Hinvegin er tað eitt, sum eyðkennir hesar mongu vitjanir, sum ikki er so gott, og tað er, at føroyski almenningurin ikki verður nóg væl kunnaður um hesar vitjanir og endamálið við teimum. Tað kemur sjáldan fyri, at gestir og vertir halda tíðindafund tíansheldur tíðindaskriv verða send út. Hetta er bæði óprofessionelt og løgið. Ein skuldi trúð, at so mætir gestir sum útlendskir parlamentarikarar og ráðharrar høvdu áhuga í at hitt føroysku pressuna. Føroyski almenninguirn hevur í minsta lagi áhuga í at fáa at vita, hvat teirra skattapeningur fer til. Hesar vitjanir kosta pengar og skulu tær gagna øðrum enn ferðaskrivstovum og matstovum, so eigur at verða nógva betur kunnað enn higartil, og pressan eigur at fáa høvi at hitta útlendsku gestirnar, soleiðis at hon kann varpa út til almenningin, hvat tað eru fyri fólk, sum vitja, hvat hesi hava uppá hjartað og hvat hesi ikki minst kunnu tilføra tí almenna orðaskiftinum. Sum dømi kann nevnast, at Mentanarnevnd Fólkatingsins júst hevur verið á vitjan. Eingin kunning og eingir pressufundir.
Vit liva í altjóðagjørdum heimi, har netverkini eru ein berandi táttur í øllum altjóða samstarvi. Tað er tí ein skylda hjá landsins myndugleikum at tryggja føroyskum vinnulívi og felgasskapum bestu fortreytir fyri netverksbygging. Ein liður í hesi strategi má vera, at almenningurin veður kunnaður um, hvør, ið kemur higar á almenna vitjan. Besta kunningartólið er pressan. Hetta tól verður alt ov lítið brúkt. Visti ein ikki betur, so kundi ein hildið, at landsins myndugleikar als ikki vistu, at her í Føroyum er ein vælvirkandi pressa, sum hevur bæði hug og rætt til at verða kunnað fyri síðani at bera hesa kunning víðari til almenningin. Her hava landsins myndugleikar enn nógv at læra. Her ikki minst løgting og landsstýri.
Sosialurin









