservativu fundamentalistunum alt valt í USA. Hetta er ein gongd, sum eisini vit í Europa, eiga
kring landið. Ein av røðarunum á stevnuni nevndi, at tað er dansifeløgunum fyri at takka, at dansinum er lív lagað. Hetta er so satt sum tað er sagt. Dansifeløgini hava gjørt og gera eitt stórt arbeiði [...] av tí týdningi, ið føroyski dansurin enn hevur sum mentanartáttur. Hetta er sera gott, og tí halda vit, at landsdansistevnan hevur stóran týdning fyri føroyska mentan. Dansurin er ein partur av føroyskari [...] kunnugt komin av meginlandinum í miðøldini, og her er hann vorðin varðveittur, meðan hann er burturgloymdar í øllum øðrum londum. Myndugleikarnir eiga at sýna dansinum ans og teir eiga at stuðla tí virksemi,
Folkeparti. Føroyskur politikkur er so lagt av leið frá hesum. Meðan tey í Danmark kunn eftirmeta politikki, so er føroyski veljaran fullkomiliga på herrens mark. Valdysturin er púra ókeypis fyri flokkarnar [...] nýggj samgonga verður skipað, so fáa vit dømi um, hvussu týdningarmikið tað hevði verið, um føroyski veljarin veruliga hevði eitt val, tá hann fór á val. Men tað hevur hann ikki. Veljarin hevur ikki [...] Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin gera eina samgongu fyri valið, so mál lægsti – ella í hvussu so er ikki hægsti – felagsnevnari nýtast í tjóðskaparmálinum. Tað sama um Sambandsflokkurin og
húsið er skipað sum stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum rindar 92% í føstum stuðli, meðan Føroya Landsstýri letur restina. Umframt eru eisini verkætlanir knýttar at húsinum. Talan er sostatt [...] stóran mun er fíggjaður uttan fyri Føroyar av norðurlendskum skattgjaldarum. Norðurlandahúsið verður stjórnað av einum stýri við fimm norðurlendskum og trimum føroyskum limum. Harafturat er ein føroysk [...] føroyingar við Norðurlandahúsið, og teir hava tikið húsið til sín. Húsið er so at siga vorðið samkomuhús hjá allari tjóðini, og hartil er stórt mæti, stór prestisja tengd at húsinum. Mong meta tað, sum eina